Ymsar meiningar um nýtt tinghús

Høgni Hoydal

Sambært Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldisflokkinum, eru tvær síður í málinum: Tað býarverkfrøðiliga og tað at hava eitt tignarligt parlament fyri landið.

- Fyri meg er ongin ivi um, at einar sjálvstøðugar Føroyar skulu hava eitt tignarligt parlament og ikki núverandi leivd frá amttíðini. Tí haldi eg, at vit skulu umhugsa tað gjølla, nær vit byggja eitt nýtt tinghús, sigur hann.

Burtursæð frá tí, so heldur Høgni Houýdal, at málið skal handfarast við opnum sinni.

- Málið má endiliga ikki enda við politiskari runublaking og stríði, eins og vit upplivdu tað seinast. Uppskotið sær spennandi út og eg eri opin fyri arkitekturinum. Serliga væl dámar mær hugskotið við vitanum og tað at leingja Áarvegin, sigur Høgni Hoydal.


Annfinn Kallsberg

Anfinn Kalsberg, formann í Fólkaflokkinum, sær bæði fyrimunir og vansar við uppskotinum. Hann sigur, at tað er ein øgiligur munur á umstøðunum hjá tingfólki í dag, og tá hann varð valdur inn á fyrsta sinni.

- Sum so haldi eg ikki, at vit hava tørv á einum nýggjum tinghúsið beint nú. Men hinvegin, um Tórshavnar Býráð ætlar at byggja ein annan bygning til dømis á Skálatrøð, so er hetta kanska ein betri loysn, sigur Anfinn Kalsberg. Hann greiðir eisini frá, at millum tingmenn var positivur stemningur fyri húsinum fríggjadagin, men at hann skilur væl, um vanlig fólk halda tað ljóðar ørt.

- Nógvir tingmenn ynskja sær betri umstøður, og samanborið við onnur lond eru arbeiðsumstøðurnar sum heild verri her enn aðrastaðni, sigur Anfinn Kalsberg.


Jenis av rana

Tað er ein sera positivur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum svarar í telefonini í morgun, tá hann verður spurdur um, hvat hann heldur um nýtt tinghús á Eystaru Vág.

- Hetta er virkuliga flott. Imponerandi! Ætlanin hjá arkitektinum er góð, og húsið kann gerast eitt prýði fyri býin og ein virðilig loysn fyri landið, sigur Jenis av Rana. Hann vísir á, at uppskotið er gott, um býráðið vil flyta yvir í tinghúsið.

- Verandi umstøður eru ikki nøktandi við Gamla Apoteki, sum er eitt sera ótíðarhóskandi hús í trimum hæddum, ið stendur leyst frá tinghúsinum. Løgtingið hevur tørv á einum tíðarhóskandi bygningi, so um tað fíggjarliga loysir seg, við at býráðið keypir gomlu húsini, so haldi eg tað vera sera positivt, sigur Jenis av Rana.



--


G.G.

Vit hava roynt at fáa viðmerkingar frá hinum floksformonnunum, men teir vóru ikki at hitta í morgun.


--


Rætting:

Í blaðnum í gjár, vístu vit tekningarnar av uppskotinum hjá Palla Gregoriussen. Av misgávum var endin á greinini ikki við, har Heðin Mortensen greiddi frá, hvussu umsitingin húsast nú:

Endin á greinini skuldi vera: ..Sosiala Deild heldur til í Meiarínum í Tórsgøtu. Tekniska deild og Byggi- og býarskipanardeildin eru í gamla posthúsbygninginum. Barna- og ungdómsdeildin eru yviri við køkubúðina. Roknskapardeildin er á Glade Hjørn, meðan starvsfólkadeildin eisini er á Vaglinum. So ongin ivi er um at vit húsast sera trongligt í býráðnum, sigur Heðin Mortensen.