Meistaraheitini í flogbólti verða eftir øllum at døma avgjørd um vikuskiftið. Kvinnuliðið hjá Mjølnir og mansliðið hjá Fleyr, nýtast bert ein sigur afturat í ár áðrenn liðini kunnu kalla seg meistarar.
Hjá monnum er Fleyr í veruleikanum meistari undan dystinum, tí hóast Fram og Mjølnir kunnu koma ájavnt í stigum, er settmunurin hjá Fleyr so nógv betri, at teir gerast meistarar kortini.
Stríð um annaðplássi
Men tá dysturin móti SÍ er leiktur sunnudagin, er væntandi at teir vera átta stig frammanfyri næsta liðið. Men tá eru bert tríggir dystir eftir, og so er einki at gera hjá hinum liðunum. Tá er bara silvurið at spæla um.
Sørvingarnir hava annars sítt stríð í botninum, tí ÍF er komið ájavnt teir í stigum. Hvussu teir eru fyri til dystin sunnudagin er ikki gott at vita, men møta teir við sterkasta liðið, verður dysturin ikki lættur.
Og tann dysturin verður í Klaksvík leygardagin. Mjølnir fær vitjan av Fram og skulu klaksvíkingarnir gera sær nakrar vónir um at fáa klørnar í silvurmerkini, so skal dysturin móti Fram vinnast.
Og sum støðan er, hevur Mjølnir gott tak á Fram. Seinasta vikuskiftið hittust liðini í hálvfinaluni í steypakappingini og tann dystin vann Mjølnir greitt. Tí kunnu vit siga, at teir eru betri fyri til dystin um vikuskiftið. Harafturat hava klaksvíkingarnir heimavøll, og tað ger tað uppaftur verri hjá Fram at fáa stig frá Mjølnir.
Liðini eru bæði góð, men spurningurin er um ikki breiddin hjá Mjølnir, við Trygva, Jóannesi, John og Borko fer at tryggja teimum sigurin. Hjá Fram eru Rúni og Jens Heri ov einsamallir at bera byrðarnar. Ikki tí, teir hava megnað tað í nógvum dystum, men hesin er so serliga týdningarmikil.
Oddadysturin
Hjá kvinnum er talan um eina beinleiðis toppuppgerð. Mølnir er fremst og væl og virðiliga tað, og TB er nummar tvey. Men stigamunurin er so stórur at tað er valla hugsandi, at TB skalar Mjølnir í Klaksvík. Og serliga ikki tá tær ikki gjørdu tað seinasta vikuskiftið í Trongisvági.
Tá høvdu tær møguleikan at minka um munin upp til Mjølnir, men so var ikki. Til tað var Mjølnir liðið ov sterkt og ov vælleikandi.
Tí er lítið annað hugsandi, enn at Mjølnir leygardagin vinnur bæði dystin móti TB og endurvinnur meistaraheitið í kvinnudeildini.
Hin dysturin í kvinnudeildini er millum Drátt og ÍF. Seinasta vikuskiftið kláraði ÍF at koppa Drátti á Kambsdali og tí er hugsandi, at vágagenturnar vilja hevna tapið. Tí tað kom teimum uttan iva eitt sindur tvørt fyri at tær taptu. Støðan var - og er - tann, at Dráttur kann koma ájavnt við TB á øðrum plássi um tær vinna, og so er kappingin um silvuri meira spennandi.
Fuglfjarðakvinnurnar hava kortini eisini sítt at berjast fyri, tí vinna tær dystin á Giljanesi sunnudagin, so eru tær ikki aftastar longur, men næstaftastar. Tær fara nevniliga framum Fleyr, sum bara hevur tað eina stigi meira enn ÍF. Fleyrkvinnurnar spæla ikki um vikuskiftið, og hava tí ikki møguleika at verja støðuna.
So tað skuldu verið góðir møguleikar hjá fólkið í Vágum og í Norðoyggjum at sæð góðan flogbólt um vikuskiftið.
Dystirnir í Klaksvík verða leygardagin, har kvinnurnar leika klokkan 13 og menninir klokkan 15. Dystirnir í Vágum eru á hvør sínum stað, og til hvør sína tíð. Kvinnurnar spæla á Giljanesi klokkan 14, meðan menninir spæla í Sørvági klokkan 16.