byrjan upp á settið, og tær løgdu seg eisini á odda bæði 7-0 og 9-2. Men so vann TB bóltin, og Gudrid Nolsøe, ið var komin heim úr Danmark at spæla finalu, servaði TB upp á 8-9, og so var spenningur aftur [...] TB var sum hamskift, og tær snøgt sagt sópaðu Mjølnir av vøllinum. Í hesum settinum var snøgt sagt einki skil á spælinum hjá Mjølnir, og kvinnurnar úr Klaksvík gjørdu ein feil fyri og annan eftir. Góða gongdin [...] hevði TB ikki fingið gongd á blokkin hjá sær, og tað var fleiri ferðir, at blokkurin kiksaði hjá TB og harvið kostaði dýr stig. Mjølnir helt tørn alt settið, og tað endaði við at Lena í Búð servaði seinasta
ferð rundan um bilin og hyggja eftir, um øll ljósini lýsa, sum tey eiga. Best er at vera tvey um uppgávuna: annað situr í bilinum og tendrar fjarljósini, blunkljósini og bakkiljósini og traðkar á bremsuna [...] Tað er rætt og slætt vandamikið, at bilar koyra við ljósum, sum ikki eru í lagi. Endamálið við tiltakinum ?Lyktakanning? er stutt og greitt at fáa hvønn einstakan bilførara at steðga á og kanna viðurskiftini [...] mánadagin 30. oktober 2000. Tjúgu vinningar verða latnir, og Shell og Statoil lata helvtina hvør. Drigið verður í Breytini í Rás 2 fríggjadagin 13. november 2000, sigur Ferðslutrygd.
samráðast verður ongin arbeiðssteðgur. Og so leingi nakrar sum helst vónir eru fyri semju, ætla vit at halda á við samráðingunum og at taka okkum ta tíð, sum krevst. Og tað er so mangan komið fyri, at samráðingar [...] var ein rættiliga bjartskygdur semingsmaður, sum sat og legði seinastu fyrireikingarnar á alt avgerðandi semingsfundin ímillum arbeiðsgevararnar og tey fimm arbeiðarafeløgin. Terje Sigurðsson, semingsmaður [...] landsumfatandi arbeiðssteðgi. Semingsfundurin skuldi byrja klokkan 13 í dag, men frammanundan hava teir báðir semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen havt samband við partarnar alt vikuskiftið,
fingu Heidi og Eli Guttesen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 30. desember fingu Halla Seyer Johannesen og Pauli Johannesen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3770 [...] Hon var 55 cm. long og vigaði 4600 gr. 4. januar fingu Elsibeth Jacobsen og Geir á Lofti, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3325 gr. 5. januar fingu Lena Reinert og John Mikkelsen, Kaldbak [...] dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 5. januar fingu Birgit Beder og Bjarni Nielsen, Miðvágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3100 gr. 6. januar fingu Bodil og Jákup Joensen, Klaksvík
Møti. Hesi luttaka við talu, sangi og vitnisburði. Thomas J. Askham, Gulak og Jónhilda Hansen, Hallmar og Hedvig Winther, Jørgin Fr. og Hjørdis Jørgensen, Nimrod og Ebba Midjord. Regin Drangberg, Álvheðin [...] Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins [...] i á Norðasta Horni og einki møti í Missiónshúsinum. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudag kl. 11 Møti, Steindor Hjartalin og Tórbjørn Lágadal vitna og syngja. Eingin sunnudagsskúli og eingin familjutími
árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Tað skrivar athletics.fo á heimasíðu síni. Í fjør var kappiningin hjá monnunum sera spennandi og stóð hon ímillum Borgar Biskupstø og Sam Vang [...] Funningsfirði. Borgar hevði tó munin og vann kappingina. Á triðja plássi kom Niels Poulsen. Hjá kvinnunum vann Tórvør Ø. Vang og í hølunum á henni komu Beinta Joensen Hoydal og Ann Thomsen. Um tað viðrar, verður [...] øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum og annað gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.
Sumbingar eru fullir í sjálvsáliti, og teir ivast ikki í, at tað ber til hjá teimum at endurvinna plássið í 1. deild, og teir halda seg hava eitt lið, sum hoyrir heima í bestu og ikki næstbestu deildini: ? Vit [...] venja og samstundis syrgja fyri at hvíla nógv. Í Sumba hava teir vant tríggjar ferðir í hesi vikuni, men teir hava ikki havt stundir at hvíla. Meðan tað hevur verið ljóst, hava teir verið á fjalli, og um [...] um kvøldarnar hava teir flett ? tá teir ikki hava verið á Krossinum og vant. Hesa tíðina plagar mesta prátið at snúgva seg um seyð og tað, sum hoyrir heystinum til, men í hesi vikuni hevur fótbóltsprátið
arbeitt samdøgur eftir samdøgur fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi. Og so kortini hava alifyritøkur í økinum mist fleiri enn 13.200 tons av laksi. Á fundinum við norsku alararnar segði fiskimálaráðharrin [...] broytingum í skipanini og møguleikanum fyri endurgjaldi, soleiðis at alivinnan, sum er vorðin so hart rakt av eitrandi alguni, kann fáa ein part av mistu virðunum aftur. Eitt er, at alifeløg og framleiðsluvirki [...] í framleiðsluni á landi, men eisini, tá ræður um skattagrundarlagið hjá kommununum og teir ringvirkningar, sum vinna og arbeiðsfólk annars skapa í økinum.
stigatalvan 44 stig til Kvívíkingin og 44 stig til Argjabátin. Tá ið tað stendur á jøvnum siga reglurnar, at tann báturin, sum var stinnari í ólavsøkuróðrinum, er meistari, og í tí kappingini var eingin ivi: [...] so kostaði tað kvívíkingum gullkrónurnar, at teir bæði á Fjarðastevnu og Vestanstevnu komu á mál aftanfyri bæði Argjabátin og Fríggjaran, sum so rudduliga vann kappingina um bronsukrónurnar, men hesa [...] vunnið tvær tær undanfarnu ferðirnar. Vertirnir vóru blíðir, tí Ørvur og Knørrur fylgdu øllum hinum til dørs! 1 Argjabáturin 04:13.03 2 Kvívíkingur 04:15.05 3 Fríggjarin 04:15.08 4 Árnfirðingur 04:17.11
ferðir Fólk hava eisini verið dúglig at ringja til alarmsentralin og boða frá einum og hvørjum. 30 ferðir hevur løgreglan verið úti og fingið skil upp á full fólk – hesi annaðhvørt avdottin ella so full [...] teimum heilt grovu, sum onkutíð koma fyri. – Bert nevar og nasablóð, sum vakthavandi tók til. Í øllum fýra førunum var talan um fólk fyrst í tjúgunum, og royndirnar hjá løgregluni siga, at helst verður okkurt [...] var hann úti. Sambært rapportini hjá løgregluni var tíggju ferðir talan um sjúku, 13 ferðir at fólk vóru komin til skaða, og einaferð var tað okkurt annað, ella tað, sum stendur uppskrivað sum “øvrige”. Líktist