Seyðaprátið er farið í skuggan

Fótbóltur: Sumbingar hava ikki tapt á heimavølli síðani undan summarsteðginum, og teir halda seg eiga eitt lið, sum avgjørt hoyrir heima í bestu deildini

Ofta verður tikið til, at um tú skalt vera væl fyri sum fótbóltsspælari, so skalt tú dríva á at venja og samstundis syrgja fyri at hvíla nógv.

Í Sumba hava teir vant tríggjar ferðir í hesi vikuni, men teir hava ikki havt stundir at hvíla. Meðan tað hevur verið ljóst, hava teir verið á fjalli, og um kvøldarnar hava teir flett ? tá teir ikki hava verið á Krossinum og vant.

Hesa tíðina plagar mesta prátið at snúgva seg um seyð og tað, sum hoyrir heystinum til, men í hesi vikuni hevur fótbóltsprátið í Sumba kastað skuggar yvir alt annað prát:

? Spenningurin er so stórur, at tað kemur væl við, at avgerðin fellur í dag. Tað hevði ikki borið til við sovornum spenningi millum bygdarfólki leingi afturat, staðfestir Jan Poulsen úr Sumba.

Sumbingar eru fullir í sjálvsáliti, og teir ivast ikki í, at tað ber til hjá teimum at endurvinna plássið í 1. deild, og teir halda seg hava eitt lið, sum hoyrir heima í bestu og ikki næstbestu deildini:

? Vit hava ikki tapt á heimavølli síðani 13. juni, tá KÍ vann 3?2. Eftir summarsteðgin hekk tað væl saman hjá okkum, men tíverri vunnu vit ikki heimadystirnar, sum allir endaðu við javnleiki. At vit endaðu á 9. plássi, haldi eg var púra misvísandi, tí eg rokni við, at liðið hjá okkum í seinnu helvt av kappingini var tað fimti ella sætti besta. Vit mistu ov nógv undan summarstegðinum, og tað vísti seg vera torført at vinna tað innaftur, sigur Jan Poulsen.Í dag mugu vit vinna, og vit trúgva uppá, at tað ber til, sigur veteranurin í Sumba.

Eingin sumbingur er leikbannaður, men tað er ivasamt, um toppskjúttin hjá teimum, Nebosja Veljikovic, fer at spæla við. Hann fekk ein snudd í Leirvík, hann hevur ikki vant í vikuni, men teir vóna, at hann verður klárur í dag.

Dysturin í Sumba verður í góðum hondum. Niklas á Líðarenda fer longu leiðina úr Gøtu og suður á Krossin í Sumba at halda skil á. Upprunaliga var Birgir Sondum settur at døma, men hann er burturstaddur, og tí er Niklas á Líðarenda biðin at fara til Suðuroyar ? í bestu fjaltíð! jh