18,3 milliónir meiri í Klaksvík

Skattainntøkan hjá næststørstu kommununi var 11,94 prosent hægri í fjør enn í fyrraárið

Tað er nógv virksemi í næststørstu kommununi í landinum, og tað sæst aftur í inntøkunum og harvið skattinum, sum rennur niður í kommunukassan.

Burtursæð frá Viðareiðis kommunu so var Klaksvíkar kommuna tann, sum í fjør átti lutfalsliga størsta vøksturin í kommunuskattinum, tá ið sammett verður við árið fyri.

Lutfalsligi vøksturin var 11,94 prosent, sum í krónum svarar til 18.309.545 krónur. Kommunuskatturin í Klaksvík í fjør var 171.680.402 krónur, meðan hann í fyrraárið var 153.370.875 krónur.

 

Ein partur av frágreiðingini er, at skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu var eitt hálvt prosent hægri í fjør, enn tað var í fyrraárið. Í fjør var tað 22,0, meðan tað í fyrraárið var 21,5. Býráðið samtykti í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2015, at hækka skattaprosentið við einum hálvum orsaka av stóru íløguni í nýggjan skúla, sum ætlanin er at gera.

Tá ið tað í fjør vísti seg, at inntøkurnar og harvið kommunuskatturin vóru væl hægri, enn tað varð ropknað við, samtykti býráðið at lækka skattaprosentið soleiðis, at tað í ár er 20,75.

 

Merkisvert er tað, at vøksturin var sera ymiskur teir ymsu mánaðirnar. Størstur var hann í mars, tá ið hann var 27,8 prosent. Tað plagar at vera sagt, at mars og apríl kunnu roynst misjavnir frá einum ári og til tað næsta, tí tað valdast um, nær páskirnar eru. Aðrir mánaðir við sera stórum vøkstri vóru mai (14,22%), juni (17,61%), juli (13,9%) og oktober (18,86%). Lakasti mánaðin, tá ið tað ræður um vøkstur í skattainntøkuni, var í desember, tá ið tað runnu 3,93% færri skattakrónur í kassan hjá klaksvíkingur enn sama mánað í 2014.