Fiskidagar
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt uppskot fyri tingið um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Í høvuðsheitum mælir landsstýrið til, at fiskidagarnir á landgrunninum verða skerdir við 1,5% yvir ein kamb. Í uppskotinum verður Føroyabanki kortini undantikin; har skulu fiskidagarnir skerjast við 10%, samstundis sum bankin skal friðast í gýtingartíðini. Aftrat hesum ætlar landsstýrismaðurin at skerja hjáveiðina hjá lemmatrolarunum á innaru leiðunum. Tó verður í uppskotinum einki sagt um, hvussu stór henda skerjing skal verða.
Uppskotið hjá landsstýrismanninum er als ikki í tráð við tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum mælti til nógv størri skerjingar av veiðitrýstinum.
Avleiðingar
- Vit gera okkara tilmæli til landsstýrismannin, og síðan er tað upp til politisku myngugleikarar at taka ráðini til eftirtektar ? ella at vraka tey. Soleiðis er skipanin, og soleiðis eigur tað at vera. Politikararnir kunnu fylgja okkara ráðum ella vraka tey. Okkara ráð eru ikki fylgd, nú landsstýrismaðurin skjýtir upp, at fiskidagarnir á landgrunninum bert verða skerdir við 1,5%, og skerjingin á Føroyabanka ætlandi verður 10%.
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hann hvørki er nøgdur ella ikki nøgdur við tilmælið hjá landsstýrismanninum.
- Vit gera tað, sum skipanin áleggur okkum at gera, og til tess at náa hesum máli, hava vit havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, sum ger sínar regluligu kanningar, har yvirlitstrolingarnar eru ein týðandi partur av hesum arbeiði. Vit kanna eisini aldursbýtið hjá fiskinunum, og hvussu veiðan hjá skipunum broytist.
Fiskirannsóknarstovan heldur, at veiðitrýstið er ov stórt, og at tað hevur avleiðingar fyri fiskiskapin undir Føroyum, at politisku myngugleikarnir ikki taka neyðugu stigini til tess at minka um trýstið.
Smáur fiskur
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at ein avleiðing av stóra trýstinum á fiskastovnarnar er, at fiskurin er so smáur.
- Vit síggja, at fiskurin er rættiliga smáfallandi, og hetta er ikki minst galdandi fyri upsan. Ein orsøkin er, at fiskurin sleppur ikki at gerast gamal. Tann stóri fiskurin verður veiddur, og tann smái fiskurin verður eisini tikin, áðrenn hann er vaksin. Við verandi veiðitrýstið hevur fiskurin eftir øllum at døma ongan kjans at veksa.
Spurdur, hvussu tað ber til, at nøgdirnar av smáum fiski eru so stórar, tá ið veiðitrýstið sambært fiskifrøðingum er ov stórt, sigur hann, at hetta kemst av, at vit hava havt góðar árgangir.
- Talið av stórum fiski í havinum er sjálvsagt minni enn av smáum fiski, og tá ið trýstið er ov stórt, minkar talið av tí størra fiskinum uppaftur meira, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Ofta hevur verið ført fram, at fiskidagaskipanin, sum vit fingu fyri átta árum síðan, er sjálvregulerandi á tann hátt, at er nógv til av fiski, verður veiðan størri ? og er minni til, verður veiðan minni. Men treytin fyri, at skipanin kann vera sjálvregulerandi er, at veiðitrýstið ikki økist.
- Vit halda, at veiðitrýstið er nógv økt undir fiskidagaskipanini - við nýggjari skipum, bæði á trol-og húkaveiði.
Spurdur, um tað ikki tekniskt ber til at prógva økta veiðitrýstið, sum Fiskirannsóknarstovan vil vera við hevur verið, sigur Hjalti, at tað saktans letur seg gera, men hetta er ikki so einfalt.
- Vit hava ikki orku til at gera hetta, sigur hann.
Hjalti vísir á, at einki stendur í stað, og tað ger veiðitrýstið heldur ikki, tá ið flotin verður effektiviseraður.
- Trolararnir eru vorðnir effektivari, og tað eru línuskipini og útróðrarbátarnir eisini. Vit kunnu siga, at talan er um smáar einstakar effektiviseringar, sum tilsamans gera stóran mun, sigur hann.
Trolararnir
Í uppskotinum hjá landsstýrismanninum verður mælt til at skerja veiðina hjá lemmatrolarum eftir toski og hýsu.
Vit spurdu Hjalta, hvønn týdning tað hevur havt fyri toska-og hýsustovnin, at partrolarar í størri mun hava roynt eftir toski og hýsu, nú upsaprísurin hevur verið so lágur.
- Sjálvsagt ger alt mun, men her eiga vit at hava í huga, at partorlararnir í fjør ikki fiskaðu ta nøgd av toski og hýsu, sum teir sambært fiskisagaskipanini hava loyvi at fiska, og tí er ikki nógv av siga um hetta, so leingi teir fiska sambært galdandi lóg.
Hjalti er hinvegin ikki so fegin um, at lemmatrolararnir hava tonsakvotur av toski og hýsu á innaru leiðunum, tí fiskidagaskipanin byggir á dagar og ikki á tonsatøl.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, at niðurskurðurin í dagatalinum á Føroyabanka uppá 10% er alt ov lítil, tí veiðitrýstið á bankanum er tvífaltað seinastu tvey árini.
- Vit mælti til, at veiðitrýstið á bankanum verður tað sama sum fyri tveimum árum síðan, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda.










