Dráttur bukaði TB

TB er framvegis á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, men Mjølnir bjóðar av álvara av.

Flogbóltur

Tey flestu hava spátt, at kappingin um gullmerkini, í meistaradeildini hjá kvinnum, verður ein uppgerð millum TB og Mjølnir, men Dráttur kann ikki avskrivast enn.

Sett í Klaksvík
Tað vóru tríggir dystir á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum hettar vikuskiftið.
Leygardagin hevði oddaliðið TB vitjan av verandi meistaranum ÍF. Tvørakvinnur vóru sera avgjørdar og tær gjørdu skjótt av og vunnu ein sera greiðan 3-0 sigur. ÍF megnaði ikki at geva TB nakra mótstøðu og tvørakvinnur vunnu við settúrslitinum 25-16 25-19 og 25-14.
Í Klaksvík spældu Mjølnir og Dráttur. Seinast liðini møttust var í finaluni í Mjølnir-kappingini, ta ferðina vann Dráttur.
Fyri bæði liðini var kravið ein sigur, um FM vónirnar skuldu gerðast veruleikið.
Mjølnir kann framvegis gerðast meistarar, men so skuldi dysturin ímóti Drátti vinnast og helst uttan at tapa eitt einasta sett, tí settmunurin kann gerðast avgerðandi fyri, hvør verður FM-vinnari. Sum støðan er í løtuni hevur TB ein betri settmun enn Mjølnir.
Dráttur hevði hinvegin eisini sítt at spæla um, tí hetta var helst seinasti møguleikin hjá liðinum, at taka oddaliðini aftur, tí fjarstøðan upp til oddin vildi gerðast ov stór, um liðið ikki vann á Mjølni.
Sjálvur dysturin var sera góður, liðini stríddist væl og bæði liðini spældu sera gott kombinatiónsspæl. Mjølnir legði væl út og tær vunnu eisini fyrsta sett 25-17. Annað sett var javnari, liðini fylgdust væl, men tær úr Mjølnir vóru drúgvari og vunnu settið 25-21. Triðja og fjórða sett vóru sera spennandi og jøvn. Dráttur hevði marginalarnir á sínari síðu í triðja setti og vann settið 26-24. Fjórða sett var líka spennandi sum triðja, men hesaferð var tað Mjølnir, sum var omaná og tær vunnu settið 25-23 og harvið dystin 3-1.

Dyst á TB
Sunnudagin skuldi Dráttur aftur í eldin, hesaferð var mótstøðuliðið TB. TB kom vestur í Vágar við einum sigri í skjáttuni, meðan Dráttur hevði verið úti fyri einum tapi dagin fyri í Klaksvík. Tvørakvinnur vóru klárir favorittar, men lat tað verða sagt beinanvegin, tað livdi TB ikki upp til.
Dráttur vann ein greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 3-0 til heimaliðið, við settúrslitinum 25-21 25-19 og 26-24. Dráttur var klárt omaná í øllum trimum settunum og TB megnaði ongantíð at trýsta tær úr Drátti, so sigurin var fult uppiborin.
Sigurin merkir, at nú er av álvara spenningur komin í meistaradeildina hjá kvinnum. Fyriuttan TB og Mjølnir, so hevur Dráttur framvegis en lítlan møguleika, at spæla um gullið, men tað verður alt annað enn lætt.
Støðan í meistaradeildini er tann, at TB framvegis er á odda í meistaradeildini við 14 stigum fyri 14 dystir. Mjølnir er á øðrum plássi við 12 stigum, men TB hevur tó leikt ein dyst meira enn Mjølnir. Dráttur er á triðja plássi við 10 stigum, fyri 14 dystir.
Næstu ferð TB og Dráttur spæla dyst sínamillum, verður 14. februar í steypafinaluni í flogbólti hjá kvinnum.