Nýggi Passat verður ein succes

At nýggi VW Passat verður ein succes er eingin ivi um. Bilurin er smartur og elegantur í heilt nýggjum stíli. Eisini kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prinsippum í sera góðum kvaliteti

Barcelona: VW Passat kemur nú í sættu generatión, ið er bæði longri, breiðari og hægri enn forgangarin og er nú størstur í sínum klassa. Eisini viðførisrúmið við sínum 565 litrum er tað størsta í klassanum.

Hóast alt er nýtt, hevur bilurin ikki mist identitetin, og eingin ivi er um, at talan er um VW Passat. Bilurin hevur nógv til felags við konseptbilin VW Concept C og tann størra VW Phaethon, ið nýggi Passat líkist.

Í mun til forgangaran hevur hesin ikki motorin upp á longs men upp á tvørs. Hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni, saman við tí at bilurin nú eisini er munandi størri.

Nýggi Passat hevur onga hondbremsu, men í staðin eina elektroniska parkeringsbremsu, sum verður aktiverað við einum knøtti til vinstru á instrumentborðinum. Bremsan slær automatiskt frá, tá bilførarin startar bilinum, setur í gir og aktiverar spitaran. Passat fæst eisini við "Hill holder", sum ger at bilurin ikki rullar eftir hæli í eini brekku.

Forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna. Nakkapúturnar eru aktivar, so tær verja móti koyrsilsbresti, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá. Startlykilin er avloystur av eini "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið.

Fyrsta ábending um gjøgnumførda kvalitetin á Passatinum er ljóðið, tá man letur hurðarnar aftur og setur seg til rættis í bilinum. Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prinsippum í sera góðum kvaliteti.

Servostýringin er elektromekanisk og tillagar seg alla tíðina ferðina, ið bilurin koyrir.
Koyrieginleikarnir eru framúr góðir. Undirvognurin er so at siga tann sami, sum VW Golf fær so góð ummælir fyri. Hetta fingu vit av sonnum roynt í Spania.

Passat fæst í útgávunum Trendline, Comfortline, Sportline og Highline. Í standardútgávuni er bilurin útgjørdur við t.d. fartpiloti, fjarstýrdum sentrallási, el-rútum, síðuspeglum við hita, 16" hjólum, radio v.fløguspælara, Climatic aircondition, og ESP (Elektronic Stabilitet Program) sum hjálpir um bilurin glíður út í svingum.

Automatiski DSG-girkassin við dupultari kobling skiftir skjótt og væl, uttan at tað merkist. Girkassin er ein kollvelting í sær sjálvum, við tað at hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein automatiskur girkassi brúkar minni brennievni enn ein vanligur girkassi. DSG-girkassin kann bæði skifta automatiskt og manuelt (tiptronic funktión).

Motorskráin sær soleiðis út. Bensinmotorar: 1,6 litur við 102 hk (kemur í mai), 1,6 litur FSI við 115 hk, 2,0 litur FSI við 150 hk, 2,0 litur FSI turbo við 200 hk (kemur í august), 3,2 litur V6 4-Motion við 250 hk (kemur í heyst). Dieselmotorar: 1,9 litur TDI við 105 hk, 2,0 litur TDI við 140, 2,0 litur TDI Piezo við 170 hk (kemur í september).

Passaturin kemur á føroyska og danska marknaðin í apríl, og frá Bilasøluni v. Øssur Johannesen verður upplýst, at prísirnir eru ikki ásettir enn, men teir verða í øllum førum kappingarførir. Stationcar útgávan, Variant, kemur á marknaðin í heyst.