Atlantic-Airways kappingin
Hondbóltskappingin fór ígongd um vikuskiftið, og hjá monnum vórðu allir tríggir dystirnir avgreiddir í øllum góðum.
Undan premieruni mundi størsti spenningurin snúgva seg um dystin í Hoyvíkarhøllini, har Kyndil kom á vitjan. Og tann dysturin skuldi eisini vísa seg at verða júst so spennandi, sum roknað varð við.
H71 hevur seinnu árini havt eitt serligt lyndi at arga Kyndil, og soleiðis gjørdist aftur í ár hjá liðnum, sum aftur í summar hevur heintað nakað av styrki frá teimum grønu. Hesa ferð við Jakob Jónsson á spælaralistanum og Hannis Wardum sum venjara.
Kyndil tóktist annars vera á sigurskós fyri tað mesta, og bara fimm minuttir fyri dystarlok høvdu teir eina trý mála-leiðslu. Men so steðgaði alt upp. Hoyvíkingarnir skoraðu tríggjar ferðir á rað seinastu løtuna, og so kundu teir fegnast um, at teir longu nú hava víst grønu grannunum, at teir ikki skulu kenna seg serliga tryggar, tá grannauppgerðir eru á skránni.
Óvæntaður spenningur í Vestmanna
Hin dysturin leygardagin var millum VÍF og KÍF, og tað gjørdist ein dystur, sum bleiv nakað nógv meira spennandi, enn heimaliðið hevði ætlað.
Fyrstu 40 minuttirnar hildu teir seg eisini frammanfyri, og tó at VÍF móti endanum royndi at seta ferð á, so var tað ikki meira enn akkurát, at tað eydnaðist.
Í so máta var talan um heldur meira sannførandi avrik hjá Neistanum, tá teir tóku ímóti StÍF. Eisini strandingarnir eru nakað skerdir av, at fótbóltur eisini er á skránni fyrstu dystirnar, og fyri tað nógva var tað eisini Neistin, sum var omaná. Eitt stutt skifti megnaðu gestirnir tó at halda sær nær javnleikinum, men í longdini var hetta ov lítið.
Fakta um dystirnar
H71-Kyndil 29-29 (12-16)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 8, Piti Negru 7, Johnny Durhuus 5, Jakob Jónsson 4, Tróndur Vatnhamar 3, Sigtór Andreasen 1, Esbern Patursson 1
Kyndil: Rókur Akralíð 8, Høgni Klein 7(2), Marius Joensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Ragnar Stakksund 1, Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: H71 1, Kyndil 3
Útvísingar: H71 5, Kyndil 3
Reyð kort: H71 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason
VÍF-KÍF 31-29 (13-14)
Málskjúttar
VÍF: John Zachariassen 8, Agnar Joensen 7, Harald Bjørgvin 5, Áki G. Olsen 4, Sjúrður Poulsen 3, Sámal Joensen 3, Daniel Rápa 1
KÍF: Karl Jóhan Djurhuus 12(2), Mirko Milinkovic 4, Petur Martin Poulsen 4, Arnbjørn Hansen 4, Damir Oros 3(1), Rógvi Weihe 2
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Neistin-StÍF 25-20 (12-11)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 7, Roar Dalsgarð 7, Áki Mørk 4, Helgi Michelsen 2, Tróndur Kragesteen 2, Rani Slættanes 1, Dann Thorleifsson 1, Bogi Simonsen 1
StÍF: Leivur Justinussen 8(4), Artur Johansen 5, Jón Rasmussen 2, Borgar Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1, Rúni Niclasen 1
Brotskøst: Neistin 1, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 9, StÍF 5
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen










