Tað gongur strilti hjá Strandfaraskipinum, Teistanum, at røka ferðasambandið út í Sandoy og í Hest í dag.
Tíðliga í morgun fekk hann ikki siglt, so tey, ið skuldu inn á meginøkið til arbeiðis, ella í skúla, sluppu ikki avstað.
Men út á fyrrapartin eydnaðist at loysa og nú hevur Teistin siglt nakrar túrar. Men skiparin, Magnus Olsen sigur, at hann øtlar veðrið aftur, so at teir leggja Teistan aftur seinnapartin.
Sostatt siglur Teistin síðsta túr í dag úr Skopun klokkan 16.30 í dag og av Gomlurætt klokkan 17.15.
Í morgin verður aftur siglt eftir ferðaætlanini, men veðrið er so vánaligt, at ferðaætlanin kann aftur verða broytt í morgin.
Magnus Olsen segði við Rás2 á miðdegi, at líkindini vóru frægari nú út á dagin, men at tað er framvegis so ringt, at tað er akkurát so, at tað er ráðiligt at fara inn í havnina í Skopun.
Hann sigur, at tað er ikki vindurin, sum er trupulleikin. Tað eru einir 25-30 metrar um sekundið á fjørðinum, men stóri trupulleikin er at til og frá bryggju í Skopun í slíkum veðri, har tað er so ringt í sjónum.