Fundarboð við Áir

Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, boðar nú høgum og lágum til fundar um ALV skúlan. Orsøkin er kjakið um, hvørt ALV skúlin og Brandskúlin kunnu liggja lið um lið og hvør teirra hevur loyvi at vera á staðnum

Fyri tíð síðani var nakað av kjaki (serliga í Sosialinum, sum tók málið upp, blðm) um ALV skúlan, sum liggur norðuri við Áir, har Brandskúlin eisini liggur.

Tað kom fram, at ALV skúlin fleiri ferðir hevur kært sína neyð fyri myndugleikunum, tí illa er livandi fyri royki og hita, tá venjingar eru hjá grannanum, Brandskúlanum.

Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, legði uppí kjakið og vísiti á aðra forvitnisliga síðu í málinum.

Hann vísiti á, at frá kommununi hevði ALV skúlin ikki neyðugu loyvini.

Tað vísiti seg, at hetta var mál við nógvum ymsum síðum og kenslum.

Nakað av kjaki stóðst av manna millum í bløðunum. Men málið steðgaði upp, doyði burtur.

Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík hevur fylgt málinum við stórum áhuga.

Hann vil fegin hava greiðu á málinum og tí hevur hann boðað myndugleikum, landsstýrismonnum, nevndum og øðrum til fundar norðuri á ALV skúlanum tann 6. mars.

Jógvan Mørkøre vil hava at vita, hvat gongur fyri seg og um ætlanin er, at báðir skúlarnir skulu vera á økinum við Áir.

Ein av ætlanum hansara er at vísa á, at tá almennir myndugleikar koma inn á kommunualt øki, so eiga teir at lutrta eftir og ráðføra seg har. Tað metir hann verður ikki altíð gjørt og er ikki gjørt viðvíkjandi skúlunum við Áir, tí lítið og einki er í pappírsgoymslunum hjá Hósvíkar kommunu um ALV skúlan.

Jógavn Mørkøre sigur, at longu nú er greitt, at landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø kemur ikki á fundin, tí tað liggur ikki fyri og heldur ikki kemur Yvirfriðingarnevndin, tí hon metir seg ikki eiga lut í málinum.

Men høg og lág hava fingið fundarboð til fundin norðuri við Áir tann 6. mars.