og ikki kann sigast annað enn at tað er øðrvísið - og spennandi. Arbeiði fram um vinningin Hóast tann stigtakarin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at teir fara undir handilsligar royndir eftir [...] Hin stóri útreiðsluposturin verður proviantur til teir fimm menninar, sum vera við. Og hvussu stórur tann posturin verður er ikki gott at vita, leggur hann afturat, tí enn eru teir ikki greiðir yvir, hvussu [...] vera úti í senn. Stóran kapasitet Tað kann, uttan stórvegis trupulleikar, vera í rættuliga drúgva tíð. Báturin hevur ein stóran kapasitet og tá hagreiddi fuglurin samstundis er lítil í vavi, ja, so er
nýggjan málverja, og so skuldi ein hildið, at allir partar vóru nøgdir. Krevja pening Trupulleikin er tó tann, at Fuglfirðingar tilskila sær rætt til at krevja pening, nú Rúni fer úr felagnum. Úr Fuglafirði frætta [...] frætta vit, at tey sum so einki hava ímóti, at Rúni fer til Runavík, men hinvegin hava tey í sínari tíð gjørt eina íløgu í leikaranum, og vilja tey tískil hava eina afturbering hesum viðvíkjandi. Sáttmálin [...] sínamillum, og ikki fyrr enn tað kemur til skarpskeringar, trínur FSF upp í leikin. Verður støðan tann, at NSÍ og ÍF ikki semjast um málið, verður tað í fyrsta lagi kappingarnevndin hjá FSF og í øðrum
frøist sál mín almikið. Tað sum eg síggi, tá eg lesi hesar greinar, eru nakrir menn, sum um stutta tíð fara at heita á alt Føroya fólk um at greiða atkvøðu fyri tí sáttmálanum, sum gjørdur er um samstarv [...] hevur gongdin higartil altíð verið. Tá fríhandilin skuldi koma, vóru nógv mótmæli, men ikki gekk long tíð, so vóru teir fyrrverandi mótstøðumenninir ítastu fríhandilsmenn. Tá uppskot kom um flagg okkara, vóru [...] um at sleppa framat at halda flaggdagsrøður. Nei, orsøkin til frøi mína er heilt ítøkilig. Hon er tann, at samráðingarstøða landsstýrisins er knúsandi sterk. Hetta er ikki bert tí, at talan er um eitt
okkurt at gera. Skómakaralæra var helst nakað í passaði til umstøðurnar og so var gjørt, men bert eina tíð. Hann vildi ikki vera ørvísi enn aðrir og luttók tí í øllum fyrifallandi arbeiði. Tá koyrivegurin millum [...] var liðugt, var hann eitt skiftið hjá Peturi Mikkelsen og eitt annað skiftið hjá Peturi í Gong. Hesa tíð búðleikaðist familjan á Hoydalsvegnum. Hjørleif fann sær konu úr Kalbak. Saman hava Helga og hann lagt [...] siga við seg sjálvan, at hetta legnaðist bara væl kortini. Røddin aftanfyri tær mongu søgurnar og tann hjartaligi láturin er tagnaður, men bert eitt bil. Soleiðis fari eg at minnast Hjørleif Poulsen. Dan
nú rannsóknirnar hjá bretanum James A. Cook, sum uttan ivan man vera tann størsti rannsóknarfarin yvirhøvur. Hann var í hvussu er tann sum sigldi longst og uppdagaði mest. Meðan James A Cook fann Tasmaniu [...] sigla til Kap Adere á Suðurpólinum og vera tann fyrsti, sum lá ein heilan vetur har. Skip høvdu verið við Suðurpólin fyrr, og kendasta ferðin var ivaleyst tann hjá Ross, men enn hevði ongin verið á fastlandinum [...] Scott um at verða fyrstur at náa Suðurpólin, tað gjørdi hann ikki. Tann 31. januar var ein serligur dagur. Hetta var dagurin tá tann fyrsta sleðuferðin var gjørd á fastlandinum á Suðurpólinum. Luttakararnir
Fyri tíð síðani var nakað av kjaki (serliga í Sosialinum, sum tók málið upp, blðm) um ALV skúlan, sum liggur norðuri við Áir, har Brandskúlin eisini liggur. Tað kom fram, at ALV skúlin fleiri ferðir hevur [...] hevur hann boðað myndugleikum, landsstýrismonnum, nevndum og øðrum til fundar norðuri á ALV skúlanum tann 6. mars. Jógvan Mørkøre vil hava at vita, hvat gongur fyri seg og um ætlanin er, at báðir skúlarnir [...] metir seg ikki eiga lut í málinum. Men høg og lág hava fingið fundarboð til fundin norðuri við Áir tann 6. mars.
Tann nógv umrødda útjaðarasamgongan er longu farin í søguna. Tað var í heyst, at stig vórðu tikin til eitt samstarv ímillum tinglimirnar av bygd, tí hildið var, at tað kundi verið eitt gott tiltak at savna [...] halda slett ikki, halda fram yvirhøvur. ? Men eg haldi í øllum førum, at tað er neyðugt at lata eina tíð ganga. So kann hon møguliga takast uppaftur undir onkrum øðrum formi, sum er meiri skipaður, enn hesuferð
vera opið yvir fyri teimum loysnum, sum Landsbankin hevur at bjóða. Endaliga niðurstøðan má so vera tann, sum tænir borgarunum í kommununi best. - Klaksvíkar Kommuna er á ongan hátt somikið væl fyri, at [...] enn vanligu leikmenninir, í hesum føri býráðslimirnir. -varð serkunnleikin tikin upp á ráð í sínari tíð, tá fleiri stór og dýr lán vórðu tikin, er als ikki víst, at øll hesi lán vórðu upptikin, sigur Torleif
sunnudagin er ikki gott at vita, men møta teir við sterkasta liðið, verður dysturin ikki lættur. Og tann dysturin verður í Klaksvík leygardagin. Mjølnir fær vitjan av Fram og skulu klaksvíkingarnir gera [...] Mjølnir gott tak á Fram. Seinasta vikuskiftið hittust liðini í hálvfinaluni í steypakappingini og tann dystin vann Mjølnir greitt. Tí kunnu vit siga, at teir eru betri fyri til dystin um vikuskiftið. [...] hevna tapið. Tí tað kom teimum uttan iva eitt sindur tvørt fyri at tær taptu. Støðan var - og er - tann, at Dráttur kann koma ájavnt við TB á øðrum plássi um tær vinna, og so er kappingin um silvuri meira
at spenningur nakran tíð kom í dystin. Eftir knappar tíggju minuttir, var munurin millum liðini longu fimm mál, og hóast Tjaldur royndi at muta nakað ímóti, so fingu teir ongan tíð skapt nakað av spenningi [...] men sunnudagin var hann mansvardur meginpartin av dystinum, og tískil slapp hann ongantíð at spæla tann leiklut, sum hann er vanur við. Hetta tóktist tó ikki at nerva kollfirðingarnar nakað serligt, og