Gunvør Balle sigur í lesarabrævi í dag, at eftir síni metan eigur býráðið at bíða við havnaútbyggingini, inntil eitt nýtt býráð er komi til.
Gunvør Balle vísir á, at sum borgari í Tórshavnar kommunu kennir hon seg ov illa kunnaða um verkætlanina. Hon saknar eina breiðari kunning, ið kundi komi øllum til góðar. Hon eftirlýsir m.a. grundgeving fyri hví havnin ikki verður løgd aðra staðni og hvussu hetta kemur at ávirka fíggjarliga rásarúmið hjá kommunini, ið m.a. byggir ein risastóran skúla á Fløtum.
- Tað ber boð um tilafturskomnan hugburð, at leggja eina stóra, larmandi og dálkandi bingjuhavn beint uttan fyri sjálvt sentrum í høvuðsstaðnum, sigur Gunvør Balle í lesarabrævi, ið kann lesast her.










