Málið er als ikki viðgjørt

Karl Heri Joensen, býráðslimur í Klaksvík, gjørdist ikki sørt ovfarin, um viðmerkingarnar, sum borgarstjórin, Jógvan við Keldu, hevði um ætlanir Landsbankans um eina møguliga endurfígging av føroysku kommunuskuldini

Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Landsbankin og Unibank seinastu tíðina hava arbeitt við eini møguligari umfíggjan av føroysku kommunuskuldini.

Ætlanin við hesum var, at nýtt felag skuldi stovnast, sum við hjá av lánsbrøvum skuldi endurfíggja føroysku kommunuskuldina.

Landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, segði tá við Sosialin, at skuldi ætlanin gerast veruleiki, var alneyðugt at stóru kommurnar vóru við í hesum, soleiðis at samlaða peninganøgdin gjørdist nóg stór.


Jógvan sigur ósatt

Til hetta segði Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, at Klaksvíkar býráð hevði eina greiða støðu í hesum máli. Hann greiddi frá, at býráðið var komið ásamt um, at teir ikki vildu vera við í eini slíkari loysn. Hinvegin varð avgjørt, at kommunan í beinleiðis samstarvi við lánveitararnar skuldi greiða málið, og at einki millumlið skuldi vera í hesum sambandi.

Karl Heri Joensen, sum situr í andstøðuni í býráðnum, sigur við Sosialin, at hann gjørdist ikki sørt skelkaður, tá hann las greinina, tí honum kunnugt hevur málið ongantíð verið til viðgerðar í býráðnum.

- Tá Jógvan við Keldu sigur við Sosialin, at býráðið hevur eina greiða støðu í málinum, er hetta beinleiðis ósatt, sigur Karl Heri Joensen. Hann leggur afturat, at honum kunnugt, hevur einki umboð hjá býráðnum somikið sum verið á fundi við Landsbankan í hesum máli.

Andstøðulimurin finst sostatt hvassliga at, at býráðsformaðurin úttalar seg vegna býráðið, uttan at málið hevur verið til viðgerðar.


Mugu kanna møguleikarnar

Karl Heri Joensen heldur annars, at tað er skyldan hjá býráðnum at kanna allar møguleikar, sum kommunan hevur, í sambandi við, at kommunuskuldaravtalan fer úr gildi 30. november í ár.

Eftir hansara tykki kann Klaksvíkin ikki á nakran hátt loyva sær at seta seg sjálva uttanfyri eini møguligari loysn, men eigur býráðið hinvegin at vera opið yvir fyri teimum loysnum, sum Landsbankin hevur at bjóða. Endaliga niðurstøðan má so vera tann, sum tænir borgarunum í kommununi best.

- Klaksvíkar Kommuna er á ongan hátt somikið væl fyri, at vit kunnu loyva okkum at taka av einum fíggingartilboði, uttan at vit fyrst hava kannað allar møguleikar. Talan er her um eina avgerð, sum hevur alstóran týdning fyri framtíðina og fíggjarligu dispositiónsmøguleikarnar hjá Klaksvíkini, og tískil er neyðugt, at býráðið ger nýtslu av øllum tí fólki, sum kommunan hevur, og, um tað er neyðugt, fær hjálp frá serkunnleika uttan fyri kommununa, sigur Karl Heri Joensen


Skilagott við serkunnleika

Torleif Sigurðsson, sum eisini situr í andstøðu í býráðnum sigur við Sosialin, at hann er samdur í tí, sum Karl Heri Joensen førir fram.

-Mær kunnugt hevur málið ongantíð verið viðgjørt í býráðnum, og heldur í fíggjarnevndini, har eg eri limur, sigur Torleif.

Hann leggur afturat, at eftir hansara tykki er tað avgjørt skilagott, um kommunan tekur serkunnleika við upp á ráð, tá slíkar avgerðir skulu takast.

Í hesum sambandi sigur hann eisini, at ein skuldi trúð, at serkunnleikin, sum í hesum føri er Landsbankin, er betri førur fyri at taka eina støðu til málið, enn vanligu leikmenninir, í hesum føri býráðslimirnir.

-varð serkunnleikin tikin upp á ráð í sínari tíð, tá fleiri stór og dýr lán vórðu tikin, er als ikki víst, at øll hesi lán vórðu upptikin, sigur Torleif Sigurðsson at enda.


Í fyrstu atløgu hevur andstøðan gjørt av, at borgarstjórin á fyrstkomandi býráðsfundi skal geva býráðnum eina frágreiðing um mannagongdina í málinum, og harumframt ætlar andstøðan at krevja, at býráðið í víðari mun kann møguleikarnir fyri eini framtíðar fígging.