Eg havi ikki ákært landsstýrið fyri at bróta egin lyfti

Rætting til dagsins grein í Berlingske Tidende

Í dag er forsíðugrein í Berlingske Tidende, har eg verði endurgivin fyri at leggja landsstýrið undir ikki at halda egin lyfti, tá tað snýr seg um samstarvið við Russland. 

 

Javnaðarflokkurin heldur - og hevur frá byrjan hildið - at handilin við Russland skal steðga. 

 

Og vit stuðla landsstýrinum 100%, tá sagt er, at vit eisini skulu seta tað í verk, sum ES setir í verk. 

 

Tað er hetta, dagsins grein snýr seg um. 

 

Men eg havi IKKI sagt, at landsstýrið hevur brotið egin lyfti um at fylgja ES. 

 

Eg segði hetta - skrivliga við sms-boðum - við Berlingske: 

 

“Jeg talte lige med min formand. Vi, som største oppositionsparti (Javnaðarflokkurin = Soc dem.), støttede 100% da vores regering lige efter krigens udbrud sagde, at man ville følge EU. 

 

Landsstyrets begrundelse for ikke at lukke havnene alligevel er, at man siger der er en undtagelse for virksomhed som den, der foregår på Færøerne. Sådan fortolker de i hvert fald svaret på en forespørgsel, de har sendt til EU. 

 

Den fortolkning mangler vi simpelthen at se! Det er det, der er ‘sagen’: hvordan begrunder landsstyret, at havnene ikke lukkes.” 

 

So leingi vit ikki hava sæð, hvat landsstýrið byggir sína avgerð á, kunnu vit ikki siga, at lyftið um at fylgja ES er brotið. 

 

Sjálvandi eigur landsstýrið at leggja hetta alment fram. 

 

Um vit - av okkara eintingum - skulu steingja havnirnar fyri russiskum skipum, er eitt annað kjak.