Smyril nærri brúkaranum

    

Undirsjóvartunnilin kom undan kavi fyri næstan einum ári síðan, og Strandfaraskip Landsins hava nú vorpið fyrstu broytingarnar til nýggju ferðaætlanina hjá sær sjálvum.
"Flogferðaætlanin við betri tænastu" kallast nýggja ætlanin, har dentur ma. verður lagdur á, at bussurin av Farstøðini kl. 9.15 røkkur flogfarinum hjá Atlantsflog kl. 11.
Hvønn morgun stendur nú bussførarin og hyggur eftir, meðan Smyril leggur rampuna niður, og við "hesi betri tænastuni" hevur hann fingið skrivlig boð um at stinga av, meðan ferðafólk koma knossandi í land.
Vit eru í ferðamannalandinum Føroyar, og lagt til rættis hava Strandfaraskip Landsins.
Tey, ið hildu, at vit nú høvdu fingið eitt upplagt samband um Suðuroyarfjørð, í bussin, undir sundið, og vestur á vøllin, hava ikki skilt ein pinn av tí heila.
Undirsjóvartunnilin og tjóðarflogfelagið kunnu ikki knýtast í tað størsta ferðamannaskipið, vit eiga.
Órógvið okkum ikki okkara sirklar, suðringar nýtast ikki Atlantsflog; flúgvið við Mærsk; - hoyra vit, teir siga.
Almenni monopolstovnurin, sum røkir flutning á sjógvi og landi, hevur tíverri ikki neyðuga førleikan fyri at fáa høvuðssambondini at hanga saman.
Á Jóansøku var tænastan undir lágmarkið, á Ólavsøku varð hon lækkað við einari helvt, og til tann seinasta altjóða fótbóltslandsdystin segði SL, at suðringar máttu keypa sær atgongumerkini fyrst, áðrenn SL tók støðu til, um teir skuldu sluppu heimaftur ella ikki.
Nú er so eitt skrivligt skjal komið, sum sigur, at úti við 10% av føroyingum verða forðaðir í at røkka sínum egna tjóðarflogfelagið.
"Flogferðaætlanin við betri tænastu" sigur ikki eitt orð um tey ferðandi við Smyrli. Klára tey tað, so er alt í lagið, men er bussurin farin, ja, so er hann bara farin.
Saman við framstigum fyri hundraðtals mió. kr. í einum nýggjum undirsjóvartunli, fáa vit suðringar soleiðis beinleiðis afturstig í tænastuni.
Her er eingin vón fyri stavn, og tíðin er komin til at taka umsitinga av Smyrli úr hondunum á teimum, ið einans hava ampa av henni.
Umsitingin av Smyrli skal liggja, har hon eigur at liggja, og tað er í Suðuroynni, har nýggi Smyril eisini fær heimstað sín.
Tíðin er komin, har tann ferðandi skal vita, at hann røkkur flogfarinum, tá ið hann keypir ferðaseðilin. Vit hava ikki ráð til at lumpa hvønn annan longur og als ikki fremmandamannin.
Fleiri einfaldir møguleikar eru, ið kunnu bøta munandi um tænastuna,
?meiri ferð á Smyril,
?serligur flutningur frá Smyrli til flogfarið,
?fráboðanarskipan umborð,
?bussurin kann støðga á,
?check inn á vøllinum kann styrkjast,
?flogfarið kann støðga á.

Helst er ein long røð av øðrum møguleikum eisini, men tíverri eingin vilji til nakað sum helst.
Á Kyndilsmessu í fjør góvu vit landsstýrismanninum eitt Kolumbusegg at arbeiða víðari við. Serfrøði hansara á tunnilsøkinum varð skúgvað til viks við uppskoti okkara um ein skjótari, betri og bíligari tunli millum Øravík og Hov. Hesin tunnil er nú á veg.
Næsta uppskot okkara verður so aftur at skúgva almenna serfrøði til viks, og flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar. Tá fáa vit eina skjótari, betri og brúkiligari tænastu fyri somu pengar.
Landsstýrismaðurin kann tá frameftir vísa allari ónøgd av hesum slag frá suðuroyingum frá sær hagar, hon hoyrir heima. Til Suðuroyar.