Fiskidagarnir skerjast 1,5%

Øll fiskidagaskipanin skal nú endavendast fyri at vita, um tað er neyðugt at gera broytingar

Fiskidagar

? Fiskidagarnir á landsgrunninum skulu skerjast 1,5%.
Tað er ætlanin hjá landsstýrinmum.
Tá ið Løgtingið varð sett á miðdegi Ólavsøkudag, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, uppskot fyri tingið um fiskidagarnar komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Hon hann mælir til at ein ógvuliga varisligan niðurskurð upp á 1,5%.
Men hann mælir kortini til, at fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir 10%. Samstundis skal Føroya Banki friðast í gýtingartíðini.
Bjørn Kalsø vísur á, at áhugin fyri Føroya Banka hevur verið munandi størri í hesum fiskiárinum enn undanfarin ár og tí er fiskidagatralið har vaksið rættiliga nógv við tað, at bátar hava keypt sær rættindi.
Bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin mæla til at fiskiskapurin verður avmarkaðurum, tí trýstið er ov stórt.
Harafturat ætlar landsstýrismaðurin at skerja hjáveiðikvotuna av toski og hýsu hjá lemmatrolarunum á innaru leiðunum. Men hann sigur onki um, hvussu stór tann skerjingin verður.
Lemmatrolararnir hava eina toskakvotu á innaru leiðum uppá 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um árið.
Hann fer eisini at umhugsa møguleikan at fáa lemmatrolararnar undir fiskidagaskipanina, men tað verður ikki í komandi fiskiári.

Sostatt verður talið á fiskidøgum í teimum ymsu skipabólkunum hetta í komandi fiskiári:

Bólkur 2:Partrolarar6.536fiskidagar
Bólkur 3:Línuskip yvir 110 tons2.415fiskidagar
Bólkur 4 A:Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons4.263fiskidagar
Bólkur 4 B:Útróðrarbátar størri enn 40 tons4.205fiskidagar
Bólkur 5:Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu21.449fiskidagar

Annars hevur gongdin í fiskidøgunum hesi seinastu árini verið soleiðis, at í 1997 vórðu teir lækkaðir 12,5 %, í 1998 vórðu teir lækkaðir 5 %, men í 1999, 2000 og í 2001 vórðu ongar broytingar gjørdar. Í 2002 varð dagatalið skorið 1% og í 2003 var tað skorið 2%.

Ómøguligt
Annars hevði Fiskirannsóknarstovan mælt til munandi størri skerjingar í næst ári.
Men Bjørn Kalsø heldur, at tað hvørki politiskt ella búskaparliga ber til at seta tær skerjingar í verk, sum Fiskirannsóknarstovan nælir til, tí avleiðingarnar fyri flotan, og virksemið kring landið, gerast ógvusligar.
Hinvegin heldur hann tað eisini vera skeivt onki at gera og at lata veiðitrýstið vera óbroytt í eini tíð, har fiskiskapurin er minkandi, fiskurin er minni, og fiskurin er verri fyri enn undanfarin ár.
Hetta kann eisini koma okkum aftur um brekkur í sambandi við brúkarakrøv um umhvørvismerking, segði Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at uppskotið, hann hevur lagt fyri tingið, byggir lutvíst á, at tekin um, at gróðurin er heldur betri enn fiskifrøðingar væntaðu fyrr í ár. Men hann hevur eisini hugsað um, at ein størri skerjing fer at fáa ógvusligar avleiðingar fyri vinnuna.
Hann sigur, at við teimum rættindum, sum eru um at flyta veiðiloyvi, keypa og selja dagar ímillum fiskifør og bólkar er grundarlag fyri, at tey einstøku fiskiførini kunnu tillaga seg broyttu umstøðurnar og saman við minkandi veiðitrýsti leggja grundarlag undir ein sjálvberandi fiskiflota, lívfrøðiliga og búskaparliga.
Fiskirannsóknarstovan mælti eisini til ymiskan niðurskurð í dagatalinum hjá teimum, sum royna eftir toski og hýsu, og hjá teimum, sum royna eftir upsa.
Kortini hevur Bjørn Kalsø skotið upp, at skerjingin verður javnt býtt ímillum allar bólkar.

Møguligar økisfriðingar
Bjørn Kalsø vísur eisini á, at Fiskirannsóknarstovan mælir til, at innaru landleiðirnar verða friðaðar fyri at verja ungfiskin.
Tí umhugsar hann eisini at seta ymsar friðingar í verk, men ongi stig verða tikin, fyrrenn tað er kannað, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri teir ymisku skipabólkarnar.
Annars vísur hann á, at fiskidagaskipanin hevur nú virkað í átta ár, og hann heldur, at tíðin er búgvin til at meta um, hvussu skipanin hevur virkað, hvørji viðurskifti eru broytt síðani tá.
? Ført hevur verið fram, at flotin er vorðin effektivari, at lógin um vinnuligan fiskiskap fleiri ferðir er broytt, at fiskimynstrið er broytt o.s.fr.
Tí ætlar Bjørn Kalsø sær at endavenda allari skipanini fyri at vita, um tað er neyðugt at gera broytingar.
Hann ætlar, at hetta arbeiðið skal vera liðugt í góðari tíð, áðrenn støða skal takast til dagatalið fyri fiskiárið 2005/2006.
Hann hevur eisini sett arbeiði í verk at finna eina smidligari skipan fyri bólk 5, útróðrarbátar undir 15 tons, og tann skipanin skal eftir ætlan setast í verk 1. mars, tá ið fiskiárið er hálvrunnið.


Mynd av Bjørn Kalsø

Tað er skeivt onki at gera, men ber heldur ikki til at skerja so nógv, sum Fiskirannsóknarstovna mælir til, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

?