av sparkinum, og sjálvur helt hann í øllum førum, at hann hevði tryggjað sínum monnum sigurin við sparkinum. Men tað helt dómarin ikki. Hann metti, at tveir leikarar hjá Tunis høvdu runnið inn í brotsteigin [...] ferðina varð brotssparkið góðtikið. Sostatt vann Tunis at enda dystin 3-2, men úrslitið kundi tó gera tað sama, tí hvørki av liðunum høvdu møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum
Snodd á Eiði. Orsøkin til hetta stigið sigst vera, at ónøgdin er stór ímillum fiskimenn um Fiskamarknað Føroya. Ført hevur verið fram, at eitt nú við at selja ígjøgnum móttøkuna á Eiði, hava menn fingið [...] Klaksvík: Sambært Norðlýsinum váttar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, at fólk hava verið á fundi í býráðnum um júst hetta málið. Men sum skilst er tað ikki komið serliga langt enn. Til dømis
sum vitjar høvuðsstaðin í ár, og higartil hava ikki færri enn 43 ferðamannaskip boðað frá, at tey ætla sær at vitja Havnina í ár. Seinasta fráboðaða vitjanin verður í seinnu helvt av september mánaða. [...] Tey gott og væl túsund ferðafólkini umborð á "Sundream", ið øll eru bretsk, valdu tey flestu at nýta dagin til at spáka sær ein túr í Havn, og kanska hyggja inn á gólvið á onkrum av søvninum í høvuðsstaðnum
yrkislistarfólkum: - Endamálið við tiltakinum er í høvuðsheitum at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á ungdómsmentanina í Føroyum og fyri at vísa, hvat tey ungu í Føroyum duga og vilja. Her sleppa tey [...] í frið og náðum, men samstundis í serliga ágrýtnum arbeiði. Sjálvandi væntaði eg, alt fór at ganga væl, men at vit heilt sluppu undan trupulleikum, er bert enn ein dreymur, ið er gingin út.
spurningar. Og kanska onkur verður vaktur upp at luttaka í onkrari tænastu, sum ein brennur fyri, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari. Henda framsýningin kemur at standa uppi til næsta vikuskifti. [...] seinastu tíðina havt eina serstaka 40 daga ráðstevnu við heitinum "Eitt málrættað lív". Tey eru nú farin at nærkast endanum á hesi ráðstevnuni, og sunnudagurin komandi verður tann næstseinasti sunnudagurin. [...] øllum tænastunum, sum longu nú eru í samkomuni. Eftir møtið sunnudagin tá talan er liðug verður høvið at síggja hesa framsýning, har ein fær eitt yvirblikk av breiddini í samkomuarbeiðinum hjá Kelduni. -
Sosialinum fyri nøkrum árum síðan lagið Blottarar fyri at vera eitt lag, ið ongantíð átti at verið skrivað. Fleiri tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum [...] Páll Finnur Páll er langt síðan vorðin fólkaogn. Bólkurin hevur eini heilt serlig evni at skriva fangandi og syngivið-vinarlig poppløg. Lagið Forelskaður Sjónleikari av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað
einans skrokk-skaðar vóru avleiðingin. Tað er vorðið vanligt, at fólk rýma frá ferðsluóhappum. Tað hendir, at onkur ger skaða á ein annan bil, og at viðkomandi ikki sigur frá, frætta vit frá vakthavandi á [...] Hetta er sera keðiligt hjá viðkomandi, sum eigur tann meiðslaða bilin. Løgreglan heitir tí á øll um at geva seg til kennar, um tú hevur verið í einum ferðsluóhappi. Hetta eisini, um tú hevur meinslað ein
píli í allan dag. Tað er ordiliga stuttligt at vera ein prinsessa, tí so eri eg so vakurt ílatin, sigur fimm ára gamla Maria. - Vit skipa fyri temadøgum fyri at gera okkurt øðrvísi. Børnini elska tað og [...] - Børnini ganga við lív og sál upp í temadagarnar. Vit byrja so smátt at fyrireika okkum nakrar vikur frammanundan, og tí gerast tey so spent og spyrja í heilum, nær temadagurin verður, sigur Beinta Joensen [...] hvørt hava vit eisini ítróttadagar og hugnaligar dagar við pitsa og biografi, sigur Beinta Joensen at enda.
hevði Faroe Dive, útvegað luttakarunum turrdraktir soleiðis at tey kundu verða heitt og turr á túrinum í Syðrugøtu. Endamálið við snorkling er, at eygleiða og uppliva framúrskarðandi vakra heimin, ið er í [...] í sjónum. Fram við oyggjum okkara er, eins og aðrastaðir, ótrúliga nógv vakurt at síggja bæði av djórum og landsløgum. Á hesum túrinum útfyri Syðrugøtu sóðu luttakararinir m.a. stóran og vakran taraskóg [...] taraskóg, ternumurtar og reyðfisk. Tey ið skipaðu fyri tiltakinum, vóru á einum máli um at hetta verður eitt afturvendandi tiltak í summar.
Runavík. B68 kemur at vitja NSÍ, og bæði liðini eru svong eftir stigum. NSÍ hevur vunnið ein og tapt ein dyst higartil, og liðið skal helst vinna sínar dystir á heimavølli, um ætlanin um at verða við í to [...] higartil, og fyri toftamenn, sum spældu í næstbestu deildini í fjør, snýr tað seg fyrst og fremst um at fóta sær í bestu deildini aftur. B68 hevur havt nógvar skaðar fyrr í ár, men nú eru teir flestu tøkir [...] allar sínar spælarar tøkar. Jústinus Hansen hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann er ikki klárur at spæla aftur enn.