Aksel Hansen 80:

Leygardagin 20. desember fylti Aksel Hansen, stjóri á Bacalao, 80 ár. Aksel er bæði kendur sum vinnulívsmaður og sum undangongumaður í Føroya Ríðingarfelag

Hendan dagin møttu ríðingarmenn, vinir og kenningar upp í rossahúsinum hjá Akseli í Havnardali, har m.a. ein myndaframsýning var sett upp í sambandi við føðingardagin. Seinni var farið inn í húsið hjá Føroya Ríðingarfelag, har okkurt var til matna. Einir 20 mans frá Tórshavnar Manskóri sungu, og fleiri røður vórðu hildar. Teir sum hildu røðu vóru m.a. Júst Rubeksen, Regin Eikholm, Vilhjálmur Christiansen (Lil) og Heðin Samuelsen.
Allir høvdu nógv gott at siga um Aksel. Heðin Samuelsen, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, segði m.a. at hann kom at kenna Aksel í 1968, tá hann (Heðin) arbeiddi hjá Jógvani Sundstein og kom út á Bacalao sum grannskoðari. Hann merkti beinanvegin hvussu stóran áhuga Aksel hevði fyri føroyskum vinnulívi. Seinni komu teir at kennast í sambandi við teirra felags áhuga fyri rossum.
Aksel er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Annu, f. Joensen, av Eiði, og Poul Hansen, heilsølumann, ættaður úr Vestmanna.
Liðugur við realskúlan fór Aksel í bankalæru í Sjóvinnubankanum. Í 1944/45 var hann eitt skifti í Íslandi. Eftir kríggið var hann eitt ár í Royal Bank of Scotland. Síðan arbeiddi hann fyri Alec White frá fyritøkuni P.J. Johnson, sum tolkur í sambandi við alt samskifti sum fyritøkan hevði við tey føroysku skipini í Bretlandi eftir kríggið.
Heim afturkomin tók hann sær av skipunum, sum vóru knýtt at heilsøluni hjá pápanum, Poul Hansen. Í 1952, eftir at stórhvalaveiðufelagið, Sperm, var farið á húsagang, tóku níggju mans, m.a. Aksel og beiggi hansara, Hans, seg saman og leigaðu tveir av hvalabátunum til stórhvalaveiðu. Høvuðsmenn vóru Esmar Fuglø og mammubeiggi Aksel, Eiðis Hans Jacob. Teir leigaðu seg inn í gomlu fabrikkina hjá Østrøm á Skálatrøð, fingu fimm plátufrystarar til vega og frystu tað stórhvalatvøst, sum ikki varð selt feskt. Stórhvalaveiðan var bert um summarið, og um veturin fóru teir undir at skera flak, sum teir frystu til útflutnings. Flakavinnan var ókend her, og teir fingu tí ein dana frá Bornholm at leggja teimum lag á. Framleitt varð m.a. 400 g vøra til USA.



Bacalao bleiv so stovnað í 1953 og Aksel bleiv settur sum stjóri, og hevur hann verið tað øll árini.
Fyrstu tíðina var klippfiskurin ein av høvuðsútflutningsvørunum og eitt skifti var sildaarbeiði ein týðandi táttur í virkseminum. Bacalao var í mong ár størsta privata arbeiðspláss í Havnini. Tá fiskiskapurin var í æddini arbeiddu millum 200 og 250 fólk á virkinum.
Síðan Føroya Fiskavirking yvirtók flakavirkið í 1993, hevur P/F Bacalao fyrst og fremst verið eitt reiðaravirki við egnum ísvirki. Skipini sum teir varða av eru: Brestir, Mýlingur, Kallsevni og Grímur Kamban.
Aksel hevur altíð havt stóran áhuga fyri rossum og ríðing, og var hann ein av teimum, sum stovnaðu Føroyinga Ríðingarfelag í 1943. Hinir vóru Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen. Aksel hevur verið ein av undangongumonnunum í felagnum og tað eru ikki so fá íslandsross, hann hevur fingið til landið. Orsakað av heilsuávum er hann nú givin at ríða.