Fyrstu 40 minuttirnar hildu teir seg eisini frammanfyri, og tó at VÍF móti endanum royndi at seta ferð á, so var tað ikki meira enn akkurát, at tað eydnaðist. Í so máta var talan um heldur meira sannførandi [...] kom á vitjan. Og tann dysturin skuldi eisini vísa seg at verða júst so spennandi, sum roknað varð við. H71 hevur seinnu árini havt eitt serligt lyndi at arga Kyndil, og soleiðis gjørdist aftur í ár hjá liðnum [...] skoraðu tríggjar ferðir á rað seinastu løtuna, og so kundu teir fegnast um, at teir longu nú hava víst grønu grannunum, at teir ikki skulu kenna seg serliga tryggar, tá grannauppgerðir eru á skránni.
Talv Kappingin um at gerast norðurlandameistari í ár hevur av øllum at døma ikki serligan status hjá sterkastu norðurlendsku stórmeistarunum, tíverri. Í 2003, tá NM seinast varð leikt, var kappingin munandi [...] umfari sunnudagin, førir við sær, at Heini hevur hálvttriðja stig. Kann bert ganga betur Hans Kristian Simonsen er einsamallur aftastur við ongum stigi. Fimm tap á rað eiga at svíða. Úrslitið minnir ikki sørt [...] og endaði loksins við hálvum stigi av níggju møguligum. Seks talv eru eftir at leika og Hans Kristian kann ugga seg við, at hann longu hevur hitt allar stórmeistararnar, umframt Nicolaj V. Pedersen. Í
síðan í realskúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi heimsstríð stóð fyri [...] røktarheiminum í Bystævneparken í Brøndshøj, tí tað bar boð um, at hon kendi, hóast hon ikki fekk sagt stórt meir enn einstøk orð, so váttaði brosið, at hon fataði og nam. [...] Keypmannahavn, 80 ára gomul. Hóast Judith hevur verið á røktarheimi seinastu árini, tí minnið var farið at bila, so hevur hon havt tað gott kropsliga, til hon mikumorginin gjørdist álvarsliga sjúk og varð innløgd
hugskot at halda føðingardagin í heimbygdini Húsum. Hann metir seg nevniliga framvegis at vera húsamann. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum leygardagin frá kl. 15.30. Tað er eingin ivi um, at her munnu [...] í 80-unum. Tøl eru sum vísa, at hann síðan 1992 hevur verið 47 túrur við, og dagatalið fyri hesar túrar hevur verið ikki minni enn 3.000. So tað kann sanniliga sigast, at Hans Vilhelm hevur gjørt sítt [...] komið fram um hesa vanlukku. Sigast kann um Hans Vilhelm og Elmu, at tey eru sera dámlig hjún. Tey eru bæði ættarkær, og tað eigur ikki at verða gloymt, hvussu væl tey tóku sær av mammubeiggja Elmu, Elias
væl útgjørt, at tað kortini kann brúkast hjá børnunum. Ikki bert børnini í Rituvík brúka tað, tí av og á koma eisini børn úr Æðuvík hagar. - Okkum dámar sera væl at koma her. Og eg haldi, at hetta man vera [...] -Mær dámar sera væl at hava hesi børnini. Annars hevði eg ikki verið í hesum starvinum í øll hesi árini! -Tað er eitt virkiliga deiligt arbeiði, sigur hon. Eitt gott við arbeiðinum er, at hon kann vera heima [...] kann somuleiðis vera heima, tá hennara egnu børn koma úr skúlanum. - Jú, mær dámar væl at fáast við børn. Eg haldi, at eg sjálv fái so nógv aftur frá teimum. Tey blíva so góð við meg, og eg blívi so góð við
við dupultari kobling skiftir skjótt og væl, uttan at tað merkist. Girkassin er ein kollvelting í sær sjálvum, við tað at hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein automatiskur girkassi brúkar minni brennievni [...] aktiverar spitaran. Passat fæst eisini við "Hill holder", sum ger at bilurin ikki rullar eftir hæli í eini brekku. Forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna. Nakkapúturnar eru aktivar [...] tað størsta í klassanum. Hóast alt er nýtt, hevur bilurin ikki mist identitetin, og eingin ivi er um, at talan er um VW Passat. Bilurin hevur nógv til felags við konseptbilin VW Concept C og tann størra VW
Skælingi, og Jóannes Joensen í Innistovu á Viðareiði, 7 vóru systkini. Birtha fekk skjótt at kenna, hvat tað var at taka ábyrgd av yngru systkinum sínum, bæði tí hon var elsta barn í barnaríkum húsi ? og [...] veitti hon ferðandi og teimum, sum komu á gátt, væl dugdi hon at matgera. Fús var hon við tí góða orðinum, var væl skúlað í skriftini, dugdi at greiða frá ætt og frásagnum úr gamlari tíð sum fáur. Var løtt [...] var eisini nevnd Adventistaskonnartin, teir fiskaðu ikki leygardag. Tað, at teir fingu sær egið fiskifar komst eisini av tí, at teir ofta máttu skifta skip av trúarorsøkum. Skonnartin varð seld við tv
(Lil) og Heðin Samuelsen. Allir høvdu nógv gott at siga um Aksel. Heðin Samuelsen, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, segði m.a. at hann kom at kenna Aksel í 1968, tá hann (Heðin) arbeiddi hjá [...] eftir kríggið. Heim afturkomin tók hann sær av skipunum, sum vóru knýtt at heilsøluni hjá pápanum, Poul Hansen. Í 1952, eftir at stórhvalaveiðufelagið, Sperm, var farið á húsagang, tóku níggju mans, m [...] um summarið, og um veturin fóru teir undir at skera flak, sum teir frystu til útflutnings. Flakavinnan var ókend her, og teir fingu tí ein dana frá Bornholm at leggja teimum lag á. Framleitt varð m.a. 400
til úrtøkuna. Marginalarnir eru so smáir at sjálvt minstu útsving í prísum og øðrum parametrum merkjast ógvuliga kraftiga; tað skal so at siga einki til fyri at tað gongur galið. Hóast virðisøkingin hækkaði [...] tur av úrslitinum árið fyri. Eftir øllum at døma er umsetningurin ikki av leið, ei heldur virðisøkingin á virkjunum. Hinvegin vísa vinningsmarginalarnir seg at vera minimalir og tað sum minni er. Meðan [...] Útlitini fyri tað nýggja árið eru samstundis alt annað enn góð. -- Í 2002 høvdu virkini 12 mánaðir at tjena pening meðan tey í 2003 vegna verkfallið ikki høvdu meira enn góðar 10 mánaðir, sigur Agnar Jensen
ein betri settmun enn Mjølnir. Dráttur hevði hinvegin eisini sítt at spæla um, tí hetta var helst seinasti møguleikin hjá liðinum, at taka oddaliðini aftur, tí fjarstøðan upp til oddin vildi gerðast ov [...] var klárt omaná í øllum trimum settunum og TB megnaði ongantíð at trýsta tær úr Drátti, so sigurin var fult uppiborin. Sigurin merkir, at nú er av álvara spenningur komin í meistaradeildina hjá kvinnum [...] Mjølnir, so hevur Dráttur framvegis en lítlan møguleika, at spæla um gullið, men tað verður alt annað enn lætt. Støðan í meistaradeildini er tann, at TB framvegis er á odda í meistaradeildini við 14 stigum