segði fyri mær, at eg var ógvuliga lítil tá eg vildi sleppa at fiska. Hetta var ein trongd, sum hon tók í álvara, tí eingin hevði verið óðari at sleppa á seiðaberg, sum hon sjálv, tá hon var ung. Mamma [...] at hann var komin eftir mær, tí vit skuldu á Kviltkinnavatn at fiska síl. Hetta man hava verið í 1957. Eg fekk frí, lærarin DD, sum hann vanliga var nevndur og Kissa vóru skyldmenn. Skjótur var eg at sleppa [...] vaktur í mær. Eg fari inn at hyggja, kanska keypi eg eisini okkurt smávegis. Seinasta summar, tá eg var í Vesturjyllandi steðgaði eg í Torsminde, sum liggur út móti Vesturhavinum. Har var ein handil, sum
ikki, tí í mínari verð var vinnarin longu funnin. Eg veit ikki, um hetta var eitt slag av verjumekanismu fyri ikki at lata meg uppslúka ov nógv av kappingarandanum, tí at eg var fyrr farin vónsvikin heim [...] pláss, og tað var eisini teimum tillutað. Tilukku við tí, dreingir. Í eini kapping er bert ein vinnari. Í Prix Føroyum fara at vera 27 taparar, men tónlistarliga kann ein ongantíð tapa. Hetta skal ikki skiljast [...] ólukksáliga nógv til fyri at skaka mína gomlu sál, og trúgv mær; eg havi verið ein íðin konsertgangari í mong ár. Men takk Gud og lov, tað hendi hetta kvøldi. Gestir vóru fyrst á palli og eg fangaði meg sjálva
hendan seansan fór fram. Útvarpið var við henda dagin, og Jógvan, systkinabarnið, sigur mær, at hetta var fyrsta reportasjan hann gjørdi sum útvarpsmaður. Hetta var ein megadagur. Vit vistu tá ikki so nógv [...] tað má ásannast, at hetta er ein sannleiki við modifikatiónum, ein skerdur veruleiki, tá ið millum annað kríggj og ítrótt umræður. Ídag ? 24. oktober ? fyri 58 árum síðani varð ein svartur drongur borin [...] sjálvandi á danska landsliðnum, sigur seg hava spælt ein politiskan fótbóltsdyst í lívinum, hóast hann ikki var fegin um at vevja hesi fyribrigdini saman. Hetta var tá gomlu EEC londini spældu ímóti teimum nýggju
gjørdi av, at taka ímóti 29 palestinskum flóttum úr Irak. Hetta vóru einkjur við børnum, sum høvdu mist sínar menn á syndarligan hátt. Talan var um væl fyrireikaða og demokratiska prosess, har íbúgvar í [...] samfelagið. Til dømis eru ein rúgva av sersmíðaðum málskeiðum í boði, og í Reykjavík høvdu tey tilfluttu sítt egna Altjóða Hús, har tey kundu hittast og leita sær kunning og vegleiðing um alskyns viðurskifti [...] Balle. – Eg haldi tað er gott og neyðugt, at løgmaður tekur málið við flóttafólki upp. Vit skulu taka hetta kjakið, tað mennir og búnar okkum, og vónandi verður niðurstøðan, at hesa ábyrgd skulu vit taka á
okkara ungdómsárum. Hanus var ein klókur og skilagóður maður. Eisini var hann skemtingarsamur og stuttligur at vera saman við. Hann var ein góður og trúgvur vinur at hava. Hanus var, sum so nógv onnur, eisini [...] besta liðinum hjá MB. Hann var ein evnaríkur telvari og badmintonleikari, eins og hann róði kapp í nógv ár. Tá vit vóru ungir, var ferðasambandið ikki so gott, sum nú. Tí var mangan gist, tá vit vóru á [...] tíverri ikki hjá Hanusi. Vit tosaðu ofta saman um hetta. Hann trúði ikki heilt, at hetta kom at eydnast fyri seg. Tað píndi meg og onnur, sum vóru góð við Hanus, at síggja, hvussu hann hevði tað nú til
