Eitt stórt vónbrot

Liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, var ógvuliga vónbrotin mikukvøldið, tá ið tað var greitt, at B71 næsta ár eisini spælir í 2. deild.

Sandoyingar høvdu vónað, at teir komandi ár høvdu vunnið sær rætt til at spæla í bestu deildini, men so er ikki. Liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, sigur, at kappingarárið í ár als ikki er nøktandi.

Vit vóru ikki klárir
Bergleif Sólsker segði eftir dystin móti ÍF, at fuglfirðingarnir vóru meiri tendraðir til dystin. ? Teir pressa okkum væl og eru nær hjá okkum allatíðina. Mánadagin vóru vit betur, og tá blviu vit snýttir fyri tvey brotsspørk, ið høvdu kunnað verið ógvuliga avgerandi, sigur Bergleif Sólsker.
Liðskiparin sigur, at teir als ikki eru nøgdir við at gerast nummar tvey í 2. deild, tí teir hava mist týðandi stig móti botnliðum. ? Vit hava tapt á útivølli móti VB og KÍ, og tað eru hesi stig, ið nú vænta í. Vit hava ikki verið nóg støðugir á útivølli, og tað kostar, sigur Bergleif Sólsker.
Sambært Bergleifi eru teir á Sandoy farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingár, og tað sær út til, at so at siga alt fólkið verður verandi komandi ár. Bergleif Sólsker sigur avgjørdur, at tað er einki at ivast í, at málið fyri komandi kappingarár verður at vinna 2. deild og harvið flyta upp í 1. deild.