Løgtingið játtaði Norrönu at sigla til Suðuroyar

? Hvat er alternativið hjá Sambandsflokkinum: Pride ella Eilif Samuelsen, vildi Henrik Old hava at vita, tá Suðuroyarsiglingin var til viðgerðar á tingi leygardagin

Løgtingið hevur nú játtað Strandferðsluni tær 1,7 milliónirnar, sum tað kostar at leiga Norrönu at sigla til Suðuroyar í 20 dagar, meðan Smyril er í dokk.

Tingið kom saman til 3. viðgerð av eykajáttanarlógini, sum eisini fevndi um játtanina til umleggingina av Telfonverkinum, leygarmorgunin - men tað var serliga Suðuroyarsiglingin, sum var evnið í orðaskiftinum, sum annars ikki plagar at vera við 3. viðgerð. Leygarmorgunin kjakaðust tingmenn í hálvanannan tíma um hetta málið.


Suðuroyarsiglingin høvuðsevnið

Tað, sum serliga merktið orðaskiftið um játtanina til Norrönu var Suðuroyarsiglingin. Smyril varð fríggjakvøldið leigaður skipafelagnum at sigla til Skotlands, av tí at Blikur hevði fingið maskinskaða, og tí var Pride settur í Suðuroyarsiglingina.

Hetta hóvaði sum vera mann ikki tingmanninum Henriki Old, sum gav løgmanni, sum hevur ábyrgdina av samferðsluøkinum, av grovfílini.

Henrik Old vildi hava at vita, hvat var alternativið hjá Sambandsflokkinum.

? Er alternativið Pride ella Eilif Samuelsen, spurdi hann.

Henrik Old nam eisini við søluna av Teistanum og Skotlandssiglingina. Hann helt tað vera ein óbótaligan skaða, sum landsstýrið hevði framt við søluni av Teistanum og við avreiðingini av Skotlandssiglingini.

Meðan tingfundur var komu eisini boðini um, at Pride ikki sigldi vegna veður, og tað skapti sum vera man størri øsing millum tingmenn.

Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini vildi vera við, at ætlanin als ikki var at seta Norrönu í Suðuroyarsiglingina.

? Teir hava nú arbeitt nátt og dag fyri at fáa Dúgvuna klára. Tí er tað at játta hesar pengar ikki annað enn rukkulív, tá teir kortini ætla at seta Dúgvuna í sigling, vildi suðuroyartingmaðurin verða við, sum annars vildi hava at vita, hví Smyril ikki kundi sigla tvær vikur afturat, meðan leitað varð eftir einum betri hóskandi skipi til siglingina.


Yvirdádigur yvirkapasitetur?

Bjørn á Heyum helt tað vera púra burturvið at brúka 1,7 milliónir krónur at leiga Norrönu til Suðuroyarsiglingina.

? Eg setti løgmanni nakrar relevantar spurningar undir 1. viðgerð, sum eg helt, at hann fór at svara uppá. Men løgmaður var als ikki til staðar - og tað er ikki at vísa virðing fyri tingarbeiðinum, segði Bjørn á Heygum, sum var rættuliga hvassorðaður við løgmann.

? Tað er tann reina yvirdádigheit at brúka eitt skip, sum hevur so stóran yvirkapasitet, til hesa sigling, tá tað bara sigla 30-40 fólk við vanligar dagar, segði Bjørn á Heygum.

? Men tað má vera okkurt, sum rættvísger hetta, hóast tað í uppskotinum bara stendur, at »hildið verður, at Dúgvan ikki er hóskandi«. ? Hvør er tað, sum heldur tað, vildi sambandstingmaðurin vita.

Hann helt tað vera skilaleyst av einum fallittbúgvi, sum Føroya landi at oyðsla pengar burtur á henda hátt, og kravdi at fáa eina sakliga grundgeving.


0 kr fyri yvirkapasitet

Edmund Joensen, løgmaður helt, at Henrik Old var bangin fyri at vera afturvaldur, og tí leikaði hann so í, sum hann gjørdi. Hann vísti á, at eingir alternativir møguleikar vóru til støðuna, sum hon nú varð vorðin, við tað at Blikur fekk maskinskaða, og tí noyðast vit at liva við hesum í ein dag, segði hann.

Hann vísti eisini á, at yvirkapasiteturin, sum partamaður hansara Bjørn á Heygum tosaði um, ikki kostar skattagjaldaranum nakað.

? Alternativið er Dúgvan. Men hon hóskar ikki, tí tá tørvurin er størstur, er sjálvt Smyril ov lítil, segði løgmaður, sum vísti á, at tað var ein serlig støða, sum var uppstaðin júst hendan leygardagin, tá Smyril mátti takast úr siglingini.


Eitt typiskt dømi?

Men at tað var ein serlig støða, var Henrik Old als ikki samdur í.

? Hetta er eitt typiskt dømi um, hvussu klossut landsstýrið hevur arbeitt á samferðsluøkinum við Teistasøluni, segði Henrik Old, sum eisini harðliga fanst at, at løgmaður á henda hátt forðar vinnuni at arbeiða.

