aðrastaðni sera lág, men Bjørn Skogstad Aamo sigur, at bankarnir eiga at siga fólki, at rentan kann koma upp á t. d. sjey prosent um eini trý ár. Ein slík rentuhækking skal ikki koma óvart á fólk, og tí fer eftirlitið [...] lítið eftirlit við tí, sum bankarnir gera. Hetta hevur kreditteftirlitið tikið til eftirtektar, men Bjørn Skogstad Aamo, stjóri, sigur, at eftirlitið fer kortini ikki at seta mark fyri, hvussu nógv ein banki
komu frá teirra uppgávu á pallinum. Meira selskap Tá ein løta var gingin, komu enn fleiri á pallin. Systir Pætur, Tóra, og Eyðun Nolsøe, sum í kvøld fer at standa á pallinum á Vágsbøi saman við Frændum [...] egnu stovu og sungið. Pætur kom einsamallur á pallin fyrst. Hann spældi eina greipu, sum hann sjálvur málbar seg. Tað vóru tvey sálmaløg, sum hann spældi á keyboard. ? Eg valdi tey, tí hetta eru tvey løg [...] og Over the rainbow. Eftir hetta fekk hann selskap á pallin. Trummuspælarin, Jens Pauli Joensen, og bass-spælarin Agnar Lamhauge, sum settu teirra dám á restina av framførsluni. Teir tríggir spældu so nøkur
eisini á húsarhaldsskúla í høvuðsstaðnum. Komin norður aftur til heimbygdina arbeiddi hon í Klæðnabúðini. Nakað væl eftir stríðslok hittust tey bæði Brynjolfur á Heygum, sonur hin navnfræma Ólav á Heygum [...] Tey bæði eiga tvey børn, sum bæði eru alkend í Føroyum. Bjørn á Heygum advokat, samfelagsrevsara og fyrrverandi politikkara og songlerkin Rúnu á Heygum. Mia kom at sita einsamøll tá ið maðurin doyði hin [...] Ídag fyllir Mia á Heygum áttati ár. Hon varð borðin í heim í Vestmanna hin 10. august 1924 og hevur búð í heimbygdini øll hesi árini. Foreldrini vóru Maria Hummeland og Hálvdan Haldansen. Sum ung tænti
300 krónur kvotu, tá eg vaknaði eftir eina nátt á tveymanskamari á Gistingarhúsinum undir Heygnum á Tvøroyri. Á pappírinum er Gistingarhúsið undir Heygnum eitt vallarheim. Tú fært eina song og atgongd til [...] ber alt so øgiliga væl til, hugsi eg nøgdur á veg til Tvøroyrar. Á Drelnesi sleppa vit upp í rutuna til norðastu bygd á Suðuroynni, og eftir ein túr ígjøgnum stórsligna náttúru og tvey minni stórsligin berghol [...] vaknar. Men í veruleikanum er eitt stórt men. Á einum vanligum vallarheimi finnur tú ikki induktiónskókiplátur, ikki baðikar, ikki leðurmøblar, ikki sjónvarp á hvørjum kamari, fyri ikki at tala um fýra ymisk
ðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt fyri tingið, er nakað at tosa um í mun til økta veiðitrýstið, vit hava havt, síðan vit fingu fiskidagaskipanina. Hann vísir á, at í lógini um vinnuligan [...] "nummarplátur", síðan lógarbroytingar vórðu framdar á økinum. Hetta hevur eisini verið við til at máað støðið undan fiskidagaskipanini. - Eg vísti í síni tíð á, at henda broyting í lógini var í stríð við grundlógina [...] og í fleiri førum er talan um rættiliga stóra øking. Haraftrat hevur umsetiligheitin økt um trýstið á fiskastovnarnar. - Upprunaliga var eg ímóti umsetiligheit, men seinni havi eg ásannað, at skal vinnan
myndamaðurin tøma okkara øl og fara út á gøtuna aftur. So var tað opinbart ikki her, vit skuldu finna náttarlívið á Tvøroyri. Klokkan er ellivu og her er líka steindeytt sum á fulla mánanum uppiyvir okkum. Í [...] Best man vera at fara heim aftur at bíða til eftir midnátt. Tveir tímar seinni standa vit aftur á gøtuni á Tvøroyri. Her er líka manntómt sum fyrr, men nú koyra væl fleiri bilar. Uttan at vita nágreiniliga [...] hvar náttarlívið á Tvøroyri gongur fyri seg í kvøld, og eingin bilur er steðgaður, so nú má ein av neyðsynjarhættunum nýtast. Eg ringi eftir einum taxa. Vit skulu hartil, sum náttarlívið á Tvøroyri er , sigi
tonsakvotur av toski og hýsu á innaru leiðunum, tí fiskidagaskipanin byggir á dagar og ikki á tonsatøl. Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, at niðurskurðurin í dagatalinum á Føroyabanka uppá 10% er alt [...] maðurin skjýtir upp, at fiskidagarnir á landgrunninum bert verða skerdir við 1,5%, og skerjingin á Føroyabanka ætlandi verður 10%. Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hann [...] í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt uppskot fyri tingið um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Í høvuðsheitum mælir landsstýrið til, at fiskidagarnir á landgrunninum verða
fiskiár, sum byrjar 1. september. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skjýtur upp at fiskidagarnir á landgrunninum skulu skerjast 1,5%, at fiskidagarnir á Føroya Banka skulu skerjast 10% og [...] Fiskidagar ? Eg haldi, at Bjørn Kalsø hevur verið ov varin. Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, heldur ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10%. Eitt tað fyrsta [...] Við eini skerjing upp á 1,5% er í hvussu so er lagt upp fyri, at flotin verður effektivari. 10% ov lítið Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10%. ? Hetta
varisligan niðurskurð upp á 1,5%. Men hann mælir kortini til, at fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir 10%. Samstundis skal Føroya Banki friðast í gýtingartíðini. Bjørn Kalsø vísur á, at áhugin fyri Føroya [...] Fiskidagar ? Fiskidagarnir á landsgrunninum skulu skerjast 1,5%. Tað er ætlanin hjá landsstýrinmum. Tá ið Løgtingið varð sett á miðdegi Ólavsøkudag, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum [...] sum royna eftir upsa. Kortini hevur Bjørn Kalsø skotið upp, at skerjingin verður javnt býtt ímillum allar bólkar. Møguligar økisfriðingar Bjørn Kalsø vísur eisini á, at Fiskirannsóknarstovan mælir til
hesar: Samgongan:Kaj Leo Johannesen, liðskipari, Bárður Nielsen, Bjørn Kalsø, Fritleiv Olsen, HøgniMikkelsen, Helgi Abrahamsen, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Heðin [...] Dysturin millum samgongu og andstøðu verður á Ovara Vølli í Gundadali fríggjadagin kl. 16. Liðini spæla í T-troyggjum við búmerkinum til átakið: ?Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum? hjá Amnesty International