Sjónvarpið ikki ráð til Týsklands-dystin

Týska felagið Sport-A, ið hevur rættindini at senda EM-dystin millum Týskland og Føroyar um eina viku, skal hava 120.000 krónur frá Sjónvarpi Føroya, um dysturin skal sendast beinleiðis í Føroyum. ? Tað hava vit ikki ráð til, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í sjónvarpinum.

EM-FÓTBÓLTUR

Tveir dagar undan heimadystinum hjá Føroyum móti Skotlandi skrivaði Sjónvarp Føroya undir avtalu við týska felagið Sport Five um seks av teimum átta dystunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í EM-bólki 5.
Fyri millum 200 og 300.000 krónur fekk sjónvarpið sostatt tryggjað sær rættindini til at vísa heimadystirnir móti Skotlandi, Týsklandi og Íslandi og útidystirnir móti Litava og Íslandi beinleiðis, og at vísa heimadystin móti Litava forskotnan.
Framvegis var kortini einki greitt viðvíkjandi teimum báðum írestandi útidystunum ? tí móti Týsklandi komandi mikudag og tí móti Skotlandi 6. september næsta ár. Hetta eru dystir, ið ávikavist týska Sport-A og skotska IMG eiga rættindini til, so tí má samráðast um teir fyri seg.
Síðani hevur Sjónvarp Føroya ligið í tingingum um fyrst og fremst Týsklands-dystin, men sambært Øssur Winthereig, tíðindastjóra í Sjónvarpi Føroya, er einki ítøkiligt komið burturúr:
? Vit hava fingið ein prís at vita, sum er 120.000 krónur, og tað er meira enn vit hava ráð til. Tí er eingin avtala í ljósmála, so vit fáa sent dystin móti Týsklandi beinleiðis um eina viku, sigur hann.
? Men vit hava framvegis samband við Sport-A, sum er eitt dóttirfelag hjá týsku sjónvarpsstøðini ARD, og vit vóna sjálvandi, at tað kann bera til at fáa prísin niður, so vit fáa sent dystin. Tó skal prísurin langt niður, áðrenn vit hava ráð til tað.
Øssur Winthereig sigur, at Sjónvarp Føroya allarhelst vil sleppa at senda dystin beinleiðis, tí tað er sjálvandi tað mest áhugaverda. Um tað so ber til at fáa dystin sendan forskotnan fyri eina munandi lægri upphædd, er tað eisini ein møguleiki, men ikki fyrr enn hin møguleikin er troyttur til fulnar.

Hjálpandi hond
Aðrastaðni í blaðnum í dag kann annars lesast um eina møguliga týska hjálpandi hond, tí týski sjónvarpsmaðurin Jochen Douhs sigur seg vera til reiðar at royna at fáa prísin niður, um hann kann tað.
Hann er so takksamur fyri alla ta hjálp, hann í sínum arbeiði undan Týsklands-dystinum hevur fingið frá føroyingum og ikki minst Fótbóltssambandi Føroya, at hann fegin vil gera sítt til, at eisini sjónvarpsmyndirnar frá dystinum kunnu røkka inn í føroysku stovurnar, meðan dysturin verður spældur.
Men hjálpin skal veruliga muna nakað, skal hon koma Sjónvarpi Føroya til góðar:
? At vit ikki hava ráð at brúka fleiri hundraðtúsund krónur til EM-fótbólt, er ikki nakað eindømi bara fyri okkum, tí vit síggja eisini í londunum uttan um okkum, at tað sansar at nógvastaðni, tá avtalur skulu gerast um hesar dýru fótbóltsdystirnar, sigur Øssur Winthereig.
? Vit hava jú fyrr sæð, at bæði Danmarks Radio og danska TV2 eru bakkað út, tí tað er blivið ov dýrt, og herfyri máttu fyrstu dystirnir í bestu italsku deildini útsetast, tí ein so stór støð sum RAI ikki hevði ráð at gjalda tað, feløgini vildu fáa burturúr at fáa sínar dystir sendar í sjónvarpi.