Tingmenn dystast

Uppstillingarnar eru nú greiðar til politiska fótbóltsdystin millum samgonguna og andstøðuna á tingi

Dysturin millum samgongu og andstøðu verður á Ovara Vølli í Gundadali fríggjadagin kl. 16. Liðini spæla í T-troyggjum við búmerkinum til átakið: ?Steðgið Harðskapi Móti Kvinnum? hjá Amnesty International. Við lutakasti er avgjørt, at samgongan leikar í svørtum og andstøðan í hvítum T-troyggjum. Andstøðan hevur ikki nóg mikið av fólki til eitt heilt fótbóltslið. Tískil eru nakrir leikarar leigaðir til endamálið. Uppstillingarnar eru hesar: Samgongan:Kaj Leo Johannesen, liðskipari, Bárður Nielsen, Bjørn Kalsø, Fritleiv Olsen, HøgniMikkelsen, Helgi Abrahamsen, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen,
Heðin Zachariasen, Kristian Magnussen, John Johannesen, Andrias Petersen, Henrik Old og <st1:PersonName$?$end$!$Hans Pauli Strøm</st1:PersonName$?$end$!$. Andstøðan: Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, liðskipari, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Karstin Hansen, Kári P. Højgaard, Dánjal Petur (Piddi)Hansen, Bill Justinussen, Kristian Martin Petersen, Niklái Petersen, Heini Holm, Jógvan Arge, Leivur Hansen, Sjúrður Skaale og Jákup Sverri Kass.&nbsp;&nbsp;&nbsp; <BR>Dómari verður Nemus Napoleon Djurhuus. Frásøgufólk verða Eir í Ólavsstovu og Sigrún Brend.
Atgongumerki kosta 50 krónur. Undir dystinum verður møguleiki at ogna sær sama slag T-troyggjur, sum tinglimirnir spæla í, fyri 160 kr. Møguleiki verður eisini at keypa aðrar Amnesty vørur og okkurt at leska sær við. Allur ágóðin av tiltakinum fer til Amnesty arbeiðið.