er brúk fyri eini sendistovu har. Hann heldur eisini, at vit hava góð viðurskifti við Ísrael, sum er, og sendimaður Ísraels í Danmark var í Føroyum minst tvær ferðir í seinasta valskeiði. Tí heitir hann [...] ATað er ein spurningur um, hvussu stóra nyttu, føryingar fáa burtur úr at fáa eina sendistovu í Ísrael. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og undanfarin løgmaður. Hann [...] hevur ført fram um, at føroyska sendistovan í Ísrael skal vera í Jerusalem. – Gera vit tað eru vit -mær vitandi- fyrst land í Europa, sum letur sendistovu upp í Jerusalem. Hann sigur, at gera vit tað, kemur
ómakaðu sær at koma í Lívdina, sóu, at nakað annað var á vási og tað er nokk gingið upp fyri teimum flestu eisini, um boðklivin og telefonlistin hjá mær er útgangsstøðið, tí har flýtur yvir av boðum. Tað [...] har hann small um. – Fyrst stóð eg har, so stóð Ruth har... skrivar Sólvit Nolsø og heldur fram: Ein heldur margháttlig støða tók seg upp á valfundinum í Lívdini í gjár. Fyri tey, ið hugdu í sjónvarpinum [...] nokk eisini at enda útav, hví holdið onkuntíð knockoutar meg. Mann kann eisini fegnast um, at nógv góð fólk bjóða seg til í politikki, tí tey manglaðu ikki í túninum í Lívdini í gjár – og eingin teirra
aftur við “Leivur Øssurson”, hetta var ein uppaftur longri sjúkralega, sum var tær fyri, ein 20 ára gamlan drong. Valdi var í arbeði á Bacalao í 24 ár, har hann í fleiri ár var formaður. Góða Estur, Sofus [...] Hesin danskin maðurin var ein, sum var runt og lærdi blind at lívbjarga sær. Seinni lærdi Valdi til málara, tí hann var hegniður sum fáur. Eg fari at enda nú, títt lív hevur ikki verið ein dansur á rósum, 21 [...] foreldrum, pápin var sjóðmaður og mamman heima og stríddist við okkum 8 systkini, tað var í sjálvum sær ein stór uppgáva, men hana høvdu allar mammurnar, sum høvdu sjómenn. Eg kann siga, at tað var fátæksligt
Tórshavnar Býráð ætlar at byggja ein annan bygning til dømis á Skálatrøð, so er hetta kanska ein betri loysn, sigur Anfinn Kalsberg. Hann greiðir eisini frá, at millum tingmenn var positivur stemningur fyri húsinum [...] enda við politiskari runublaking og stríði, eins og vit upplivdu tað seinast. Uppskotið sær spennandi út og eg eri opin fyri arkitekturinum. Serliga væl dámar mær hugskotið við vitanum og tað at leingja Áarvegin [...] av rana Tað er ein sera positivur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum svarar í telefonini í morgun, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um nýtt tinghús á Eystaru Vág. - Hetta er virkuliga flott
sangtøkniliga vegleiðing frá kønum fólki, nú meðan vit hava vant. Fólk, sum koma til sýningina, eiga eisini, haldi eg, at hava í huga, at her er ein leikari fingin at syngja og ikki ein sangari at spæla [...] fýrsunum, haldi eg Óvitar mundi vera fyrsta leikverkið eg var við í. Tað var eisini Sigrun Vilbergsdóttir, sum leikstýrdi teirri sýningini. Hon er ein góður, men eisini krevjandi leikstjóri. Síðani havi eg [...] einaferð nevndi við Eyðun, at eg ætlaði mær niður at lesa týskt. Týskt? segði hann. Far og lær til sjónleikara við tær. Men eg var kanska ikki nóg framlig. Tað var heldur ikki vanligt at velja sær sjónleik