Non, je ne regrette rien

Eg angri einki, sigur Jytte Joensen, sum tann tíð tað var valdi jarðarmóðurstarvið fram um yrkisleikaralívið. Í annaðkvøld fer hon aftur á pall í Sjónleikarhúsinum sum áhugaleikari. Tá frumsýnir Havnar Sjónleikarfelag leikin Piaf, sum bretski leikhøvundurin Pam Gems skrivaði um lívið hjá heimsgitnu fronsku sangkvinnuni, Edith Piaf. Hetta er helst tyngsta takið, sum Sjónleikarfelagið hevur tikið tey seinnu árini og ikki á hvørjum degi, at ítari høv verða lyft í føroyskum áhugaleiki.

Carl Jóhan Jensen


Hví hesin leikurin varð valdur? Eg haldi, tað hevur leingi verið í umbúna at taka eitt meira krevjandi leikverk á skránna hjá Sjónleikarhúsinum aftur. Tað hava vit ikki havt í nøkur ár. Og so kom Gulla Øregaard við hesum hugskotinum um Piaf. Tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, at fáa eitt sovorðið leikverk á pall, tað er ógvuliga krevjandi, men vit hava so hildið okkum til allíkavæl.
    
Blaðm.: Tað er sangurin, kann eg ætla, sum fyrst og fremst er krevjandi?
    Tað sum serliga er strævið, má eg siga fyri mín part, er at sýningin alla tíðina skiftir millum sang og leik. Tað krevur nógv av røddini, tí tøkniliga sæð, brúkar tú røddina heilt ymiskt í sangi og leiki. Sjálv havi eg ikki lært at syngja, onga formliga upplæring, meini eg, men havi tó fingið sangtøkniliga vegleiðing frá kønum fólki, nú meðan vit hava vant. Fólk, sum koma til sýningina, eiga eisini, haldi eg, at hava í huga, at her er ein leikari fingin at syngja og ikki ein sangari at spæla sjónleik.
    
Blaðm.:Tað ljóðar næstan sum tú biður komandi sýningargestir halda tær laka sangrødd til góðar?
    Nei, dekan fari, nei. Ikki tí eg eri ikki meiri enn sangari enn so, men mær dámar væl at syngja og havi eisini fingist við at gera sangir og yrkja og soleiðis. Hinvegin eri eg ikki von við at brúka røddina so nógv, sum krevst í hesum samanhanginum, tað eri eg ikki. Og so er tað hetta við, at tað er nokkso fitt av teksti, ið skal dugast eisini. Har hjálpir kortini, at eg sjálv havi týtt sangirnar í sýningini. Eg vildi fegin havt týtt allan tekstin eisini, tá hevði eg havt alt tilfarið tøkt í høvdinum frá byrjan. Men tað varð so ikki. Hans Tórgarð hevur umsett hann. Ikki tí, teksturin er væl týddur, haldi eg, liðiligur og evnar at skapa eina ímynd av málinum á gøtuni, sum var tað mál, ið Piaf hevði sín uppruna í.
    
Blaðm.: Nú spyrji eg kanska býtt, men er hetta sama leikverkið, sum hevur verið sett upp víða um lond, tey seinastu tjúgu, fimm og tjúgu árini?
    Helst eru fleiri leikrit skriva við evni úr lívinum hjá Piaf. Eg veit um tvey, ið hvussu er, annað íslendskt eftir Sigurð Pálsson og so hetta, ið vit framføra og sum sagt, er eftir Pam Gems. Tað varð fyrstu ferð sett upp í Onglandi seinast í hálvfjersunum og er sama leikritið um Piaf, sum Lisbeth Dahl hevði høvuðsleiklutin tá ið tað varð spælt í Keypmannhavn fyri skjótt nógvum árum síðani.
    
Blaðm.: Men sangurin, er hann ryggurin í sýningini ella v.ø.o. er hetta ein hevdbundin sangleikur?
    Ja, hvussu skal eg siga. Eg haldi verkið er soleiðis helvt um helvt sangur og leikur. Leikur og sangur líkasum styðja hvør annan útí gjøgn.
    
Blaðm.: Hvussu hevur tú lagt tína tulking av Piaf upp?
    Eg havi lagt dent á at læra hana at kenna so væl, sum tað nú einaferð ber til við støði leiktekstinum og øðrum heimildum um hana, ævisøgu hennara t.d.. Eg haldi, eg eri komin at kenna hana rættuliga væl, skal eg siga sum er.
    