? Hvussu kann nakar liva við, at vinnan ikki sleppur at arbeiða. Arbeitt verður yvir mikudag og hósdag - so fær man at vita fríggjadag, at skipið ikki siglir kortini - hvussu kann nakar liva við tí, vildi Henrik Old hava at vita.

Bjørn á Heygum helt seg ikki fáa nakra sakliga grundgeving frá løgmanni fyri at at seta Norrönu í siglingina, so hann spurdi, hvat bagdi Dúgvuni: ? Er tað sjóverk, sum fólk ræðist? spurdi hann og vísti á, at fyrr kundu onnur skip brúkast, eitt nú gamli Smyril. ? Hví skulu vit hava eitt skip sum tekur 1200 ferðafólk at flyta 20-30 fólk, vildi hann hava at vita.

Men Rúan Sivertsen úr Fólkaflokkinum troyttaðist av at hoyra Bjørn á Heygum.


Lisbeth: Bjørn er ljótur í munninum

? Tað er so lætt hjá honum. Hann skal ikki ganga meira enn 500 m, so sleppur hann til arbeiðis og til allar almennar stovnar. Hann hevur alt og veit ikki, hvussu tað er at hava sjógv ímillum, segði Rúna Sivertsen, sum helt tað vera í lagi at leiga Norrönu, um hetta var bíligasta loysnin.

Lisbeth Petersen dámdi einki orðaskiftið. Hon helt tað bara vera valrøður, og tí helt hon at tað kortini var gott, at løgmaður hevði útskrivað val. Henni dámdi heldur einki atfinningarnar frá Bjørn á Heygum at løgmanni, og hon vísti á, at hann kundi bara sjálvur møtt til 2. viðgerð, so hevði hann óivað fingið svar frá løgmanni. Hon segði annars um partamannin, at hann var sera grovur, og brúkti ljót orð - so ljót, sum ein juristur ikki átti at nýtt.


Rokningin fyri privatiseringina

Heini O. Heinesen vísti á, at hetta bara var rokningin fyri hesi fýra árini - og forrokningin upp á privatiseringsætlanirnar hjá teimum borgarligu. Hann helt, at tað hevði borið væl til at kombinera Suðuroyarsiglingina og Skotlandssiglingina.

Partur av eykajáttanin hesaferð vóru eisini tríggjar milliónir til at dýpa Leirvíkar havn. Um hetta segði Heini:

? Vit sita sum spott og samtykkja 3 mill krónur til ein fólkafloksmann at dýpa eina havn fyri. Vit hava longu játtað tvær, hví kann hann ikki brúka tær fyrst, spurdi Heini O. Heinesen.

Hesi orð fløvaðu hjá Henriki Old. Hann takkaði Heina, tí hann hevði skilt orsøkina til støðuna.

? Eingin suðringur hevur biðið um Norrönu, men tað er løgmaður sum noyddi Sámal Petur í Grund at selja Teistan, sum hevur skuldina. Teistin var seldur til onga nyttu - var tað gjørt í 1992-93, tá landskassanum tørvaði pengar, so var støðan ein onnur, helt hann.

? Hetta kunnu vit ikki bjóða einum fólki - og so verður tosað um Føroyar sum ein oljumiðdepul. Hvussu skal tað bera til, tá man hevur tosað um ein pullart í hálvanannan mánað? spurdi Henrik Old.

Jákup Olsen, tingmaður úr Vági, sum júst er farin upp í Fólkaflokkin, legði eisini upp í kjakið, og hann tosaði um uppskot frá sosialismuni, sum vóru óbrúkilig.

Til hetta svaraði Henrik Old, at um Jákup Olsen hevur hug at hjálpa Óla Breckmann at bekempa sosialismuna, so fekk hann arbeiði til ævigar tíðir.


Jóvgvan Ingvard takkaði enn einaferð

Sum fundurin leið ókst orð av orði. Ingeborg Vinther vísti m. a. á, at Bjørn á Heygum hevði atkvøtt fyri 20 milliónum til undirsjóvartunnil. Tí dugdi hon ikki at skilja, hví hann ikki eisini kundi taka undir við at játta pengar til at lata Norrönu reka suðuroyarsiglingina.

Bjørn á Heygum tók fleiri ferðir uppaftur, at hann ikki fekk svar frá løgmanni um tørvin, og at enda legði fíggjarmálaráðharrin, Anfinn Kallsberg upp í. Hann vísti á, at tingfundurin í veruleikanum var ein agitatiónsfundur, og hann legði dent á, at Sámal Petur í Grund ikki hevði ráðført seg við Fólkaflokkin, tá hann seldi Teistan. Annars helt Anfinn Kallsberg, at suðuroyarleiðin átti at verði privatiserað - og at suðringar sjálvur áttu at staðið fyri rakstrinum.

Á tingfundi henda leygarmorgunin vóru møttir 22 tingmenn, sum allir kortini tóku undir við eykajáttanarlógini. Tískil kann Norröna setast í sigling og Telefonverkið sleppur nú eisini at umskipa stovnin til partafelag.

Aftur á hesum tingfundi takkaði tingformaðurin, Jógvan Ingvard Olsen fyri seg, og hann væntaði ikki at tingið kemur saman aftur fyri valið.