Nátaveiða: Arbeiðsplássini eru størsta gleðin

? Eingin okkara roknar við at gerast millióningur av hesum, men kunnu vit seta á stovn fimm nýggj - heilt nýggj arbeiðspláss Ì Vági, so er tann gleðin nógv størri enn pengarnir, sigur ein av eigarunum av Maj, sum um nakrar fáar dagar fer at royna eftir vetrarnáta við Føroyar

Tað má sigast vera bróta upp úr nýggjum, tá farið verður undir skipaða veiðu eftir vetrarnáta við Føroyar.

Gamaní er tað gamalt, at menn fáa sær eitt kók ella bæði tvey, men soleiðis at fara undir skipaða heilársveiðu eftir vetrarnáta - tað er ikki roynt av føroyingum áður.

Men tað verður tað so nú.

Fimm vágbingar hava, sum nevnt aðrastaðni í blaðnum valt at royna nakað heilt, heilt annað, og ikki kann sigast annað enn at tað er øðrvísið - og spennandi.


Arbeiði fram

um vinningin

Hóast tann stigtakarin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at teir fara undir handilsligar royndir eftir vetrarnáta, so er tað kortini ikki týdningarmiklasti parturin av verkætlanini.

? Fyri okkum hevur tað størri týdning at skapa arbeiðspláss í Vági enn at fáa stóran fíggjarligan vinning av verkætlanini. Gleðin at skapa arbeiðsplássini er størri, sigur hann.

Mai, hava teir keypt bíliga - skipið hevði jú einki fiskiloyvi - og hóast teir hava brúkt næstan líka nógv til at tilbúgva skipið, so stendur Mai teimum ikki í meiri enn góðum 700 túsund krónum.

? Vit vóru hepnir, at fáa eitt gott skip fyri ein bíligan penga og tað ger tað eitt sindur lættari at fara undir.


Bíligur í rakstri

Tá skip fara á fiskiveiðu er vanligt, at tey brúka nógv brennievni meðan tey eitt nú trola. Hesum sleppa eigararnir á Mai undan, tí teir koma at liggja stillir meginpartin av tíðini.

? Vetrarnáti er til í so stórum meingi, at okkum nýtist ikki at sigla alla tíðina fyri at koma á miðini. Tí vera útreiðslurnar til olju ikki so stórar sum hjá øðrum skipum. Hin stóri útreiðsluposturin verður proviantur til teir fimm menninar, sum vera við.

Og hvussu stórur tann posturin verður er ikki gott at vita, leggur hann afturat, tí enn eru teir ikki greiðir yvir, hvussu leingi, teir fara at vera úti í senn.


Stóran kapasitet

Tað kann, uttan stórvegis trupulleikar, vera í rættuliga drúgva tíð. Báturin hevur ein stóran kapasitet og tá hagreiddi fuglurin samstundis er lítil í vavi, ja, so er laga manni at liggja leingi.

? Nú fáa vit at síggja. Tað skal alt lagast eftir nær tað er best at selja og eisini hvussu ofta tað skal gerast, men hugsa vit um frystikapasitetin, so kann báturin vera ógvuliga leingi úti.

Veiðan verður, sum sagt hagreidd umborð á teirri nýgjørdu »verksmiðjuni« umborð. Fuglurin verður royttur, reinsaður, pakkaður og síðani frystur ein og ein. Áðrenn hann verður seldur verða eini 16-20 vetrarnátar pakkaðir í ein kassa.

Framleiðslan umborð er gjørd eftir forskriftunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og tað merkir, at framleiðslan og pakkingin fer fram í hvør sínum rúmi.

? Fýra roytingarmaskinur eru settar upp og tær bíða bara eftir at sleppa í gongd. Fjarðarnir fara beint í posar, sum eru settir upp á maskinurnar, so tað verður reinført umborð. Pakningurin skal eisini goymast fyri seg, men alt tað er í lagi, sigur vágbingurin, sum leggur afturat, at teir eisini máttu gera broytingar, sum Skipasýnið kravdi.

? Men vit hava valt, at gera alt samsvarandi reglunum frá byrjan, so vit ikki skulu fara afturumaftur.


Forkunnugt virksemi

Tá vágbingarnir eru farnir til verka, er tað, sum sagt nátaveiðan, sum verður høvuðsálitið hjá nýggja virkinum. Men fyri at fáa alt at hanga saman fíggjarliga er ætlanin at hava eyguni eftir lomviga úr Íslandi, brugdu og øðrum, sum kanska kann vera ískoyti til raksturin.

Í heila tikið verður talan um ein rakstur, sum er settur saman av so forkunnugum virksemi, sum sjáldan sætt í nýggjari tíð í Føroyum.

? Lomvigan kunnu vit keypa onkur ár úr Íslandi, tí viðhvørt fáa teir nógv av honum. Vit fara ikki at veiða lomviga við Føroyar og so slettis ikki ólógliga. Hetta skal ganga rætt fyri seg, sigur vágbingurin.

? Men tað, sum kanska hevði verið heppið var, um vit kanska fingu onkrar hvalateljingar og fuglateljingar at gera meðan vit liggja úti. Tað fer jú at bera til uttan at órógva. Báturin fer at liggja nógv á somu leið.

Avroyttu fjarðarnir væntar hann tó ikki nakað kann fáast burturúr. Tað verður savnað saman og koyrt í land, tá báturin kemur inn.


Fimm mans vera við

Tá Mai fer fyrsta túrin vera fimm mans við. Tríggir av eigarunum vera umborð, meðan tveir aðrir eisini fáa kjansin.

Einki er greitt frammanundan hvussu teir skulu avroknast, men ikki er óhugsandi at teir fáa fasta løn fyrstu tíðina, til tað ber til at síggja hvussu tað fíggjarliga hongur saman.

? Tað vera bara teir, sum vera umborð, sum fáa løn. Hinir eigararnir fáa einki. Fyrstu tíðina verður nokk talan um fasta løn. So mugu vit fáa at síggja, hvussu leikur fer.

Og teir fimm menninir fáa sítt at síggja til, tí ætlanin er, at teir skulu hagreiða 500 nátar um dagin.

? Tað verður tað so ikki í byrjanini, men tað høvdu vit hugsað okkum við tíðini, sigur vágbingurin, sum er sera spentur upp á hvussu tað fer at gangast.