Leygarkvøld kl. 21 og enn eitt undanumfar í Prix Føroyar kappingini. Legg merki til: kapping. Tí talan er jú um eina kapping, har ymiskir bólkar skulu royna sítt besta á palli og síðani leggja seg undir tað skoðsmál, sum ein bólkur av dómarum skal koma við. Konseptið er í sær sjálvum rættuliga absurd, men hevur bara so ótrúliga nógv at týða fyri hesar vónríku bólkar, sum hava vant seg til blóðis hesar seinastu dagarnar. Møguleikarnir um tú vinnur eru so ómetaliga stórir, og kanska størri enn undanfarin Prix-ár, tí enn fleiri og fleiri útlendingar við tilknýti til tónleikalívið hava valt at venda eyguni hendan vegin, og nógv av hesum hava leitað sær hendan vegin tí tey síggja nakað serligt og spennandi ganga fyri seg á tí tónlistarliga økinum her í løtuni. Prix Føroyar er ein av teimum heilt fáu gluggunum úteftir.
Leygarkvøldið vóru tað serliga tríggir bólkar, sum vóru spáddir at gera seg galdandi. Gestir, Týr og Hatespeech. Og tað var eisini sjón fyri søgn. Sjálv væntaði eg, at tað fóru at vera Týr og Hatespeech, sum fóru at kappast um 1. og 2. pláss. Týr, sum hevur gjørt seg galdandi í altjóða høpi, og Hatespeech, sum hevur staðið seg væl í Prix-kappingum áður.
Eg eri blivin rættuliga kynisk ígjøgnum árini, og tað skal ólukksáliga nógv til fyri at skaka mína gomlu sál, og trúgv mær; eg havi verið ein íðin konsertgangari í mong ár. Men takk Gud og lov, tað hendi hetta kvøldi. Gestir vóru fyrst á palli og eg fangaði meg sjálva í at hugsa: Áh, tit armu staklar, sum ikki uppliva hetta, sum eg upplivi júst nú. Tónleikurin var so hjartaligur og heilskapaður. Hann flutti nøkur mørk innan í mær, sum gjørdi at eg føldi meg eitt sindur ríkari.
Eg skíti á. um teir vinna ella ikki, tí í mínari verð var vinnarin longu funnin. Eg veit ikki, um hetta var eitt slag av verjumekanismu fyri ikki at lata meg uppslúka ov nógv av kappingarandanum, tí at eg var fyrr farin vónsvikin heim. Serliga tað umfarið, har Krit spældi, og eg helst hevði vilja sæð teir millum tveir teir fremstu, men tað hildu dómararnir ikki. Grundgevingina hevði eg fegin vilja fingið.
Eg hevði mína skepsis, áðrenn Týr fór á pallin, tí eg visti, at Poul Arni Holm ikki var við. Poul Arni er ein ótrúligur sangari við nógvari kraft og útstráling á palli. Men Heri smæddist ikki burtur. Hann megnaði væl at spæla gittar og syngja. Útsetingin av »Regin smiði« var meistaralig, men hetta er ikki tað slagið av tónleiki, ið mær hóvar, og eg troyttaðist í longdini. Fyri meg bar Græni ikki gullið av heiði hetta kvøldið.
Hatespeech bjóðaði av við stíli og høvdu eisini nógv tann størsta publikumstuðulin. Teir spældu knasandi væl saman, og teir strálaðu av sjálvsáliti og gleði hetta kvøldið. Kanska tí at teir spældu síðst, men teir spældu eisini væl og tað smittar. Eg dugi ikki at lýsa tað ørvísi, enn at teir sparkaðu reyv. Teir spældu til eitt fyrsta pláss, og tað var eisini teimum tillutað. Tilukku við tí, dreingir.
Í eini kapping er bert ein vinnari. Í Prix Føroyum fara at vera 27 taparar, men tónlistarliga kann ein ongantíð tapa. Hetta skal ikki skiljast sum nakað peptalk til teir tapandi bólkarnar, men bert ein positiv ásannan av styrkini, sum liggur í tónleikinum og ikki í sjálvari kappingini. Eg fór væl nøgd heim. Kanska skíti eg ikki so nógv á Prix Føroyar kortini...
Vónbjørt Vang Solmunde









