Fara at mangla yvirmenn

150.000 yvirmenn fara at mangla í heimshandilsflotanum, men hinvegin er talið á dekkarum ov høgt.

Ein stór kanning av handilsflotanum staðfestir, at í løtuni mangla 16.500 yvirmenn í flotanum, men at longu í 2025 verður tørvur á 147.500 yvirmonnum afturat.

 

Hóast talið á yvirmonnum væntandi fer at vaksa, so væntast tørvurin á yvirmonnum at vaksa skjótari enn. 

 

Kanningin vísir á, at hesi seinastu fimm árini hevur vinnan lagt seg eftir at útvega, læra upp og varðveita sjómenn og økja um áratalið, sum sjómenn sigla. Kanningin vísir eisini, at um tað ikki verður gjørt munandi meira við útbúgvingarstøðið, fer vøksturin í eftirspurninginum av sjómonnum at skapa ein álvarsaman mangul í samlaða útboðnum av yvirmonnum, skrivar Vinnuhúsið.

 

Hinvegin metir kanningin, at tað í løtuni er eitt yvirskot á umleið 119.000 dekkarar, tí eftirspurningurin síðan 2010 bara er vaksin við einum prosenti.

 

Kina sær út til at hava yvirtikið leiklutin hjá Filipsoyggjum sum størsti einstaki veitari av sjómonnum, sum eru útbúnir til altjóða handilsflotan (hóast Filipsoyggjar enn eru størsti veitari av dekkarum).

 

Sambært upplýsingum frá altjóða shipping feløgum sær tað tó út til, at kinesiskir sjómenn ikki eru so tøkir til altjóða tænastu, og tey meta Filipsoyggjar og Russland verða eins týdningarmiklar veitarar av yvirmonnum, tætt fylgd av Ukraina og India.