Krabbagággan skrivar:
Eitt gistingarhús sunnanfyri við útsýni yvir hav og egnari bátabrúgv. Tað ljóðar fínt, og tað ljóðar eisini dýrt.
Men dýrari enn so var tað nú ikki. 125 krónur vóru eftir av mínari 300 krónur kvotu, tá eg vaknaði eftir eina nátt á tveymanskamari á Gistingarhúsinum undir Heygnum á Tvøroyri.
Á pappírinum er Gistingarhúsið undir Heygnum eitt vallarheim. Tú fært eina song og atgongd til bað og køk. Eingin morgunmatur stendur fyri tær, tá tú vaknar.
Men í veruleikanum er eitt stórt men.
Á einum vanligum vallarheimi finnur tú ikki induktiónskókiplátur, ikki baðikar, ikki leðurmøblar, ikki sjónvarp á hvørjum kamari, fyri ikki at tala um fýra ymisk sløg av hvítleykspressarum.
Tú fært heldur ikki eitt fýramannafar at brúka, termodraktir at lata teg í - um tú skuldi brúkt tað - tráður í langar banar og eina risastóra grill at steikja fongin á - alt samalt uttan eyka kostnað.
Og so er tað líka reinførið.
- Je tolereri ikki at tað er reint, sigur tann prátingarsami maðurin, Eirikur, sum eigur gistingarhúsið, ið læt upp fyri bert tveimum mánaðum síðan.
- Je krevji at tað skal vera óluksáliga reint.
Seinni frætti eg úti í býnum, at hitt gistingarhúsið í býnum, Hotel Tvøroyri, um yvirhøvur møguligt, skal vera enn reinari enn hetta.
Eigarin er av góðum grundum ikki sørt stoltur um sítt nýggja gistingarhús. Tá hann keypti hetta húsið, hevði eingin búð her í áravís, letur hann okkum skilja. Nú skínur tað innan sum uttan.
Umframt at vera gistingarhúseigari er hann er skipari og dugir eina góða søgu og tvær afturat. Myndamaðurin situr og hálvgum durvar á einum stóli, tá hann verður vaktur við einum naskum spurningi.
- Veitst tú hvat hatta er fyri ein stólur tú situr á?
Tað veit hann ikki, men gitir at tað er ein bambusstólur.
- Bambus? Nei hatta er træ, gott træ. Veitst tú hvør hasin stólurin er gjørdur til?
Tað veit myndamaðurin heldur ikki.
- Anwar Sadat.
Tað var sum f...
Og so fáa vit alla søguna. Anwar Sadat skuldi á almenna vitjan í Danmark, so danski staturin fekk gjørt stólar og eina sofu til Anwar Sadat. Men so bleiv stakkalin skotin, og hvat ger man so við spesialgjørdar stólar sum hesar. Á onkran hátt endaðu teir í Det Blå Pakhus á Amager, har kom ein føroyskur skipari framvið, og restina av søguni kenna vit.
Hvussu er og ikki, søgan er góð, og stólarnir eru útmerkaðir at sita í.
Gangandi eftir gøtuni á Tvøroyri í tungum sirmi leitandi eftir morgunmati verði eg tiltalaður á donskum. Løgið at ein hgrønur vindjakki við hettu, morgunhár, skitnar buksur og renniskógvar skulu taka alt føroyskt brá av mær, hugsi eg. Hevði tað so verið tað, at eg hevði ryggsekkin á bakinum.
Men so ringir klokkan. Bókstavliga. Kirkjan ringir fólkið inn. Tað er sunnumorgun í kirkjutíð og eg gangi úti sum eitt kloddafyl og kenni meg sum dunna í staraflokki.
Eftir kirkjutíð fara vit báðir myndamaðurin útferð. Sluppin Johanna ger ein túr inn í Tjaldavíkina - har ætlanin er at grilla teilendskan mat. Men nú regnar, og vit ivast í um túrurin verður avlýstur.
- Der kom en træbåd sejlende forbi vinduet for et øjeblik siden, sigur ein kvinna á gistingarhúsinum, tá vit spyrja, um hon hevur sæð eina slupp stevna inn ígjøgnum fjørðin, so túrurin er neyvan avlýstur kortini.
