.
Samgonga og olja
-Tað er helst eitt mistak, at oljan als ikki verður nevnd í samgonguskjalinum. Hetta má vera ein gloymska sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum eftir skipanina av nýggja landsstýrinum hevur fingið oljumálini at umsita.
Oljuleiting ella oljuvinna verður nevniliga als ikki nevnt í samgonguskjalinum. Hetta mistakið ella gloymskan merkir tó ikki, at oljumálið fær lægri raðfesting í Tinganesi, tvørturímóti ætlar landsstýrismaðurin sær at leggja stóra áherðslu á júst henda partin av vinnumálunum. Hann ásannar eisini, at hóast leitingin higartil ikki hevur givið tey úrslit, sum vit kanska høvdu vónað og sett nøsina upp eftir, so er hetta ein vinnulig tilgongd, sum krevur av okkum, at vit hava tol og at vit arbeiða miðvíst víðari. Landsstýrið fer at leggja eins stóran dent á hetta málið sum tað undanfarna hevur gjørt leggur hann aftrat.
Bjarni Djurholm vitjaði í Oljumálaráðnum fríggjadagin og prátaði við starvsfólkið. Tá varð avrátt, at fólkini har halda fram við at fyrireika tað komandi útbjóðingartilfarið. Landsstýrismaðurin ætlar sær niðan aftur í Oljumálaráðið í hesi vikuni. Bróðurparturin av økjunum, sum Oljumálaráðið umsitur, fellur nevniliga til Vinnumálaráðið.
Tað er avgjørt, at Bjarni Djurholm skal umsita oljumálið, Jarðfrøðissavnið og orkuna. Hini økini, sum hava verið umsitin av fyrrverandi landsstýrismanninum í oljumálum, eitt nú umhvørvi og økismenning, verða í framtíðini umsitin av Jógvan við Keldu, landsstýrismanni í innlendismálum.
Sjálvur er Bjarni Djurholm sera fegin um at kunna umsita olju, Jarðfrøðissavn og orkuna, tí hann heldur hetta vera eina sera spennandi avbjóðing. Eitt tað fyrsta hann fer undir er at gera sær tankar um, hvussu vit kunnu menna alternativa orku í Føroyum.
Hvussu verður so við aðalstjóranum í Oljumálaráðnum, nú ráðið verður lagt niður og uppgávurnar lagdar út á tvey onnur ráð! Bjarni Djurholm: -Tað er als ikki tikin støða til tann spurningin enn.