Blaðm.: Hvussu er hon so sum persónur?
    Alt kemur beint frá hjartanum hjá henni. Hon er, sum fólk tíðum eru, ið hava fingið ein harðbalnan uppvøkstur. Hon er skørp, árvakin og beinrakin í orðum og slakar ikki listarliga í krøvum sínum hvørki til sín sjálvs ella onnur.

    Blaðm.: Pam Gems, ið hevur skrivað fleiri leikverk um kendar kvinnur enn hetta, eitt nú eitt um Marlene Dietrich, verður ofta søgd at geva søguevni sínum eina feministiska vend, er hesin leikurin eitt dømi um tað?
    Nei, ikki sum so. Edith Piaf er tó, sum eg bendi á í áðni, tulkað sum ein sterkur persónur og avgjørt ikki sum ein kvinna, ið, heilt ella partvíst, livir sítt lív gjøgnum menn. Hon brúkar tvørturímóti mannfólk. Sum hon sigur í einum av sangum sínum (í føroyskari týðing): Ov stórt til ein mítt hjartað er/ tí tók eg kærleika úr allri verð. Hon brúkar erotikkin ella ástina, sum hon brúkar alkohol og heilivág. Kærleikin skal ikki goymast kalt, sigur hon onkustaðni. Tað ræður um at hava annan elskara tøkan, tá ið hin fyrri er uppbrúktur. Hon livir ógvuliga heitt kensluliga, bæði í síni list og sínum persónliga lívi. Og sveiggini eru stór í tilveru hennara, hon reiggjar í heilum millum eydnusælu og svartasta mótloysi.
    
Blm.: Nú var Edith Piaf tiltikið smávaksin, tað kann ikki sigast um teg...?
    Ha, ha. Eitt sindur havi eg hugsað um hatta, men eg uggi meg við, at tað eru fleiri aðrar, um eg so má siga, stórvaksnar kvinnur, ið hava spælt Piaf fyrr og gjørt tað væl. Ikki tí, eg eri í fløtum skóm á pallinum. Onga høgar hælar, takk. Eg vil tó taka fram í hesum viðfangi, at hetta ikki er ein naturalistisk sýning, vit seta upp her. Eg royni ikki at líkjast Piaf í útsjónd. Og tak eitt nú pallmyndina eisini (sum Barbara í Gongini hevur sniðað til). Hon er líkasum eitt sindur av lagi, við skeivum linjum, eitt sindur surrealistisk, eins og lívið hjá Piaf sjálvari.
    
Blm.: Í framhaldi av hesum havi eg eisini hug at spyrja, um tað ikki er heldur vágið, næstan nasadjarvt av einum óroyndum sangara, at vilja skapa eina ímynd í sangi av einum sangara, ið helst var ein av heimsins fremstu á sínum øki?
    Sum eg segði, so royni eg ikki at apa eftir Piaf. Ætlanin er ikki at mana ta upprunaligu Edith Piaf fram fyri áskoðaran, men harafturímóti, sum tú orðar tað, at skapa eina ímynd av henni gjøgnum mítt spæl, mín sang og mína tulking.
    
Blaðm.: Men slepst undan, at fólk fara at líkna teg við Piaf, soleiðis sum tey kenna hana av plátum, fløgum og úr fjølmiðlum?
    Hatta plágar meg ikki so nógv, álvaratos. Lisbeth Dahl segði t.d., at tá ið hon fór undir at spæla Piaf, gjørdi hon sær alt fyri eitt greitt, at hon ikki átti at royna at líkjast Piaf. Tað bar ikki til at herma eina ímynd av henni fram á palli. Hon mátti líkasum gera burtur úr tí, sum hon sjálv hevði í sær, sínum lívsroyndum, sínum persónleika. Og hasi orðini hjá Lisbeth Dahl havi eg tikið mær til fyrimyndar.
    
Blaðm.: Men enn eitt sindur í framhaldi av hesum sama. Eg hugsi um sangirnar. Edith Piaf er sjáldsama fronsk í sínum sangstíli og mong kanska hava ilt við at hugsa sær sangir hennara sungnar á øðrum máli enn nettupp fronskum?
    Nú eru teir flestu sangirnir týddir til føroyskt, men onkur verður tó eisini sungin á fronskum. Eyðvitað er Piaf franskari á fronskum í oyrunum á fólki flestum. Tað er sum vera man munur á málum, á fronskum og føroyskum bæði so og so: orðalagsliga, ljóðliga o.s.frv. Tað er rættiliga torført, ja, eg tori at siga heilt ómøguligt, at fáa eina týðing út í odd og egg sum upprunan. Har dettur so nógv burtur ímillum, hugsa bara um hesi eyðkendu rullandi r-ini hjá Piaf: Non, je ne regrette rien t.d.. Kortini haldi eg, at tað ber til at fáa kenslurnar fram í eini týðing, tær eru tær somu antin málið er franskt ella føroyskt. Hinvegin, høvdu vit valt at hava sangtekstirnar ótýddar og sungu alt á fronskum, so hevði tað sjálvandi givið sýningini eitt meira Piafskt yvirbragd, men afturfyri høvdu teir flestu áskoðararnir ikki skilt, hvat sungið var um og tað hevði komið sýningini aftur um aftur. Sangirnir eru søgur í sjálvum sær, søgur, sum hava týdning fyri leikgongdina.
    
