Soleiðis vilja tey hava tað at vera

Leygardagin 28. mai, sum er leygardagin komandi, verður aftur skipað fyri bátahugna í Hvalvík.

Leygardagin 28. mai, sum er leygardagin komandi, verður aftur skipað fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í nøkur ár. Tað, sum sermerkir tiltakið í Hvalvík, er, at bátahugnin í fyrsta lagi snýr seg um fólk, sum koma við bátum og seinnu árini eisini við kampingvogni.

 

Bátahugnin er ikki ein stevna við alskyns stevnutiltøkum og undirhaldi, soleiðis sum vit kenna tiltøkini á Toftum og Vestmanna. Hetta er eitt annað konsept, sum roynt verður at halda fast við, tí bæði meðan tiltakið er og í afturmeldingum eftir tiltakið siga bátaeigarar og kampingfólk, at hetta er júst tað, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík.

 

Í Sundalagnum hava bátaeigarar og fólk við áhuga fyri sigling stovnað Sundalags Bátafelag, og formaður er Dia Petersen. Hann sigur, at tiltakið hesaferð verður skipað á sama hátt, sum undanfarin ár. Í fjør vóru umleið 70 bátar, og okkurt árið hevur bátatalið táttað í hundrað. Alt veldst um veðrið, og hvør er heima. Hinvegin fæst ikki ein betri siglingarleið her í miðstaðarøkinum enn Sundalagið.

 

Dia Petersen sigur, at í ár hava bátaeigarar møguleikan at boða frá luttøku frammanundan og soleiðis fáa tey bestu plássini í bátahylinum. Longu í síðstu viku høvdu einir 18 bátaeigarar boðað frá, at tey koma, og hesir bátar fáa allir pláss við innastu brúgvarnar, har pláss er fyri umleið 22 bátum.

 

- Tá so siglingin verður leygardagin av Selatrað til Hvalvíkar, sleppa bátaeigarar, sum frammanundan hava bílagt sær pláss, at liggja við sína egnu brúgv, tá bátafylgið kemur aftur til Hvalvíkar.

 

Dia Petersen sigur, at bátarnir, sum verða við í siglingini av Selatrað til Hvalvíkar leygardagin, møtast út fyri Selatrað klokkan 13.30, og síðan er væntandi, at bátafylgið við Juvel hjá Heðini Zachriasen á odda verður í Hvalvík umleið ein tíma seinni.

 

Í Hvalvík verður borðreitt við ókeypis smyrjibreyði við føroyskum viðskera í tjaldinum til umleið klokkan 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin at fáa sær ein bita og okkurt leskandi. Bátafelagsformaðurin sigur, at tað, sum er nýtt í ár, er, at royndi og dugnaligi kokkurin, Ruben Busk, sum býr í Hósvík, fer at grilla og selja búffar í bátafelagshúsinum á havnalagnum frá umleið klokkan 16.30 til 22.

 

- Tá so kvøldið kemur, verður skipað fyri felagssangi í tjaldinum, og her verður hildið á til langt út á náttina, sigur Dia Petersen.