Í Noregi er kreditteftirlitið farið at stúra fyri, at fólk læna seg um rygg, og tí hevur eftirlitið gjørt av at halda eygað við útlánspolitikkinum hjá bankunum, skrivar Dagbladet.
Upprunin til avgerðina er, at Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, fyrr í summar segði, at myndugleikarnir hava ov lítið eftirlit við tí, sum bankarnir gera. Hetta hevur kreditteftirlitið tikið til eftirtektar, men Bjørn Skogstad Aamo, stjóri, sigur, at eftirlitið fer kortini ikki at seta mark fyri, hvussu nógv ein banki kann læna einum húsarhaldi. Hansara áskoðan er, at tað hevði kanska verið rættast at hækka rentuna fyri at tálma eftirspurninginum eftir lánum.
Í løtuni er rentan í Noregi eins og aðrastaðni sera lág, men Bjørn Skogstad Aamo sigur, at bankarnir eiga at siga fólki, at rentan kann koma upp á t. d. sjey prosent um eini trý ár. Ein slík rentuhækking skal ikki koma óvart á fólk, og tí fer eftirlitið nú at tryggja sær, at bankarnir ávara fólk um tað, tá teir veita fólki lán við lágari rentu.










