annað, ið eigur at vera havt í huga, er, at ikki øll lond, sum byrja skúlan við 6 ára aldur, klára seg eins væl. Her eru sum nevnt nógv viðurskifti at leggja upp fyri. Tískil eigur hetta mál at fyrireikast [...] Hetta er eitt áhugavert uppskot. At børn byrja í skúlanum 6 ára gomul er rættiliga vanligt aðrastaðni, og hjá okkara stóra granna í ein beinan sunnan, byrja tey enn fyrr, uttan at børnini tykjast taka [...] av tí. Tað var ikki gott, tá vit fingu at vita, at t.d. lesiførleikin var alt ov vánaligur hjá føroyskum børnum. Hetta vóru skelkandi tíðindi, tí um lesiførleikin haltar, so halta evnini at tilogna sær nýggja
báðir um, at teir sleppa ikki at atkvøða eftir sínum egnu sannføring. Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen eru av teirri sannføring, at málið eigur ikki at snúgva seg um samkynd og átrúnað, men um at javnseta [...] havt virðing fyri í Løgtinginum, siga teir báðir. Teir staðfesta, at samkynd hava altíð verið í okkara samfelagi, tó tey ikki hava verið ein væl lýddur samfelagsbólkur. - Hetta eiga vit at fyrihalda okkum [...] samstundis dent á, at politisku Føroyar eiga at arbeiða fyri at bøta um rættarstøðuna hjá samkyndum soleiðis, at tey fáa tey rættindi, sum tey hava tørv á, fyri at kunna virka og liva í føroyska samfelagnum
ætlar at taka frá teimum ríku at geva teimum fætæku. So stutt kann orsøkin sigast til, at hann ætlar at skerja fólkapensjónina hjá teimum, sum hava sínar egnu pensjónir. Í hvussu so er sigur hann, at hetta [...] ið landið ikki hevur ráð at betala fólki eina rímiliga pensjón nú. Kristjan Magnussen nevndi eisini, at í 1988 vóru fimm vinnufør fólk fyri hvønn pensjónist. Men í 2020 verða tað bara trý fólk í vinnuførum [...] tí, at tíðin er komin bróta hetta misskilta prinsippið um samhaldsfesti. ? Í mínari verð er tað ikki samhaldsfast, at miljóningar skulu fáa somu pensjón sum fólk, ið onki eiga. Pensjónin hækkar ikki Hetta
Í dag er forsíðugrein í Berlingske Tidende, har eg verði endurgivin fyri at leggja landsstýrið undir ikki at halda egin lyfti, tá tað snýr seg um samstarvið við Russland. Javnaðarflokkurin heldur - og [...] hevur frá byrjan hildið - at handilin við Russland skal steðga. Og vit stuðla landsstýrinum 100%, tá sagt er, at vit eisini skulu seta tað í verk, sum ES setir í verk. Tað er hetta, dagsins grein snýr seg [...] simpelthen at se! Det er det, der er ‘sagen’: hvordan begrunder landsstyret, at havnene ikke lukkes.” So leingi vit ikki hava sæð, hvat landsstýrið byggir sína avgerð á, kunnu vit ikki siga, at lyftið um
Landsfelagið tapti. Rætturin sigur, at Landsfelag Handverkaranna hevur ikki prógvað, at tað er vanligt, at handverkarar kunnu siga upp upp á standandi fót, ella at meistarin í veruleikanum hevði góðtikið uppsagnina [...] Tá ið ein handverkari ikki virðir uppsagnartíðina, hevur meistarin rætt til at halda lønini aftur. Hetta hevur Føroya Rættur nú staðfest. Leggjast kann afturat, at dómurin er ikki skotin inn fyri Landsrættin [...] ella 10 daglønir. À Tvøroyri hendi tað nakað síðani, at ein handverksmeistari helt løn hjá einum handverkara aftur við tí grundgeving, at hann virdi ikki uppsagnartíðina. Landsfelag Handverkarana legði sak
