hjartaliga vælkomin at fáa sær ein bita og okkurt leskandi. Bátafelagsformaðurin sigur, at tað, sum er nýtt í ár, er, at royndi og dugnaligi kokkurin, Ruben Busk, sum býr í Hósvík, fer at grilla og selja búffar [...] Petersen sigur, at í ár hava bátaeigarar møguleikan at boða frá luttøku frammanundan og soleiðis fáa tey bestu plássini í bátahylinum. Longu í síðstu viku høvdu einir 18 bátaeigarar boðað frá, at tey koma, og [...] Hetta er eitt annað konsept, sum roynt verður at halda fast við, tí bæði meðan tiltakið er og í afturmeldingum eftir tiltakið siga bátaeigarar og kampingfólk, at hetta er júst tað, tey vilja hava, meðan tey
Vátutoft, sum er við Ågot. Hann vísir á, at seinastu tvær vikurnar royndu teir vestur úr Mykinesi. - Tá veiðan er løgd upp, verður gjørt klárt at fara til Grønlands at taka ímóti fiski inni í Ummanak-fjørđinum [...] vóru har síðsta summar, og teir vóru so mikið væl nøgdir, at vit eru bidnir um at koma aftur í ár. Símun í Vátutoft leggur til stuttleikar aftrat, at Hjaltur og Ólavur hjá Ågot høvdu føðingardag hin 18 mai
eitt ávíst skuffilsi at hóma millum fólk móti okkara politikarum, at tey ikki hava gjørt meira fyri hesum málinum. So nú kommunuval verður í heyst, so er hetta eitt gott høvi hjá okkum at leggja trýst á tey [...] við einum tilmæli fyri nøkrum árum síðani at steingja føðideildina í Suðuroyar Sjúkrahúsið, hevur nógv kjak verið um avgerðina. Tað er tó fyrst síðstu vikurnar, at tann mótstøðan, ið hevur verið móti ætlanini [...] sigur Ása Hentze, nevndarlimur í Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ása Hentze greiðir frá, at ætlanin við fundinum er at finna útav, hvussu nógvan stuðul bólkurin kann vænta sær frá lokalpolitikarunum. - Vit
staðfestir, at í løtuni mangla 16.500 yvirmenn í flotanum, men at longu í 2025 verður tørvur á 147.500 yvirmonnum afturat. Hóast talið á yvirmonnum væntandi fer at vaksa, so væntast tørvurin á yvirmonnum at vaksa [...] Kanningin vísir á, at hesi seinastu fimm árini hevur vinnan lagt seg eftir at útvega, læra upp og varðveita sjómenn og økja um áratalið, sum sjómenn sigla. Kanningin vísir eisini, at um tað ikki verður [...] vøksturin í eftirspurninginum av sjómonnum at skapa ein álvarsaman mangul í samlaða útboðnum av yvirmonnum, skrivar Vinnuhúsið. Hinvegin metir kanningin, at tað í løtuni er eitt yvirskot á umleið 119.000
her fyri at fráboða, at irakska flaggið fer skjótt aftur at veittra yvir Fallujah. Tað segði Haider Al-Abadi, irakski forsætisráðharrin, á tíðindafundi, nú stjórnarherurin er farin í holt við at vinna býin [...] 2014. - Í dag fara vit at ríva niður svørtu fløggini hjá hesum vanvirðisligu fremmandafólkunum, ið hava stolið okkara kæra bý. Tíðin er komin at seta Fallujah í frælsi og vit fara at sigra. ISIL hevur ongan [...] møguleikan enn at rýma. Um vikuskiftið heitti irakski herurin á íbúgvarnar um at rýma úr býnum ella heysa eitt hvítt flagg, so tey ikki lógu eftirá tá bardagarnir byrjaðu. Mett verður at umleið 75.000 íbúgvar
ár skipar Føroya Tele fyri GameJam-tiltaki í Føroyum. Endamálið er at savna fólk at gera telduspøl. Í stuttum gongur GameJam út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innan 48 tímar, og síðani vísa [...] tað arbeiðskrevjandi at framleiða telduspøl, sum eru kappingarfør á tí risastóra marknaðinum, sum telduspælmarknaðurin er. - Tó er góður møguleiki saman at skapa grundarlag fyri at vit kunnu gera okkum [...] eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Samstundis
tey ætla at arbeiða við tað komandi árið. Tey fimm økini eru: At leggja trýst á politisku myndugleikarnar um at koma við einari langtíðarætlan fyri føroyska lestrarstuðulin. At virka fyri at fleiri le [...] Føroyum. At tað skulu koma fleiri lestraríbúðir í Føroyum. At gera tað lættari hjá føroyskum útisetum at skráseta seg til løgtingsval, og at styrkja um samstarvið við onnur norðurlondsk lestrarfeløg. At skipa [...] Fundurin byrjaði við at virkandi formaðurin, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, greiddi frá gongdini seinasta árið. Síðani komu landstýriskvinnan, Kristina Háfoss, og løgmansfrúan Katrin Apol, at greiða frá teirra
Gunvør Balle sigur í lesarabrævi í dag, at eftir síni metan eigur býráðið at bíða við havnaútbyggingini, inntil eitt nýtt býráð er komi til. Gunvør Balle vísir á, at sum borgari í Tórshavnar kommunu kennir [...] aðra staðni og hvussu hetta kemur at ávirka fíggjarliga rásarúmið hjá kommunini, ið m.a. byggir ein risastóran skúla á Fløtum. - Tað ber boð um tilafturskomnan hugburð, at leggja eina stóra, larmandi og dálkandi
At kvinnuligu lærararnir liva longri enn mannligu starvsfelagarnir merkir, at tær í síðsta enda kunnu vera fyri mismuni, tá ið tað kemur til eftirlønarútgjald. - Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg vart [...] lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og áramál. Hetta kemst av, at hagtølini vísa, at kvinnur liva longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri, skrivar [...] vart við, at munur verður gjørdur á kynunum, tá eftirlønin verður útgoldin. Mær vitandi er eingin broyting hend, hóast hesin útrokningarháttur virkar sera ótíðarhóskandi, skrivar Maria V. Hansen á heimasíðuni
kappingarárinum vóru spáddir av fleiri at enda niðast í deildini. Góða avrikið frá farna kappingarárinum, hevur eisini fingið fleiri stórfeløg runt í Evropa, at lata eyguni upp fyri fleiri av leikarunum [...] til at teir fara nakran veg. Einasti leikari sum er farin úr Leicester er miðvallarin N’Golo Kanté, sum hevur skift til Chelsea. Við bretskar miðlar sigur Claudio Ranieri. - Ætlanin hjá mær er at halda [...] gjarna sleppa avstað, so hann skal hava góða eydnu við tí. Men hinir leikararnir hjá mær ynskja allir at vera verandi. Leicester hevur í summar styrkt eitt sindur um hópin. Felagið hevur fingið tilgongd av