Sólskinssøgan í farna fótbóltskappingarárið runt allan heimin, var enska felagið Leicester, sum óvæntað vann Premier League. Hetta hóast teir undan kappingarárinum vóru spáddir av fleiri at enda niðast í deildini.
Góða avrikið frá farna kappingarárinum, hevur eisini fingið fleiri stórfeløg runt í Evropa, at lata eyguni upp fyri fleiri av leikarunum á liðnum hjá Leicester. Millum annað Jamie Vardy og Riyad Mahrez, hava fleiri ferðir verið settir í samband við eitt skifti vekk frá Leicester.
Men tað er ikki líkt til at teir fara nakran veg. Einasti leikari sum er farin úr Leicester er miðvallarin N’Golo Kanté, sum hevur skift til Chelsea.
Við bretskar miðlar sigur Claudio Ranieri.
- Ætlanin hjá mær er at halda uppá leikararnar. N’Golo Kanté vildi gjarna sleppa avstað, so hann skal hava góða eydnu við tí. Men hinir leikararnir hjá mær ynskja allir at vera verandi.
Leicester hevur í summar styrkt eitt sindur um hópin. Felagið hevur fingið tilgongd av Luis Hernandez, Nampalys Mendy, Ahmed Musa og Ron-Robert Zieler.










