Samkynd fara at sleppa at giftast í Føroyum

Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen harmast, at teir ikki sleppa at atkvøða eftir síni egnu sannføring í málinum um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum


- Vit eru sannførdir um, at samkynd hjúnaløg fáa síni borgarligu rættindi í Føroyum.

 

Tað siga Brandur Sandoy út Fólkaflokkinum og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum báðir eru í samgongu.

 

Men teir báðir staðfesta kortini, at tað verður neyvan hesa ferð.

 

Fyrsta dagin skal Løgtingið taka endaliga støðu uppskotið um at  loyva samkyndum at giftast.

 

Men tað hevur alla tíðina verið greitt, at samgongan fer at fella uppskotið, tí Miðflokkurin hevur kravt, at samgongan skal blokera øll mál av slíkum, etiskum slagi.

 

Málið hevur nú verið til viðgerar í Rættarnevndini, har Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen eru limir.

 

Og í niðurstøðuni hjá Rættarnevndini harmastr teir báðir um, at teir sleppa ikki at atkvøða eftir sínum egnu sannføring.

 

Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen eru av teirri sannføring, at málið eigur ikki at snúgva seg um samkynd og átrúnað, men um at javnseta borgarar í lógarhøpi.

 

 

Teir vísa á, at tá ið slík mál hava verið til viðgerar, hevur tað verið vanligt, at tinglimir atkvøða eftir síni egnu sannføring.

 

- Hetta hevur verið ein politisk siðvenja, sum hevur verið góðtikin av øllum, og sum øll hava havt virðing fyri í Løgtinginum, siga teir báðir.

 

Teir staðfesta, at samkynd hava altíð verið í okkara samfelagi, tó tey ikki hava verið ein væl lýddur samfelagsbólkur.

 

- Hetta eiga vit at fyrihalda okkum til, ístaðin fyri at tiga málið burtur. Vit mugu staðfesta, at samkynd hava ikki nøktandi rættindi í dag, og verða ikki viðurkend fyri teirra samleika siga Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen.

 

Teir leggja samstundis dent á, at politisku Føroyar eiga at arbeiða fyri at bøta um rættarstøðuna hjá samkyndum soleiðis, at tey fáa tey rættindi, sum tey hava tørv á, fyri at kunna virka og liva í føroyska samfelagnum.

 

- Undirritaðu eru sannførdir um, at samkynd hjúnaløg fáa síni borgarligu rættindi, hóast tað neyvan verður á hesum sinni.

 

Undirritaðu fara ikki at mæla til at taka undir við uppskotinum. Tó vilja vit vísa á, at málið átti at staðið sum eitt etiskt mál, hvar persónliga støðan hjá hvørjum einstøkum tinglimi átti at verið avgerandi, siga teir báðir tinglimirnir úr samgonguni.

 

Teir siga  at hjá politisku flokkunum í londum, vit fegin vilja verða samanborin við, er fólkaræði, persónligt frælsi, javnstøða og trúðarfrælsi, hugtøk, eingin setir spurnartekin við.

 

- Tó knýpur tað við tolseminum, tá talan er um at vísa virðing fyri teimum, sum hava valt at liva lívið øðrvísi enn meirilutin, siga Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen.

 

Men hóast teir halda, at samkynd í Føroyum ikki hava javnbjóðis rættindi, fara teir ikki at mæla Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.

 

- Tó vilja vit vísa á, at málið átti at staðið sum eitt etiskt mál, hvar persónliga støðan hjá hvørjum einstøkum tinglimi átti at verið avgerandi, siga Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen.