Fyri sættu ferð verður ungdómsting hildið í Føroyum. Løgtingsformaðurin beyð í august 2015 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Un [...] vera ein virknari part av fólkaræðinum at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið [...] dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil. Endamálið við Ungdómstinginum er: at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
skúlastýrið í Sankta Frans skúla hevur søkt um loyvi at royndarkoyra eina framhaldsdeild í eitt ár. Hugskotið hevur fingið dyggan stuðul frá foreldrunum at næmingunum, ið vórðu spurd um ætlanina í eini sp [...] eingin slík ætlan í kortunum. Eg skal ikki siga, at tað ikki er møguligt, men eg má halda meg til politiska veruleikan, samtyktir og íløgur. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í kjalarvørrinum [...] spurnakanning í heyst, umframt frá Boga Anderasen, býráðslim fyri Fólkaflokkin, sum í lesarabrævi í gjár mælti til at gera eitt royndarár. Ein slík verkætlan er tó ikki ein partur av heildarætlanini, ið
Í eini spurnakanning gjørd millum foreldur í Sankta Frans skúla í heyst, har foreldrini vórðu spurd, um tey ynsktu eina framhaldsdeild í skúlanum, svaraðu heili 98 prosent av teimum spurdu ja. Einans 2 [...] Andreasen ikki í iva um, at góða undirtøkan fyri Sankta Frans skúla seinastu árini, er tí at skúlin er tann einasti í miðbýnum. - Talið av foreldrum, sum søkja um at fáa síni børn í Sankta Frans skúla, økist, [...] stuðul í býráðnum. Í lesarabrævi í dag mælir Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin og partur av býráðsmeirilutanum, at kommunan loyvir Sankta Frans at lata upp eina framhaldsdeild. - Næmingar í Sankta
og næmingum í Sankta Frans skúla á møti í spurninginum um framhaldsdeild i Sankta Frans. Eg mæli til, at býráðið sum eina roynd samtykkir at lata upp framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í eitt avmarkað [...] Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Ko [...] foreldrum at næmingum í núverandi 7. flokki í Sankta Frans skúla ynskir, at næmingarnar sleppa at halda fram við 8. og 9. flokki í Sankta Frans, heldur enn at hesi næmingar eisini skulu í gamla Kommunuskúlan
virksemi í næststørstu kommununi í landinum, og tað sæst aftur í inntøkunum og harvið skattinum, sum rennur niður í kommunukassan. Burtursæð frá Viðareiðis kommunu so var Klaksvíkar kommuna tann, sum í fjør [...] krónur, meðan hann í fyrraárið var 153.370.875 krónur. Ein partur av frágreiðingini er, at skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu var eitt hálvt prosent hægri í fjør, enn tað var í fyrraárið. Í fjør var tað 22 [...] størsta vøksturin í kommunuskattinum, tá ið sammett verður við árið fyri. Lutfalsligi vøksturin var 11,94 prosent, sum í krónum svarar til 18.309.545 krónur. Kommunuskatturin í Klaksvík í fjør var 171.680
Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráði, sigur, at nú verður seinasta hod løgd á fyrireikingarnar og so verður arbeiðið boðið út í vár, ella kanska enntá tíðliga í vár. Musikkskúlin [...] endamáli. Men so varð upp á tal at byggja tjóðpall í Skálatrøð, og í hesum sambandi varð eisini umhugsað at flyta Musikkskúlan enn einaferð, hesa ferð oman í Skálatrøð, og at byggja hann saman við Tjóðleikhúsinum [...] at byggja hann við Norðurlandahúsið, var klár at seta í verk. Men so varð ivi sáddur um undirlagið og um tað ikki var ov bleytt til at seta skúla á, uttan at brúka alt ov stórar upphæddir at tryggja lendi
bygdina fyrstu árini. Trivnaðurin í barnagarðinum er í topp sambært trivnaðarkanning gjørd av uttanveltaðum fólkum, millum foreldur og starvsfólk í fjør. Samstarv er fingið í lag við aðrar bygdir um felags [...] bestu tænastuna á barnaansingarøkinum í landinum, eitt nú hálvdagspláss, tíðliga opið um morgunin o.a. Frítíðarskúli er settur á stovn, sum heldur til í Gamla Skúla. Ungdómshúsið lat upp fyri tveimum árum [...] ágrýtnir, og arbeiðssamir hesi árini, og tí er fíggjarstøðan í Sands kommunu góð í dag. Afturat tí kemur so, at meirlutin hevur hildin aftur í rakstrinum av kommununi, og staðið stinnir mótvegis trýsti at
Lærarar í Vestmanna skúla kenna tað órógvandi, at eingin skúlastjóri er sett úr í skúlanum, nú meira enn eitt hálvt ár er síðani, at skúlastjórin fór úr starvi. Hetta skrivaði Skúlablaðið um í morgun. [...] aðalstjóra í Mentamálaráðnu, so er tað tí, at eingin søkti starvið, tá tað varð lýst leyst aðru ferð. Hann sigur við Skúlablaðið, at tá ið umsóknarfreistin til starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla var úti [...] er ikki ein ókend støða í fólkaskúlanum, at broytingar verða gjørdar bæði í virksemisætlan og tímatalvu orsakað av ymsum viðurskiftum sum sjúku, barnsburði, ella at lærarar fara í annað starv. Mentamálaráðið
Hóast starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tvær ferðirnar varð lýst leyst í 2015, so er enn eingin settur í starvi sum stjóri. Tað undrar lærarar í skúlanum, sambært Skúlablaðnum, ið hevur tosað við [...] við Augusta Egholm Petersen, lærara og álitisfólk í Vestmanna skúla. Við Skúlablaðið sigur álitisfólkið, at støðan er heilt ókend innan fyri føroyska skúlaverkið. - Grundgevingarnar, vit hava fingið, hví [...] taka avgerðir um endaliga loysnir fyri skúlan og seta tær út í kortið, tá tú ert fyribilssettur. Ein fyribilsstøða gongur eina tíð, men ikki í langa tíð, sigur August Holm Petersen við heimasíðuna hjá S
Teistanum, at røka ferðasambandið út í Sandoy og í Hest í dag. Tíðliga í morgun fekk hann ikki siglt, so tey, ið skuldu inn á meginøkið til arbeiðis, ella í skúla, sluppu ikki avstað. Men út á fyrrapartin [...] síðsta túr í dag úr Skopun klokkan 16.30 í dag og av Gomlurætt klokkan 17.15. Í morgin verður aftur siglt eftir ferðaætlanini, men veðrið er so vánaligt, at ferðaætlanin kann aftur verða broytt í morgin. [...] fara inn í havnina í Skopun. Hann sigur, at tað er ikki vindurin, sum er trupulleikin. Tað eru einir 25-30 metrar um sekundið á fjørðinum, men stóri trupulleikin er at til og frá bryggju í Skopun í slíkum