Blaðm.: Tú hevur umyrkt tekstirnar úr fronskum?
    Ja, hvat tá.
    
Blaðm.: Nei, eg meini við, tað er ikki óvanligt, at føroyskir umsetarar týða til danskt, tá ið umsetast skal úr øðrum málum enn teimum norðurlendsku: svenskum, donskum ella norskum.
    Sangirnir eru til á donskum og enskum við. Teir ensku sangtekstirnir eru t.d. ógvuliga leysliga týddir. Sjálv havi eg valt at vera trúgv móti upprunatekstinum. Tað hevur kravt nokkso nógv ísenn at fylgja upprunatekstinum og samstundis at fáa hetta til livandi mál á føroyskum.
    
Blm.: At enda hvussu hevur tín leiklistargøta ligið upp ígjøgnum árini? Nær byrjaði tú t.d.?
Ja, tað er nú so langt síðani, eg kom inn í hetta, tað veit gud. Tað var heilt afturi í hálvfjersunum. Ja, í fyrru helvt av hálvfjersunum næstan. Eg gekk á einum av hesum trý ára skeiðunum í dramatikki, sum Eyðun Johannesen hevði tá. Har gekk eg saman við eitt nú Biritu Mohr, Ega Dam, Oddvá Nattestad og fleiri. Í sambandi við skeiðið vóru ymsar framførslur, kabarettir og tíl. Tað vóru mínar fyrstu pallroyndir. So spældi eg eisini við í Skipinum eftir Steinbjørn B. Jakobsen, tað var í fimm og hálvfjers, minnist meg rætt. Seinni, eftir at eg var farin niður at lesa, plagdi eg onkuntíð at vera við í studentakabarettum. Tá ið eg kom heimaftur at búgva eftir lokna útbúgving, eg eri jarðamóðir, tað hevur verið seint í fýrsunum, haldi eg Óvitar mundi vera fyrsta leikverkið eg var við í. Tað var eisini Sigrun Vilbergsdóttir, sum leikstýrdi teirri sýningini. Hon er ein góður, men eisini krevjandi leikstjóri. Síðani havi eg verið við í fleiri leikum, eitt nú Ísblomstrinum, einum norskum leiki eftir Terje Norby, ið snúði seg sum sálarsjúku. Eyð Matras leikstýrdi tí verkinum. Tað var mitt í hálvfemsunum. So spældi eg einsamøll í Grønu skuggarnir eftir danan Finn Methling. Eg havi eisini týtt leikir, eitt nú Ísbjarnirnar eftir svian Jonas Gardell, sum Egi Dam setti upp í her í Sjónleikarhúsinum fyri nøkrum árum síðani.
    
Blaðm.: Hugsaði tú ongantíð um at gerast yrkissjónleikari, sum summi av hinum, ið vóru skeiði saman við tær, tá í hálvfjerðsunum?
    Jú. Eg minnist, eg einaferð nevndi við Eyðun, at eg ætlaði mær niður at lesa týskt. Týskt? segði hann. Far og lær til sjónleikara við tær. Men eg var kanska ikki nóg framlig. Tað var heldur ikki vanligt at velja sær sjónleik sum yrki, ikki tá. Tú kravdi at vera rættiliga nógv øðrvísi ella egin til at gera tað. Eg fór so í øllum førum tann vegin, eg fór. Men eg veit ikki, tað hevur nú verið spennandi við upp á sín máta. Og ikki tí, eg havi eisini fingið høvi at íðka leiklist, tað er ikki verri enn so, og havt lagaligar umstøður til tað. Eitt nú havi eg aftur farloyvi frá mínum vanliga starvi, til at vera við í hesi sýningini.
    
Blaðm.: So tú kanst siga sum Edith Piaf: Non, je ne regrette rien (t.e. eg angri einki)?
    Ja, satt at siga.