Minningarorð um Hanus Jørgensen í Miðvági

Triðja páskakvøld andaðist Hanus Jørgensen úr Miðvági bert 53 ára gamal. Ein kann kanska siga, at Hanus slapp heim hóast hansara unga aldur, tí hann hevði eitt trupult lív tey seinastu árini.

Eg kom at kenna Hanus, tá vit vóru smádreingir. Vit búðu ikki langt frá hvørjum øðrum og plagdu viðhvørt at spæla saman.

Tað fyrsta eg minnist um Hanus var, at hann dugdi betur at aka á skíðufjøl, enn allir vit aðrir. Hvørja skíðufjøl hann setti seg á, so skreiddi hann altíð skjótast.

Hanus var góður ítróttarmaður á yngri árum. Hann spældi í fleiri ár fótbólt á besta liðinum hjá MB. Hann var ein evnaríkur telvari og badmintonleikari, eins og hann róði kapp í nógv ár. Tá vit vóru ungir, var ferðasambandið ikki so gott, sum nú. Tí var mangan gist, tá vit vóru á stevnum ella til kappingar. Tá var ofta stuttligt at vera saman við Hanusi og øðrum, eg haldi, vit komu at kennast nógv betur av hesum enn sum nú, at reist verður heimaftur sama dag.

Hanus var útlærdur maskinsmiður hjá J.K. Joensen & Sonur og arbeiddi har í fleiri ár. Hann var sera dugnaligur handverkari og væl lýddur bæði av starvsfeløgum og viðskiftafólki.

Seinni fór hann til skips. Hann var í fleiri ár við Giljanes, men sigldi eisini við fleiri øðrum bátum. Eisini umborð á skipi var hann álitismaður og sera dugnaligur til sítt yrki.
Tey seinastu árini hevur sjúka tó tikið yvirhond, og hann hevur ikki megnað at røkt arbeiði.

Eg minnist Hanus sum ein sera fittan og vinsælan mann. Vit fylgdust nógv í okkara ungdómsárum. Hanus var ein klókur og skilagóður maður. Eisini var hann skemtingarsamur og stuttligur at vera saman við. Hann var ein góður og trúgvur vinur at hava.

Hanus var, sum so nógv onnur, eisini eg sjálvur, raktur av herviligu sjúkuni alkoholismu. Henda sjúka, sum hevur oyðilagt so nógv, oyðilegði eisini part av vaksnamannalívi Hanusar. Henda sjúka, sum so nógv ikki skilja og samanbera við at hava ov veikan vilja. Men sterkan vilja, tað hevði Hanus. Tað vísti hann bæði á leikvølli og í arbeiðslívi sínum. “Eingin kennir mein í annans bein”, tí er ilt hjá teimum, sum ikki eru rakt av alkoholismu at skilja tey, sum eru. Hetta sama er m.a. eisini galdandi fyri roykjarar og tey, sum noyðast at eta ov nógv.

Vit báðir Hanus vóru í viðgerð fyri rúsdrekkamitsnýtslu um somu tíð. Minnist hvussu gott Hanus sá út, tá hann kom aftur. Sólbrendur, reinur og nossligur í nýggjum klæðum. Vit høvdu báðir vónina um eitt betur lív.

Tað gekk tíverri ikki hjá Hanusi. Vit tosaðu ofta saman um hetta. Hann trúði ikki heilt, at hetta kom at eydnast fyri seg.

Tað píndi meg og onnur, sum vóru góð við Hanus, at síggja, hvussu hann hevði tað nú til endans. Vit vónaðu til tað seinasta, at hann mundi fara at fáa hjálp. Men tíverri so fekk hann ikki hjálpina hesumegin.

Hanus hevði eina sera góða móðir í Gretu. Hon stríddist ótroyttiliga at hjálpa uppá hann og vera um hann. Eisini systkinini royndu at gera sítt.

Tað hevur verið ringt hjá mær at síggja ein góðan vinmann fara soleiðis. Nógvar ferðir verri hevur tað verið hjá tykkum Gretu og systkjunum. Má harrin styrkja tykkum í sorgini.

Hanus var trúgvandi maður, hóast hann kanska ikki tosaði so hart um tað.
Nú er Hanus heima hjá Gudi, og sum skrivað stendur í Jóhannesar Opinbering 21,4: “Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið”.

Hanus hevur tað gott nú. Friður verið við minninum um hann.
------------

Georg