Hevði rætt at halda lønini aftur

Tá ið uppsagnartíðin ikki verður vird, fær tað fíggjarligar avleiðingar

Uppsagnartíð

Tá ið ein handverkari ikki virðir uppsagnartíðina, hevur meistarin rætt til at halda lønini aftur.
Hetta hevur Føroya Rættur nú staðfest.
Leggjast kann afturat, at dómurin er ikki skotin inn fyri Landsrættin og tí stendur hann við.
Í sáttmálanum millum tey bæði handverkarafeløgini, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna øðrumegin, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hinumegin, stendur, at tá ið handverkari hevur verið í arbeiði styttri enn tvey ár hjá sama arbeiðsgevara, er uppsagnartíðin fimm dagar. Hevur hann arbeitt longri enn tvey ár hjá sama arbeiðsgevara, er uppsagnartíðin 10 dagar.
Hetta er galdandi fyri báðar partar.
Men verður uppsagnartíðin brotin, skal handverkarin missa fimm ella 10 daglønir. Er tað arbeiðsgevarin, sum brýtur uppsagnartíðina, skal hann hinvegin betala handverkaranum fimm ella 10 daglønir.
À Tvøroyri hendi tað nakað síðani, at ein handverksmeistari helt løn hjá einum handverkara aftur við tí grundgeving, at hann virdi ikki uppsagnartíðina.
Landsfelag Handverkarana legði sak ímóti meistaranum, men Landsfelagið tapti. Rætturin sigur, at Landsfelag Handverkaranna hevur ikki prógvað, at tað er vanligt, at handverkarar kunnu siga upp upp á standandi fót, ella at meistarin í veruleikanum hevði góðtikið uppsagnina.
Málið varð nógv viðgjørt í fjølmiðlunum, um tað mundi alt hetta fór fram, sum uppsagnin snúði seg um.
Handverksmeistarin, sum talan var um, er Petur Hammer, men hann ongar viðmerkingar til málið.
Men hann sigur kortini heilt stutt, at sum gamal fótbóltsspælari veit hann, at tá ið farið verður eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum, endar oftani galið.