Leygardagin 4. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.
Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Tað skrivar athletics.fo á heimasíðu síni.
Í fjør var kappiningin hjá monnunum sera spennandi og stóð hon ímillum Borgar Biskupstø og Sam Vang, sum í einum øgiligum endaspurti komu mest sum javnir um málstrikuna eftir at hava fylgst allan teinin úr Funningsfirði. Borgar hevði tó munin og vann kappingina. Á triðja plássi kom Niels Poulsen. Hjá kvinnunum vann Tórvør Ø. Vang og í hølunum á henni komu Beinta Joensen Hoydal og Ann Thomsen.
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 4. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai. Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina “Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr. Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1999) -Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1959-68) -Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1958)
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 3. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin. Luttøkugjaldið, sum er krónur 50, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.
Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum og annað gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.









