Ólavsøkan líktist vanligum vikuskifti

Av løgreglustøðini siga tey í morgun, at ólavsøkan hevur verið toliliga friðarlig, og í mangar mátar var hon ikki ólík einum vanligum vikuskifti

Gjøgnum alla ólavsøkuna, tað vil siga síðani ólavsøkukonsertina fríggjakvøldið, hevur høvuðsstaðurin verið fullur í fólki. Eisini fullum fólki. Tað merkir sjálvsagt arbeiði hjá løgregluni, men av støðini í morgun verður sagt, at ólavsøkan hevur verið toliliga friðarlig.


10 lógu nátt

Vakthavandi í morgun sigur, at tilsamans hava 10 fólk sovið rúsin av sær á løgreglustøðini. Tann seinasti kom inn klokkan hálvgum níggju í morgun, so onkur hevur hildið leingi á í nátt.

Løgreglan hevur eisini fingið fýra harðskapsmál at taka sær av. Harðskapur er sjálvandi vandamikil í sjálvum sær, men av teimum málum, sum eru meldað um ólavsøkuna, er einki av teimum heilt grovu, sum onkutíð koma fyri.

– Bert nevar og nasablóð, sum vakthavandi tók til. Í øllum fýra førunum var talan um fólk fyrst í tjúgunum, og royndirnar hjá løgregluni siga, at helst verður okkurt harðskapsmáli meldað aftrat í dag.


Sjúkrabilur úti 24 ferðir

Fólk hava eisini verið dúglig at ringja til alarmsentralin og boða frá einum og hvørjum. 30 ferðir hevur løgreglan verið úti og fingið skil upp á full fólk – hesi annaðhvørt avdottin ella so full, at tey vóru til ampa fyri onnur.

Sjúkrabilurin var eisini nógv brúktur. Tilsamans 24 ferðir var hann úti. Sambært rapportini hjá løgregluni var tíggju ferðir talan um sjúku, 13 ferðir at fólk vóru komin til skaða, og einaferð var tað okkurt annað, ella tað, sum stendur uppskrivað sum “øvrige”.


Líktist vikuskifti

Av øðrum tingum, sum løgreglan hevur tikið sær av, eru tvey mál um húsaófrið. Hetta er ikki meiri enn tað er eitt vanligt vikuskifti. Tað sama kann sigast um rúsdrekkakoyringina, tí á ólavsøku er bara ein førari tikin fyri at koyra ávirkaður.

Eisini harðskapsmálini, sum vóru fýra í tali, víkja lítið frá vanligu hagtølunum eitt vikuskifti, tá nógv fólk hevur verið í býnum.

So samanumtikið hevur tað verið toliliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku. Tey hava nøkur mál at arbeiða við, men har tað kanska best sæst aftur, at ólavsøka hevur verið, eru allir teir funnu lutirnir, sum eru komnir inn á støðina. Bróðurparturin av hesum er fartelefonir, mappur og visakort.

– Men tíverri ringja eisini nógv fólk og spyrja um ting, sum ikki eru komin til okkara, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.