Ídag fyllir Mia á Heygum áttati ár. Hon varð borðin í heim í Vestmanna hin 10. august 1924 og hevur búð í heimbygdini øll hesi árini. Foreldrini vóru Maria Hummeland og Hálvdan Haldansen. Sum ung tænti hon hjá apotekaranum í Havn, hetta var stríðsárini, og tá gekk hon eisini á húsarhaldsskúla í høvuðsstaðnum. Komin norður aftur til heimbygdina arbeiddi hon í Klæðnabúðini. Nakað væl eftir stríðslok hittust tey bæði Brynjolfur á Heygum, sonur hin navnfræma Ólav á Heygum, og gingu tey saman í hjúnalag í 1953. Brynjolfur hevði egið virkið og tá fór Mia at taka sær av húsinum burturav. Tey bæði eiga tvey børn, sum bæði eru alkend í Føroyum. Bjørn á Heygum advokat, samfelagsrevsara og fyrrverandi politikkara og songlerkin Rúnu á Heygum. Mia kom at sita einsamøll tá ið maðurin doyði hin 19. juli 1986. Mia hevur verið ein dugnalig kona og hevur røkt starvið sum húsmóðir, mamma og omma fyrimyndarliga. Og í Føroyum man hon best vera kend fyri at svimja á vánni í Vestmanna at kalla hvønn dag, eitt ítriv sum byrjaði í 1961, av heilsuávum, og seinri gjørdist ein góður vani. Sjónvrpið gjørdi eitt innslag um hetta fyri nøkrum árum síðani og tað eru tað mong sum minnast og taka til. Tað hevur verið stimbrandi at kent eina so positiva, glaða og viðeiriliga kvinnu, ið bara er við tí góða orðinum. Blíðskapurin er altíð í hásæti og stákanin øgilig tá ið komið verður á gátt. Hon fylgir væl við í tí sum fyriferst í samfelagnum og hevur sína meiningar um øll lívsins viðurskifti, eisini um politikk. Og tað er onki yvir at dylja, at í politikki hava hon og sonurin ikki altíð drigið eina línu. Hon liggur uttarlagað á fullveldisvonginum. Ongin, sum ikki veit tað frammanundan, hevði hildið, at hon nú fer um kappaaldur. Hennara ungdómliga sinni ger, at hon tosar við ungdómar, sum var hon um sama aldur. Í vikuni sum fór, legði hon av landinum við Norrønu, og nú hon fyllir runt, er hon á veg í bivreið av eysturlandinum og vestur eftir Íslandi saman við næstu fjølskyldu síni. Mia eigur 5 ommubørn. Hjartaliga tillukku við degnum.