Ågot er komin á Klaksvík við umleið 110 tonsum av brosmu og longu. Fiskiskapurin hevur ikki vignast nakað serligt henda túrin.
- Vit byrjađu túrin tann 19. apríl suðuri móti bretskt/ føroyska markinum, og fluttu okkum síðan bæði vestur á Bill Bailey's og út á Íslandsryggin.
Tað sigur Símun í Vátutoft, sum er við Ågot. Hann vísir á, at seinastu tvær vikurnar royndu teir vestur úr Mykinesi.
- Tá veiðan er løgd upp, verður gjørt klárt at fara til Grønlands at taka ímóti fiski inni í Ummanak-fjørđinum. Vit vóru har síðsta summar, og teir vóru so mikið væl nøgdir, at vit eru bidnir um at koma aftur í ár.
Símun í Vátutoft leggur til stuttleikar aftrat, at Hjaltur og Ólavur hjá Ågot høvdu føðingardag hin 18 mai, og henda dagin hildu teir umborð við góðari steik og lagkøku.
Við Ågot á hesum túrinum vóru 13 mans.