Fullfermd av fólki, tey flestu lokal, men nøkur ferðafólk eisini, stevnir stásiliga gamla sluppin úteftir fjørðinum. Hon fer tó ikki langt. Tjaldarvíkin er beint uttan fyri Tvøroyri. Grillin kemur fram, og skjótt byrjar at nøsin uppfanga matarroyk og senda svongdarboð niður í magan. Nógv, heilt nógv, teilendsk grillspjót seinni fáa vit báðir myndamaðurin gjørt lítið annað enn at smílast hvør eftir øðrum. Provianterað er til minst trýss fólk allan vegin til Hetlands. Her manglar einki.
Ætlanin er at vit skulu til Vágs í dag, og tað passar seg so væl at sluppin skal heim aftur til Vágs, so skjótt hon hevur sett fólkið av á Tvøroyri aftur. Teir umborð á sluppini gera ikki mætari enn at bjóða okkum og hinum ferðafólkunum, sum skulu til Vágs, at verða verandi umborð.
- So hava vit eisini tumlað eina slupp, sigur myndamaðurin meðan vit taka lívið av nøkrum grillspjótum afturat á veg útaftur eftir fjørðinum. Haðani fara vit undir dekk og í koyggjuna.
Vit vakna ikki fyrr enn sluppin hevur lagt at landi og fara beinleiðis tey fáu fet á Hotel Bakkan. 250 krónur fyri hvønn á dupultkamari er í yvirkantinum fyri eina krabbagággu, men okey, so má man liva bíligt næsta dag.
- Ein gongutúr yvir á Eiðið mugu tit fara, sigur hoteleigarin, og tað fara vit so. Her er stórsligið, og man hevur hug at kasta tey á sjógv, sum einaferð hava brúkt hetta plássið sum skrellispann fyri brúktar gravkýr og hvat man annars kann finna uppá at sleppa sær av við ein leygarmorgun í reingerðingslag.
Kvøldið kemur á okkum, vit møta blíðum lokalum, og tað gerst aftur seint, áðrenn dýnan kemur til sín rætt.
Næsta morgun fara vit í matstovuna til morgunmat. Her er dekkað upp til tveir. Vit eru einastu gestir á hotellinum. Tað er ikki tí at hotellinum feilar nakað. Tað eru bara eingi ferðafólk her í býnum.
- 590 krónur verður tað íalt, sigur daman í reseptiónini.
Vit standa negldir í gólvið. Hvør hevur nú hoyrt skeivt í gjár? Vit eru í Suðri, tað eru átta tímar til Smyril fer avstað, og vit hava fimm krónur í part at liva fyri.
Eitt er at gera. Vit fara til Sandvíkar, har Sosialurin hevur sína Suðuroyarredaktión. Hon er okkara einasta vón.
Bussurin er farin og kemur ikki aftur næstu tímarnar, so vit stilla okkum at tumla. Fyrsta akfar, ið kemur framvið er ein bussur hjá Bygdaleiðum. Bussførarin steðgar og sigur seg vera á veg til Tvøroyrar, haðani hann skal koyra rutukoyring til Vágs. Hóast rutukoyringin sostatt ikki byrjar, fyrr enn hann hevur vent á Tvøroyri, sleppa vit uppí. Her ber alt so øgiliga væl til, hugsi eg nøgdur á veg til Tvøroyrar.
Á Drelnesi sleppa vit upp í rutuna til norðastu bygd á Suðuroynni, og eftir ein túr ígjøgnum stórsligna náttúru og tvey minni stórsligin berghol eru vit frammi.
Komnir væl og virðiliga úr bussinum komi eg í tankar um, at vit gloymdu at gjalda bussføraranum. Men tá er hann longu komin hálvan vegin til Hvalbiar aftur.
Orsaka Bygdaleiðir. Redaktiónin í Sandvík hevur átikið sær at gjalda tykkum okkara skuld.
Eftir ein framúr bita á Suðuroyarredaktiónini fara vit ein gongutúr, náa at fáa karm, og sleppa okkum síðan við einum sandvíkingi aftur á Drelnes.
Tær fimm krónurnar í part hava vit brúkt til eina fløsku av vatni. Fíggjarætlanin fyri dagin helt.
Stórbæra sjáldsama saltsiloin, sum tíverri sær út til at kunna rapa nær tað skal vera, biður okkum farvæl, meðan vit sita umborð á Smyrli og angra, at vit ikki vórðu verandi í Suðuroy ein dag afturat. Nógv gott er at uppliva sunnanfyri, ikki minst sermerkta fólkaslagið, og her kennir man seg so deiliga fjart skotnan frá føroyska meginlandinum.