teimum Radikalu, heldur kortini ikki, at Føroyingar eiga at verða revsaðir eftir vánaliga úrslitið í fullveldissamráðingunum. Men hon heldur tað vera løgi, at føroyingar ikki kunnu taka ímóti eini skiftistíð [...] flokkar, at stjórnin eigur at seta harðar treytir, tá danska stjórnin og landsstýrið skulu samráðast um blokkstuðulin í endanum av næsta ári. Hetta skrivaði danska blaðið, Jyllands-Posten, í gjár. Blaðið [...] flokkar, og eru hesir samdir um, at støðan ikki rættuliga hongur saman. Ein av teimum, ið er mest harðrendur í sínum útsagnum er Jes Lunde frá SF. Hann heldur, at hetta sjálvsagt skal fáa avleiðingar, næstu
við, at vinnan ikki sleppur at arbeiða. Arbeitt verður yvir mikudag og hósdag - so fær man at vita fríggjadag, at skipið ikki siglir kortini - hvussu kann nakar liva við tí, vildi Henrik Old hava at vita [...] boðini um, at Pride ikki sigldi vegna veður, og tað skapti sum vera man størri øsing millum tingmenn. Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini vildi vera við, at ætlanin als ikki var at seta Norrönu í Suður [...] fyri at fáa Dúgvuna klára. Tí er tað at játta hesar pengar ikki annað enn rukkulív, tá teir kortini ætla at seta Dúgvuna í sigling, vildi suðuroyartingmaðurin verða við, sum annars vildi hava at vita,
samtykt, kl. 10.33 í morgun, uttan at nakar tingmaður tók orðið. Vit hava ikki ráð at rinda fyri raksturin av nøkrum smáum mentanarstovnum á bygd og í bý í okkara egna landi. Hetta eru søvn, sum mong hava [...] vælvild? Var hetta ein framúr góður leikur? Vóru hetta amatørar sum vóru upp á spæl, ella vóru hetta yrkislærdir leikarar, sum dusaðu sær í stríðnum um at fáa ta mentanarpolitisku kábalina at ganga upp? [...] leggur í at stovnseta og reka fólkabókasøvn og fáa 40% í rakstrarstuðli, tá ið tú kanst stovna skúlabókasøvn og fáa 60% í rakstrarstuðli? Av tí at so nógv av teimum fólkavaldu her hjá okkum (tíverri í hesum
os). Tað er soleiðis í reinum vónloysi eg sendi tykkum hetta mítt skriv. Men eisini í tí vón, at tað fer at nørast hjá onkrum av tykkum í býstýrinum, so okkurt blívur gjørt fyri at bøta um tað vanlukkulag [...] Veruleikin vit liva í í løtuni, er sostatt, at stór russisk skip í hópatali finna leiðina inn á firðin, enntá á náttartíð, við ómetaligum óljóðið sum ein nærum ikki hevur hoyrt áður, fyri síðan at leggast lið [...] kvøldið við tí ómetaliga larmi í her fór fram, við tað at øll skuldu út at venda, fyri at geva pláss fyri tí eina sum skuldi fara, fyri síðan hini bæði: Larmandi í tímavís at leggja seg upp á pláss aftur
verður nevniliga als ikki nevnt í samgonguskjalinum. Hetta mistakið ella gloymskan merkir tó ikki, at oljumálið fær lægri raðfesting í Tinganesi, tvørturímóti ætlar landsstýrismaðurin sær at leggja stóra áherðslu [...] mistak, at oljan als ikki verður nevnd í samgonguskjalinum. Hetta má vera ein gloymska sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum eftir skipanina av nýggja landsstýrinum hevur fingið oljumálini at umsita [...] eisini, at hóast leitingin higartil ikki hevur givið tey úrslit, sum vit kanska høvdu vónað og sett nøsina upp eftir, so er hetta ein vinnulig tilgongd, sum krevur av okkum, at vit hava tol og at vit arbeiða