Danskir flokkar undrast yvir, at donsku skattakrónurnar, sum árliga verða sendar til Føroya verða nýttar at spara upp við, samstundis sum landsstýrið vísir frá sær einum tilboði frá donsku stjórnini um at fáa fullveldi við einari búskaparligar skiftistíð á fýra ár.
Tí halda fleiri flokkar, at stjórnin eigur at seta harðar treytir, tá danska stjórnin og landsstýrið skulu samráðast um blokkstuðulin í endanum av næsta ári.
Hetta skrivaði danska blaðið, Jyllands-Posten, í gjár. Blaðið hevur tosað við umboð fyri fleiri flokkar, og eru hesir samdir um, at støðan ikki rættuliga hongur saman.
Ein av teimum, ið er mest harðrendur í sínum útsagnum er Jes Lunde frá SF. Hann heldur, at hetta sjálvsagt skal fáa avleiðingar, næstu ferð samráðst verður um blokkstuðulin. Tá føroyingar hava møguleika at leggja so nógv til síðis og samstundis hava eina miðalinntøku, ið er hægri enn tann danska, má hetta fáa týdning, sigur hann.
Jan Petersen frá danska Javnaðarflokkinum vísir á, at tað ikki er nøkur náttúrulóg, at blokkstuðulin skal vera eina milliard krónur um árið. Hann vísir á, at sjálvt um føroyski búskapurin er viðbrekin, benda úrslitini seinastu árini á, at føroyingar sjálvir hava møguleika at syrgja fyri einum størri parti av síni vælferð.
Elisabeth Arnold frá teimum Radikalu, heldur kortini ikki, at Føroyingar eiga at verða revsaðir eftir vánaliga úrslitið í fullveldissamráðingunum. Men hon heldur tað vera løgi, at føroyingar ikki kunnu taka ímóti eini skiftistíð á fýra ár.