Uppiborin steypasigur til Mjølnir

TB megnaði ikki at gerast steypavinnari fjórða árið á rað, tí í finaluni leygardagin var Mjølnir betra liðið, og klaksvíkskvinnur vunnu uppiborið.

Karmarnir vóru av teimum bestu, tá ið kvinnuliðini hjá Mjølnir og TB fóru á vøllin í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin at spæla steypafinalu. At tað eisini vóru júst hesi bæði lið, sum hittust í finaluni og harvið tóku nýggja gólvið hjá flogbóltssambandinum í nýtslu, var eisini ógvuliga hóskandi, tí hesi bæði liðini hava nú í nógv ár myndað oddin í føroyskum kvinnuflogbólti.

Sterkir útlendingar
Tað er eingin ivi um, at Mjølnir hevur nakrar serstakliga royndar leikarar á liðnum, sum hava vunnið nógv bæði við Mjølnir og við føroyska landsliðnum. Her verður hugsað um leikarar so sum Marjun Kalsø, Veru Larsen, Margit G. Joensen, Tinu Jacobsen og Annu M. Jacobsen. Tilsamans hava hesar fimm ikki færri enn 210 landsdystir á baki, og slíkar royndir eru góðar at hava við sær í skjáttuni.
Tá ið so Mjølnir harafturat hevur tveir sera sterkar útlendskar spælarar, Elisu Vasilieva Bogeva og Zakarinu Filipova, sum leygardagin báðar høvdu ein heilt góðan dag, so er tað ógvuliga trupult hjá mótstøðuliðunum at koppa Mjølnir.
Tann eina av teimum báðum útlendsku spælarunum hjá Mjølnir, Zaki, hevur annars verið burturstødd í eina tíð, og hon kom ikki aftur til Føroya fyrr enn dagin fyri finaluna. Hetta tóktist tó ikki ávirka hana nakað serligt, tí hon taldist avgjørt millum tær bestu á vøllinum.
Mjølnir fekk nógv tí bestu byrjanina upp á dystin, og tá ið móttøkan koyrdi so mikið væl, sum hon gjørdi leygardagin, var tað lagamanni at leggja upp til tær báðar útlendsku á kantunum.
Mjølnir rann eisini frá TB, og eina løtu høvdu teir annars ógvuliga sjónligu áskoðararnir hjá TB hug til at falla í fátt, men teir mentust aftur. Liðið úr Klaksvík legði seg á odda 17-8, men so tók TB eitt time-out, og hetta tóktist hjálpa um støðuna hjá suðuroyarliðnum.
TB megnaði nevnliga næstu løtuna at stríða seg upp á 17-15, og harvið kom eitt sindur av spenningi í aftur dystin.
Mjølnir svaraði tó aftur og kom á odda 24-20. Tá ið so TB ikki megnaði at fáa servuna hjá Veru yvir um netið aftur, var greitt, at fyrsta settið var farið til Mjølnir 25-20.
Mjølnir hevði vunnið settið greitt, og tað var hugvekjandi at eygleiða, hvussu einfalt álopsspælið hjá Mjølnir í veruleikanum var. Hvørja einastu ferð var lagt upp til útlendsku spælararnar á báðum kantunum hjá Mjølnir, og tað var lætt hjá teimum at langa í gólvið, tí blokkurin hjá TB virkaði als ikki í fyrsta settinum.

Vánaligar hevingar
Í næsta settinum helt Mjølnir á við góða spælinum. TB hevði ómetaliga ringt við at fóta sær, og tað var sjón fyri søgn, at leikararnir hjá TB vóru skelkaðar av, at tað gekk so illa hjá teimum. Tær framdu eina rúgvu av óneyðugum feilum, og hevingarnar til kantarnar hjá teimum vóru alt ov óneyvar.
Mjølnir fekk tí eina framúr byrjan upp á settið, og tær løgdu seg eisini á odda bæði 7-0 og 9-2. Men so vann TB bóltin, og Gudrid Nolsøe, ið var komin heim úr Danmark at spæla finalu, servaði TB upp á 8-9, og so var spenningur aftur í settinum.
Síðani gekk tað javnt á, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Men tá ið settið fór at nærkast endanum, setti Mjølnir aftur ferð á, og tær vunnu at enda settið við fýra bóltum, 25-21.
Nú hildu tey flestu, at dysturin mundi verða avgjørdur, men so var ikki, tí í triðja settinum gekk tað heilt øðrvísi, enn tað hevði gingið í teimum báðum fyrstu. Liðið hjá TB var sum hamskift, og tær snøgt sagt sópaðu Mjølnir av vøllinum. Í hesum settinum var snøgt sagt einki skil á spælinum hjá Mjølnir, og kvinnurnar úr Klaksvík gjørdu ein feil fyri og annan eftir.
Góða gongdin hjá TB í hesum settinum, setti aftur gongd á áskoðararnar hjá TB, sum annars høvdu verið rættuliga mælskir allatíðina.
Í triðja settinum var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg tað fór at ganga, tí TB var flúgvandil, meðan tær hjá Mjølnir sóu út, sum um tær høvdu fingið váta vøttin. TB vann settið 25-13.

Uppiborin sigur til Mjølnir
Tey, sum nú væntaðu at spenningur av álvara kom í aftur dystin, gjørdust tó vónbrotin, tí Mjølnir fann stevið aftur í fjórða settinum. Tær settu fulla ferð á frá fyrsta bólti, og tað gekk bert lítil løta, so høvdu tær lagt seg á odda 14-6, og uppgávan hjá TB tóktist ómøgulig.
Tvørakvinnurnar fingu tó svara nakað aftur, men Mjølnir helt seg allatíðina framman fyri við einum trimum bóltum.
Framvegis hevði TB ikki fingið gongd á blokkin hjá sær, og tað var fleiri ferðir, at blokkurin kiksaði hjá TB og harvið kostaði dýr stig.
Mjølnir helt tørn alt settið, og tað endaði við at Lena í Búð servaði seinasta bóltin, sum tryggjaði, at Mjølnir gjørdist steypavinnari 2005.
Eftir dystin kann staðfestast, at tað var rætta liðið, sum vann finaluna. Mjølnir var nógv betra liðið, og spæla tær eins væl í landskappingini næstu umførini, tá ið kappingin verður avgjørt, er tað ógvuliga sannlíkt, at tær í ár gerast greipuvinnarar.

Mjølnir-TB 3-1 (25-20, 25-21, 13-25, 25-19)