Grannar fullmannaðir til páskabrak

Toftamenn og runavíkingar hava allar sínar spælarar tøkar til lokaluppgerðina í Runavík skírisdag

Skírsdag verður lokaluppgerð í Runavík. B68 kemur at vitja NSÍ, og bæði liðini eru svong eftir stigum.
NSÍ hevur vunnið ein og tapt ein dyst higartil, og liðið skal helst vinna sínar dystir á heimavølli, um ætlanin um at verða við í toppstríðnum skal gerast til álvara.
B68 hevur bert fingið eitt stig higartil, og fyri toftamenn, sum spældu í næstbestu deildini í fjør, snýr tað seg fyrst og fremst um at fóta sær í bestu deildini aftur.
B68 hevur havt nógvar skaðar fyrr í ár, men nú eru teir flestu tøkir aftur. Allir, sum spældu í javnleikinum ímóti GÍ seinast, eru tøkir aftur, og harafturat er Øssur Jacobsen, sum lá sjúkur, aftur á fótum.
NSÍ hevur eisini allar sínar spælarar tøkar. Jústinus Hansen hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann er ikki klárur at spæla aftur enn.