Lyktakanningin 2000 ? er peran í lagi?

Tíðindaskriv: Frá mánadegnum 16. oktober til sunnukvøldið 29. oktober verður skipað fyri lyktakanning

 

At lyktirnar lýsa, er tín ábyrgd!

Tað er rætt og slætt vandamikið, at bilar koyra við ljósum, sum ikki eru í lagi. Endamálið við tiltakinum ?Lyktakanning? er stutt og greitt at fáa hvønn einstakan bilførara at steðga á og kanna viðurskiftini. Tað skal ikki nógv meira til enn at ganga eina ferð rundan um bilin og hyggja eftir, um øll ljósini lýsa, sum tey eiga. Best er at vera tvey um uppgávuna: annað situr í bilinum og tendrar fjarljósini, blunkljósini og bakkiljósini og traðkar á bremsuna, so bremsuljósini lýsa.

Kanningarseðilin, sum verður útflýggjaður, tá ið tú keypir bensin ella olju, er ætlaður sum ?kekklisti?, tá ið hetta verður gjørt.


Finnur tú brek, má tað sjálvandi verða rættað!

Lýsir onkur pera ikki, má sjálvandi nýggj setast í. Er t.d. nærljósið øðrumegin farið, er best at skifta út hinumegin eisini, annars verður munur á ljósstyrkini, og tað kann elva til ótryggleika.

Tað er ikki altíð, at tað er peran, sum er farin. Mangan stavar brekið frá vánaligum elektriskum sambandi vegna rust ella irr. Um tað ikki hjálpir at skava og reinsa, er neyðugt at fara á verkstað, har kønar hendur kunnu rætta brekið.


Tú fært eina peru afturfyri...

Tá ið tú keypir bensin ella olju í vikunum, tá ið lyktakanningin er, fært tú ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili eru 8 spurningar um ljós. Tá ið tú kanst seta kross í allar kassarnar, er kanningin liðug fyri títt viðkomandi, og tú kanst lata seðilin inn aftur á eina bensinsølustøð hjá Statoil ella Shell. Letur tú seðilin inn, fært tú ein peru afturfyri ? at eta! Hetta er løn fyri gott arbeiði.


Lyktakanningi

og politiið

Lyktakanningin er í veruleikanum í tveimum pørtum. Fyrri parturin er upplýsingarátakið, meðan hin seinni er eftirkanningin, sum politiið tekur sær av. Fyrstu vikurnar í november verður serligt átak at kanna bilar.


Vinn ein tanga av bensini ella olju

Drigið verður ímillum innkomnu seðlarnar um at vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,- . Seinasta freist at lata svarseðilin inn er mánadagin 30. oktober 2000. Tjúgu vinningar verða latnir, og Shell og Statoil lata helvtina hvør. Drigið verður í Breytini í Rás 2 fríggjadagin 13. november 2000, sigur Ferðslutrygd.