Skrædl á fiskavirkjunum

2003 var eitt katastrofalt ár fyri ta traditionellu fiskivinnuna á landi: úrslitið liggur um ein tíggjundapart av úrslitinum fyri 2002

Búi Tyril

Árið ið fór sá eitt skrædl í føroyskari flakavinnu og tað nýggja árið gevur alt annað enn stjørnur í eyguni hjá hesari vinnu. Sambært upplýsingar frá Ráfiskakeyparafelagnum lógu úrslitini fyri 2003 hjá hvítfiska framleiðarunum í miðal um katastrofal 10 prosent av úrslitinum fyri 2002, við einum miðal vinnings marginali undir eitt prosent av umsetninginum.

- Úrslitið sum heild fyri 2003 hjá tí traditionellu fiskivinnuni var ógvuliga vánalig, viðmerkir Agnar Jensen frá Ráfiskakeyparafelagnum.

- Tað vóru hóast alt nøkur virkir ið kláraðu seg væl men samstundis vóru onnur ið gingu við undirskoti; í miðal var úrslitið so ringt sum umleið ein tíggjundapartur av úrslitinum árið fyri.

Eftir øllum at døma er umsetningurin ikki av leið, ei heldur virðisøkingin á virkjunum. Hinvegin vísa vinningsmarginalarnir seg at vera minimalir og tað sum minni er. Meðan saltfiska framleiðarar klára seg gongur verri hjá flakavirkjunum.

-- Tilsamans umsettu teir traditionellu hvítfiska framleiðararnir fyri meira enn eina milliard krónur men tann samlaði vinningurin av hesum var ikki meira enn knappar 10 milliónir.

-- Trupulleikarnir eru fleiri men í høvuðsheitum hevur hendan vinnan ein alt ov stóran váða í mun til úrtøkuna. Marginalarnir eru so smáir at sjálvt minstu útsving í prísum og øðrum parametrum merkjast ógvuliga kraftiga; tað skal so at siga einki til fyri at tað gongur galið. Hóast virðisøkingin hækkaði í fjør, so varð alt etið upp av einum galopperandi kostnaðarstigi.

Agnar Jensen byggir síni tøl á upplýsingar ið vórðu lagdar á borðið á einum fundi sum nýliga varð hildin millum ráfiskakeyparar.

-- Virkini sum vóru samlað á fundinum umboða góð 80 prosent av tí traditionellu flakavinnuni tað er hvítfiska framleiðsluni; teirra samlaða úrslit gjørdist ikki meira enn 7-8 milliónir fyri 2003.

Umframt kostnaðarstigið sum heild rakti verkfallið í fjør meint. Útlitini fyri tað nýggja árið eru samstundis alt annað enn góð.

-- Í 2002 høvdu virkini 12 mánaðir at tjena pening meðan tey í 2003 vegna verkfallið ikki høvdu meira enn góðar 10 mánaðir, sigur Agnar Jensen.

Umframt eitt lutfalsliga sera høgt kostnaðarstig eru trupulleikarnir fleiri hjá fiskivinnuni. Eitt er kappingin eystanifrá har ráfiskur verður keyptur bíliga frá russum og framleiddur enn bíligari av kinesarum fyri síðani at verða floymdur inn á marknaðirnar, trýstandi fiskaprísir sum heild niður tó serliga prísirnar á frystum upsa. Eitt annað er hørð kapping við skotar bæði í keypi og sølu av fiski. Skotsk virkir ið keypa stórar partar av tí føroyskt veidda fiskinum, hava fleiri kappingarligar fyrimunir í mun til okkara: millum annað lægri lønir, stuðul til íløgur, støddar- og góðskuskildan fisk.

Okkara størsta fyritøka, Føroya Fiskavirking, váttar tey døpru tølini og dylir ikki fyri at útlitini fyri í ár eru døpur.

-- Okkara úrslit gjørdist ikki meir enn 3-5 milliónir í mun til 17 milliónir árið fyri, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking.

-- Vit rokna ikki við stórum bata í 2004? Eg dugi ikki at síggja hvat ið skal gera okkum meira kappingarfør í mun til útheimin; kappingarneytarnir virka jú ikki rotnan fisk.